Í dag og í morgin verður fimta umfar í endaspælinum hjá kvinnum og monnum spælt, og áhugaverdasti dysturin hetta vikuskiftið verður ivaleyst á Skála, har nummar tvey StÍF tekur ímóti oddaliðnum VÍF.
Fyri tveimum vikum síðani misti StÍF tvey týðandi stig, tá teir taptu móti H71. Munurin millum VÍF og StÍF er nú trý stig, og vestmenningar kunnu við einum sigri taka eitt risastórt fet fram móti FM-heitinum.
Men tað fara strandingar ivaleyst at gera alt fyri at forða teimum í. StÍF hevur havt eitt gott kappingarár higartil í ár, men tað kiksaði altso móti H71 seinastu ferð. Um StÍF vinnur á VÍF í dag, er knappliga bert eitt stig á muni, og so er alt opið aftur.
Steypavinnararnir H71 eru eisini komnir við aftur í oddastríðið eftir sigurin á StÍF fyri tveimum vikum síðani, og hoyvíkingar taka í dag ímóti KÍF í Havn. Ein dystur, sum H71 allar vanligar dagar eigur at vinna.
Um nú tað skuldi hent, at StÍF vinnur á VÍF, og H71 vinnur á KÍF, er knappliga bert eitt stig millum trý tey ovastu liðini. Men um VÍF hinvegin fær bæði stigini móti StÍF, er munurin millum hesi bæði liðini fimm stig, og so verður tað H71, sum skal elta vestmenningar.
Triði dysturin í 1. deild hetta vikuskiftið verður sunnudagin í Havn millum Neistan og Kyndil. Neistin er framvegis niðast í deildini, og støðan sær alsamt daprari út hjá bláa havnarliðnum. Kyndil tapti steypafinaluna seinasta vikuskifti og hevur einki at spæla fyri, men tað kemur sera sjáldan fyri, at Neistin vinnur á Kyndli í manshondbólti, og tað er óvæntað, um tað gongur øðrvísi hesaferð.
StÍF kann
leggja sjógv ímillum
Um alt gongur eftir vild, kann kvinnuliðið hjá StÍF rættiliga leggja sjógv ímillum seg og hini bæði oddaliðini í deildini. StÍF er í løtuni tvey stig framman fyri Neistan og fýra framman fyri Kyndil, og leygardagin skulu strandakvinnur spæla heima móti botnliðnum Stjørnuni. Har skuldu tvey stig afturat verið í pottinum, og um Kyndil vinnur á Neistanum sunnudagin, eru fýra stig frá StÍF niður til næstovasta liðið.
Í løtuni liggur ein kæra hjá hondbóltssambandinum frá Kyndli í sambandi við steypafinaluna seinasta leygardag. Um tað fer at hava nakra ávirkan á dystin sunnudagin, er lítið sannlíkt, men lítið man vera at ivast í, at kyndlakvinnur vilja hava uppreisn fyri finalutapið fyri einari viku síðani. Men tað fer Neistin ikki at geva teimum uttan stríð, so ivaleyst kunnu vit vænta ein spennandi kvinnudyst í Havn sunnudagin.
Bæði GÍ og serliga VB hava víst góðar taktir í endaspælinum, og hesi bæði liðini hittast í høllini á Kambsdali leygardagin. Seinast, VB spældi landskappingardyst, var í Havn móti Kyndli, og tá vunnu tær 23-19. Um tann sigurin er nakað at byggja víðari uppá, fáa vit at síggja í dag. GÍ tapti bert við einum máli móti StÍF fyri tveimum vikum síðani, og GÍ-kvinnurnar vilja helst fegnar sleppa úr niðurflytingarvandanum, og besti háttur at gera tað upp á er at vinna í dag.