Grikkalands í heystfrítiðini. Ein tílíkur túrur kostar fitt av peningi, og tí eru tey farin at savna pening til túrin í góðari tíð. 2. ð skal eftir ætlan verða á oynni Mykonos, sum liggur uttanfyri Athen. Tað tekur [...] køku- og mattombola. Í mattombolanum er millum annað møguleiki at vinna eitt tjógv. Harumframt kemur ein klovnur á vitjan. Hvat hann fer at finna uppá, er ikki gott at vita, men fyrireikararnir siga, at teir [...] teir eisini fara at skipa fyri klovnamáling. So tað endar kanska við, at tað verður meiri enn ein klovnur, tá tiltakið endar. Fyrireikararnir vóna, at nógvar grýlur møta til tunnusláingina og fyri at eggja
lógir gjørdar, sum tryggja lívsgrundarlagið í útjaðarunum. Men í Føroyum roynir landsstýrið at skera fiskivinnuna eftir sama leisti sum lond, sum hava fleiri ferðir so stórar grunnar, sum vit. Men tað [...] Meginfelag Útróðrarmanna, sum var ein teimum mongu á fundinum í Tinganesi mikudagin. Men vit fingu samstundis eisini at vita, at íløgustuðulin skal halda fram, bara uppá ein annan máta. Chris Jan Michelsen [...] skip við fyri at javnskipa veiðiorkuna, sum tað eitur. Í tí liggur at stuðulin skal latast at gera skipið meiri effektivt. Hann sigur at tað varð nevnt, at skip, sum vóru eldri enn fimm ár, kundu ikki fáa
síðsta. Tað var øgiligt at síggja, tað var sum at síggja upp í ein hamara, tað hekk ordiliga innyvir. Men tað er ótrúligt, hvat ein bátur kann klára; hann var mest sum allur samal undir frá stavni í stavn, [...] tvey áttamannafør úr Vági, ein bátur úr Víkabyrgi við 5 monnum, ein bátur av Økrum vi ð 5 monnum, ein bátur úr Lopra við 5 monnum og so »Klovabáturin« úr Porkeri við 7 monnum, sum settu upp í Sumba hendan [...] nóg mikið at sigla við, tí vindurin var so nógvur, og ferðin var góð. Síðani gekk ein løta, og tá fingu vit ein skvamp, sum breyt ólagaliga og á spritstongina, so hon brotnaði; vit máttu tí leggja seglið
boð eftir manninum, sum býr í Hønefoss, ið liggur tætt við Oslo. Remi skal til Barcelona við einum kóri í næsta mánað. Og so spælir hann við rúgvu av minni bólkum eisini. ? Tað, sum eg tó eri mest spentur [...] spentur upp á, er ein komandi fløga við brit-popp-bólkinum Mad Day Out. Hetta er ein nýggjur bólkur, og vit hava júst fingið ein plátusáttmála. Ætlanin er at fløgan skal koma út í summar. Lurtar eftir Van [...] um popptónleik, ið hevur nakað av westcoast dámi yvir sær. Eisini ein útgáva við Edmund Jacobsen er á skránni. Føroyski rocksangarin, sum er kendur frá Chase og Rockmonnum, hevur seinastu árini búð í Danmark
eftir sigurin á StÍF fyri tveimum vikum síðani, og hoyvíkingar taka í dag ímóti KÍF í Havn. Ein dystur, sum H71 allar vanligar dagar eigur at vinna. Um nú tað skuldi hent, at StÍF vinnur á VÍF, og H71 [...] Kyndil vinnur á Neistanum sunnudagin, eru fýra stig frá StÍF niður til næstovasta liðið. Í løtuni liggur ein kæra hjá hondbóltssambandinum frá Kyndli í sambandi við steypafinaluna seinasta leygardag. Um tað [...] hinvegin fær bæði stigini móti StÍF, er munurin millum hesi bæði liðini fimm stig, og so verður tað H71, sum skal elta vestmenningar. Triði dysturin í 1. deild hetta vikuskiftið verður sunnudagin í Havn millum
