Bluesumhvørvið í Føroyum er ikki nakað at reypa av, men uttanlands er tað stórt, og skulu teir sjálvir meta um, verða teir nógvar ferðir betri móttiknir aðra staðni enn í Føroyum. - Jazzur og blues eru á ein [...] kórsangari, og Ólavur Olsen saman við trimum danum eru blásarar. Í arbeiðnum við bólkinum og fløguni, hava teir miðvíst hildið seg til blues tónleikin, sum er vørumerkið hjá Crawling Blue. - Hetta er bluestónleikur [...] jazztónleik. Um tað er neyðugt, flytir bólkurin av landinum fyri at fokusera uppá tónleikin. - Eg havi einki ímóti at búgva í einum kufferti, um eg bara sleppi at spæla tónleik, sigur Uni R. Debess erliga
fiskamjøli, og soleiðis sum hann hevur skilt, hevur lítil framleiðsla verið á Havsbrún í seinastuni. - Eg havi skilt, at virkið í Fuglafirði hevur innflutt mjøl, og tað kundi bent á, at prísirnir helst fara at [...] sum tað hevur gjørt, hevði úrslitið ikki verið so gott, sigur hann. Skera flak Reiðarin vísir á, at teir í heyst skóru tilsamans 6.500 tons av sildaflaki umborð á Norðborg, og prísurin á sildaflaki, sum
grannalondunum. TeleTænastan hevur síðani ment seg til tað, hon er í dag. Tað skerst tó ikki burtur, at teir eisini eru farnir í gongd við hesa ætlanina, tí peningur er at vinna á økinum. Løgtingið hevur avtikið [...] endamáli at bjóða tænastur innan telefoni. Hetta hevur eisini við sær, at prísurin lækkar. - Persónliga havi eg ta áskoðan, at einkarætturin ikki tænir nøkrum endamáli, og tí er tað gott, at vit endiliga eru
hon er fødd og uppvaksin í Klaksvík. Men seinastu árini hevur hon búð í bæði Danmark og í Havn. - Nú havi eg vent nøsina heim eftir aftur, so tað verður stuttligt og spennandi at fáa nakrar arbeiðsroyndir [...] miðstaður við nógvum ymsum tilboðum, sigur Jórun Gardar. - Eg meti heilt avgjørt, at Norðyggjar hava teir eginleikar og tær umstøður, sum krevjast, fyri at hetta kann gerast eitt enn meira áhugavert ferðamál
soleiðis forða fyri, at eldur skal koma í ein av hesum bilunum, meðan Norröna er í sigling á miðjum havi. Tá teir umborð síggja ein slíkan bil verður hann settur á sítt pláss umborð á bildekkinum, og síðani fer [...] hendi eftir, at teir eru vorðnir kunnugir við, at eldur er komin í sjey bilar, orsakað av trupulleika við akkumulatorinum. Hesi bæði donsku ferjufeløgini krevja nú av eigarunum, at teir kunnu prógva, at [...] at eldur er komin í hesar bilar í Danmark, men sum skilst er eingin slík fráboðan komin úr Føroyum. Teir á Smyril Line vilja kortini ikki lata tilvildina ráða, men hava nú sett tiltøk í verk til tess at
at hesin møguleikin verður boðin okkum í Føroyum, og at myndugleikarnir taka væl ímóti hesum. Eg havi góðar vónir, tað eri eg noydd at hava. Eitt framkomið samfelag sum Føroyar kann ikki vera betjent [...] hjálpa okkum. Tað botnar í hugburðinum, í Danmark er tað ein sjálvsagdur rættur at brekað børn fáa teir røttu møguleikarnar. Hevur tú brúk fyri hjálp frá tí almenna í Føroyum, mást tú á biddaragongd, sigur
hevur verið, svarar løgmaður, at samgongufundir hava verið, men eingin sum eg havi tosa við, kennist við tað. So siga teir, at stýrisskipanin hevur skyldina. - Stýrisskipanarlógin verður stutt sagt brúkt [...] Brúnni hevur verið tingmaður síðan 1970. Hann sigur at eyðkenni fyri løgmenn higartil, hevur verið, at teir allir hava vísti tinginum virðing. -Eg varð skakkur tá eg hoyrdi Edmund Joensen, løgmann, siga ósatt [...] so skal viðkomandi venda sær til tingfomannin, og so er tað hansara uppgáva at taka málið upp. - Eg havi onga ábyrgd fyri løgmanni, men eg haldi at hann átti at gjørt sína støðu upp - nevniliga, at hann
League í ár. Hann ásannar tó, at mótstøðan í dag var ov møtimikil. - Hetta er eitt tað besta liðið eg havi spælt í móti. Fyri okkum snúði tað seg um parkera bussin. Vit tordu væl at spæla, men vit høvdu ongantíð [...] mótstøðuliðnum vóru fleiri klassar betri enn Víkingur. - Nakrir av teirra spælarum vóru avbera góðir. Teir vóru bæði skjótari og sterkari. Tað er akkurát sum tá tú spælir FIFA(Fótbóltsspæl til teldir, blaðm)
Býráðslimirnir í Havn hava havt trupult við at finna eina rók, teir kunnu sita tryggir á alt valskeiðið. Fyri lítlum ári síðani hendu tvær umskipingar innan eitt samdøgur, og um vikuskiftið vóru aftur [...] hevur tikið langa tíð at fingið mál í nevnd. Við nýggju samstarvsavtaluni kemur hetta uppá pláss. Eg havi fingið lyfti frá nýggja meirlutanum, at vit skulu gera alt fyri at loysa trupulleikan við barnaansingini
at keypa teir. - Vit fingu so eisini at vita, at um bátarnir fara úr Klaksvík, so verður nógv minni arbeiði á virkinum. Men stjórin segði kortini, at virkið verður ikki stongt sum so, men at teir ætlaðu [...] virkið sjálvt bar seg nøkulunda. Men tey fingu samstundis at vita, at bátarnir høvdu drigið niðureftir. Teir høvdu havt ov ójavnt fiskarí, og høvdu ofta verið noyddir at bróta túrar av, orsakað av breki. - Nú [...] hinvegin gjørdust tey eitt sindur ørkymlað av øðrum tíðindum sum søgdu, at virkið fer í gjaldssteðg um teir ikki fáa bátarnir. - So beint nú veit eg ikki rættiliga, hvat eg skal trúgva og halda. Er tað so,