málsligar forðingar fyri, at Neistin hevur fingið fult avkast av íløguni frá byrjan. Í dystinum móti Kyndli vísti hon kortini at hon - hóast hon ikki er av størstu kvinnum - er ein knassi á hondbóltsvøllinum. Hon [...] koma afturíaftur. Tá umleið eitt korter var farið av dystinum var Kyndil frammanfyri við fýra málum - tær vóru á odda 7-3, men næstu 16 minuttirnir settu av álvara ljóskastarin á trupulleikan hjá Kyndli í [...] vøllinum. Móti endanum av dystinum rendi Lotte Sørensen seg inn í triðju útvísingina og hóast sigurin neyvan stóð til at bjarga, hevði tað negativt árin á Kyndlaliði seinastu løtuna av dystinum. Hjá Neistanum
hálvleiks, vareittans mál á muni millum liðini bæði. Skrædnaði at enda Liðini bæði høvdu fylgst meginpartin av fyrra hálvleiki, og hóast Kyndil eitt skifti var á odda við 3 málum, so megnaðu tjaldurskvinnurnar [...] høvdu tær skapt sær eina hampuliga leiðslu, sum tær varveittu so at siga allan dystin. Móti endanum av seinna hálvleiki skrædnaði so fullkomuliga hjá heimaliðnum, og seinastu tíggju minuttirnar fekk Kyndil [...] ikki er nóg stór, og at lyklaleikarar tískil ongantíð sleppa á beinkin at fáa eina tiltrongda hvíld av og á. Tær hjá Tjaldrinum skulu tó hava rós fyri, at ongantíð tykjast at hava givið skarvin yvir, áðrenn
mikudag og Øssur av Steinum sigur seg einki kenna til, at hetta er broytt. Men virksemið á Brandskúlanum er broytt og er vaksið, so nú fara venjingar eisini fram aðrar dagar. Øssur av Steinum situr við kærum [...] Brandskúlan, so hann ríður á tveimum rossum, sigur Øssur av Steinum. Hann heldur ein trupulleika vera, at sami persónur situr báðumegin borðið. Øssur av Steinum leggur dent á, at hann einki hevur ímóti Brandskúlanum [...] til tíðir er líka nógvur roykur inni, sum úti, sigur Øssur av Steinum. Hann sigur, at skúlin liggur nakað hægri enn Brandskúlin og fær tí nógv av roykinum á seg. Eisini er serliga ringt í køkinum, tí ljóararnir
rin í Hósvík, Jógvan Mørkøre, gjørdist ikki sørt argur, tá hann í blaðnum í gjár las, at Øssur av Steinum, skúlaleiðari á ALV skúlanum við Áir, kærdi seg um umstøðurnar hjá ALV skúlanum. Orsøkin var, at [...] burturi í óbygdum?, spyr Jógvan Mørkøre Hann sigur seg vera samdan við leiðaranum á ALV, Øssur av Steinum, tá hesin førir fram, at grannarnir báðir, ALV- og Brandskúlin, hóska ikki saman, men heldur, at [...] og hita við sær, sum í álandsvindi køvir bygningin, har ALV heldur til.. Jógvan Mørkøre er illa við av, at ALV skúlin førir fram at tað, at tosa við kommunalu myndugleikarnar er sum at sláa í eina dýnu
viku. Á ALV skúlanum vita tey einki um aðra samtykt, upplýsir Øssur av Steinum, skúlaleiðari, sum aftur fyrradagin hevði trupulleikar av royki frá grannanum, Brandskúlanum. [...] rímiliga í, at støðin lagar seg eftir ALV skúlanum. Nevndin heldur seg kunna góðkenna støðina treytað av, at eldsløkking fer fram í samráð við ALV ella tá næmingar ikki eru á skúlanum. Náttúrufriðingarnevndin