verður eisini ein roynd fyri føroyskar politikarar, sigur Jóannes Hansen. Og hann leggur aftrat: ? í bankamálinum hava vit sæð, at føroyskir politikarar hava roynt at staðið saman sum ein maður. Upp undir [...] Eidesgaard, sum løgmansevni og Fólkaflokkurin hevur nú gjørt vart við, at Anfinn Kallsberg er teirra løgmansevni. ? Fyri Edmund Joensen, løgmann, kann fólkatingsvalið eisini skiljast sum ein beinleiðis [...] Fólkaflokkurin hava umboð í fólkatinginum. Báðir eru borgarligir flokkar, sum ikki hava stuðlað javnaðarstjórini hjá Poul Nyrup Rasmussen, sum kom til í 1993 aftan á, at Tamilmálið feldi Schlüter-stjórnina. Vinstra
flogbólti hjá monnum saman í dysti um fyrstaplássi. Tað er Mjølnir sum liggur á odda í landskappingini hjá monnum, meðan Fram liggur á øðrum plássi. Men munurin er so lítil. Hann er bert eittans stig, [...] tað verður Mjølnir, sum vinnur meistaraheitið í ár, ella tað verður Fram sum varðveitir meistaraheitið. Tað er ongin ivi um, at tað eru tvey tey bestu liðini í Føroyum í løtuni, sum bresta saman sunnudagin [...] Samansetingin á liðnum er góð. Har er ein góður blandingur av eldri royndum leikarum, og so eru nakrir sera evnagóðir ungir leikarar komnir aftuat seinastu árini. Ein onnur styrki hjá Mjølni er, at teir
Kina-ferðin byrjaði í Vietnam, og á tí túrinum var ein vietnamesari við. Ein grikki hevur verið við á einum túri, og eisini hevur ein turki og ein arabari verið við á ferðum hansara. Og teir hava allir [...] hann var við at detta sundur. Men sum hann tók til í Norðurlandahúsininum: ? Hóast tað, haldi eg, at ferðin við Brendan var vandamiklari. Tá var talan um ein skinnbát, sum kundi skrædna, meðan Kina-ferðin [...] Og tað er ein av teimum bestu avgerðunum eg havi tikið í øllum lívinum, sigur Tim Severin ? Tróndur er eitt ótrúliga gott fólk, og sera dugnaligur. Ikki bara sum listamaður, men eisini sum sjómaður.
spennandi var tó aftaná hendan dansin; tað, sum vit gleddu okkum mest til, nevniliga elddansurin. Aftaná at ein rúgva av kokusnøtaskølum høvdu logað eina góða løtu, kom ein ungur drongur rennandi inn á einum, [...] Tað vísti seg tó, at tann eina dunnan var ein roykt høna, men hon hevði í minsta lagi meira kjøt á enn dunnan! Ein annan dagin fóru vit við einum minibussi ein túr runt á Bali. Vit byrjaðu við tveimum templum [...] markið til landið, byrjaðu hesir risastóru bygningarnir at reisa seg. Singapore er eitt land, ein oyggj og ein stórbýur. Okkara fyrsta møti við Singapore bý var ikki serliga tespiligt. Tá ið vit traðkaðu
tikin burturur nú, liggur rættiliga frammiliga í teirri politisku viðgerðini, sum nú fer fram í Tinganesi í sambandi við íløgustuðulin, sigur Óli Jacobsen. Tað reu nógvir politikarar, sum ikki viljað síggja [...] ímillum John Petersen og fiskimenninar. Hann hevur verið burturstaddur og afturkomin er nógv, sum liggur á láni, sum hann má fáa avgreitt, og tí skal hann hava farloyvi allan hendan mánaðan, sigur hann. Men [...] fyri ávísum stuðuli til fiskivinnuna um tað kundi skapa arbeiðspláss, og sum fakfelagsmaður hevur hann ofta funnist at teimum, sum hava viljað øllum stuðuli til lívs, tí hann bara førir til glatan og undirgang