og VÍF skuldu gera av, hvørt av teimum skal anda Stjørnuna í nakkan. Størsta ivamálið undan dystinum var helst, um Ioana Rapa fór at vera á vøllinum, og í hvønn mun, hon er darvað av skaðanum, sum hon fekk [...] seg í toppstríðið, men verandi fólki man tó helst vera nóg sterkt til at stríðast um heiðurskrónur av onkrum slag. Sjálvandi kann tað verða, at Ioana verður klár aftur rættuliga skjótt, men tað má helst [...] 11 (4), Rakul N. Joensen 5, Jórun Ludvig 4, Ann Hansen 3, Semona Fjallstein 1, Palma Petersen 1, Jensia Petersen 1 VÍF: Ioana Rapa 6 (2), Jacklin Durhuus 6 (1), Fríða Johannesen 3, Nikolina Joensen 1,
Ummæli av ummæli Vit miðaldrandi minnast teir ógvusligu orðadráttirnar, sum í 70-árunum plagdu at vera í bløðunum, tá ið rithøvundurin Magnus Dam Jakobsen fór at ummæla tey ummæli, hann fekk frá øðrum [...] Ummæli var upp á rím og tað fleyt í sjónum sum ein vælbygdur bátur, púra sóttreinsað fyri patos. Jensia í Búðini Ein gomul endursending frá 1986 (Bestubitar) hevur fest seg ógloymandi í minnið hjá hesum [...] skrivað tað, tygum júst hava lisið, hevði Jógvan Arge samrøðu í útvarpinum við Súsannu Malenu Poulsen av Eiði. Aftur ein gomul røsk og vitug kona við framúr góðum evnum at siga frá. Eftir frásøgnini at døma
hótta sigurin hjá útiliðnum. Móti endanum av dystinum vóru útlit fyri einum rættuligum stórsigri, men seinastu minuttirnar kundu klaksvíksgenturnar taka sær av løttum, soleiðis at Kyndil fekk høvi at hampa [...] høvdu vónir um eitt gott úrslit fyri heimaliðið. Vesna ikki við Vónirnar gjørdust helst ikki minni av teirri orsøk, at leikandi venjarin hjá Stjørnuni, Vesna Tomajek, noyddist at sita á beinkinum allan [...] hampa eitt sindur um endaliga úrslitið. Tað tóktist sum um vóru kyndilskvinnurnar tyngdar av stóru uppgávuni. Kanska vóru tað nervarnir, sum spældu teimum eitt puss, ella møguliga vóru tær ov uppsettar
í ár bast føroyameistarunum og grannunum úr Kyndli, og nú eru blákløddu genturnar av álvara farnar at tevja ferðilin av heiðursmerkjum. Javnt alla tíðina Tað sást beinan vegin í dystinum, at her ætlaði [...] minuttir gjørdi Flemming tó av at koyra hana á vøllin, og ikki vóru nógv sekund farin, áðrenn hon við dagsins detalju hevði spælt Jensiu fría, so henda kundi toga Kyndil upp á liðina av neistanum. Nakað sum annars [...] annars hevði sera gott tak á henni í fyrra. Av teimum seks málunum, sum Katrin fekk í dystinum, vóru fimm skotin í seinna hálvleiki, og aloftast orsakað av, at verjan trekti inn móti miðjuni, fyri at verja
venjari hjá kyndilskvinnunum, og fram til hóskvøldið var eisini ógreitt, hvør skuldi hava ábyrgdina av bestu kvinnuliðnum hjá Kyndli. Endin varð tó, at Bárður Johannesen, sum hevur eina fortíð á besta mansliðið [...] skotroynd, soleiðis at kontraspælið hjá Stjørnuni ongantíð kom at koyra. Júst hetta hevur annars verið eitt av sterkastu vápnunum hjá klaksvíkingunum. Tað var tó ikki bert Bárður, sum var nýggju á venjarabeinkinum [...] og so hvørt, sum munurin vaks, gjørdust stjørnugenturnar alt meira ráðaleysar. Fyrstu 25 minuttirnar av seinna hálvleiki fekk Stjørnan einans trý mál, og tað man vera langt síðani, at tað hevur skorist somikið