landsstýrinum. - Bæði starvið sum landsarkitektur og sum NLP-ráðgevi hava tað til felags, at tey hava við samskifti at gera. Orsøkin til, at eg fór í gongd við at lesa NLP var starvið í landsstýrinum. Har hevði [...] frítíð. Eg havi havt lyndi til at taka á meg ov stóra ábyrgd sjálvt um eg í síðsta enda ikki hevði avgerðarrættin. Eg tók alt ov ofta arbeiði við mær heim og brúkti kvøldini til at kanna eftir, um alt nú [...] meg tá. At eg fór í holt við NLP-útbúgvingina var tí, at eg vildi verða betri til at gera tað, eg longu gjørdi, betri til at frambera tingini, at samráðast og eisini at fáa tað betri sjálv. - Fyrst tá
viljað verið við til at gera avtalur við B68 og GÍ, um eg ikki metti, at teir fóru at standa seg. Hvussu ber tað til, at so nógvir av teimum, sum royna seg uttanlands, so skjótt venda til hús aftur? Tað [...] men tað hevur verið lívlig ferðsla báðar vegir, og orsøkirnar til, at tað ikki altíð riggar, kunnu vera ymiskar: Hesir, sum eru komnir til Føroya, hava somu fótbóltsevnir, sum 95 prosent av øllum hava [...] málið hjá spælarunum, sum nú eru komnir til Føroya, er at røkka uppaftur longri. Hetta skal ikki misskiljast. Um spælararnir verða í Føroyum, og síðani fara aftur til hús, so hava teir verið hepnir, men
svara teir aftur og hanga teir út upp á tað. Summir hava betri evni til tað enn aðrir, - aðrir duga væl at vera skemtiligir og gera hinar til láturs. Hetta hevur altíð irriterað meg nógv. Tað ger einki um [...] ið eru til viðgerðar í tinginum, ikki nóg góða og neyva viðgerð. Lutvíst er tað sjálv skipanin, ið hevur skyldina av tí. Tað er tíverri vorðið siðvenja, at samgonga og andstøða aldri koma til sættis. [...] bara ímóti, fyri ein stóran part bara tí at hon er í andstøðu. Andstøðan roynir til eina og hvørja tíð at peika á nøkur ting fyri at rættvísgera, at hon er ímóti. Tað nýtist og eigur ikki at vera so. Sjálvsagt
ikki so sjáldan hoyrist, at formansskapinum í tinginum heitir á tingfólk um at halda seg til málið, sum er til viðgerðar. - Møguliga er núverandi tingformaður eitt sindur strangari við hvørt enn teir flestu [...] og eisini vera førur fyri at taka nakað til sín sum eina meting. Men tað er grundleggjandi fyri politikarar, at teir hava eitt sjónarmið og tað skal nógv til at sannføra teir um, at teir eiga at meina [...] tingi og í kjaksendingum í loftmiðlunum. - Í summum av kjaksendingunum í loftmiðlunum verður lagt upp til, at luttakararnir meiri ella minni kunnu rópa eftir hvør øðrum. Tey luttakandi verða sett yvir av hvør
landsstýrinum um »yrkisráðið« saman við broyting í hesum uppskoti sum ein samd vinnunevnd mælti til og eitt samt ting tók undir við. Broytingin segði, at yrkisráðið umframt at ráðgeva um »inntøkutrygd v.m.« eisini [...] møguleika afturat. Tað var tá løgmaður legði uppskota ting um at avtaka yrkisráðið við nøkurlunda somu grundgevingunum sum í áður nevnda svari til tingmann. Málið fór í vinnunevndina, har samgongumeirilutin [...] í verk samtyktar løgtingslógir. 2. Vit hava eitt løgting sum heilt greitt hevur givið til kennar, at tað er upp til vælvildina hjá einum landsstýrismanni í hvørjum máli um hann fremur eina løgtingslóg ella
Føroyum, og tekur hon sær av at senda sakir um áðurnevndu menniskju í lívsvanda út til fólk, sum síðani skriva brøv til tær ymsiku stjórnirnar, har tey heita á, um at fáa tey ávísu fangarnar leyslatnar [...] fyri at savna inn pening til føroysku deildina hjá Amnesty International. Greitt varð frá, at í 1998 skipaði tiltaksbólkurin fyri jólasølu og køkutombola í SMS, og fyri sølu av ljósum mannarættindardagin [...] skrivað á útlendskum máli. Tískil hevur deildin ein umsetarabólk, ið tekur sær av at umseta tilfarið til føroyskt, so limir og onnur kunnu kunnast um tey ymisku málini, arbeitt verður við. Ingibjørg Berg
kreftir skulu brúkast til at arbeiða við og innrætta samfelagið til fullveldi! -Um tað er rætt veit eg ikki, men tað er greitt, at alt, sum nú verður gjørt, má verða við atliti til tær ætlanir tú hevur [...] tær, at arbeiðsbólkarnir, sum eru settir, kunnu koma til ta niðurstøðu, at fullveldisætlanin ikki er haldbar? -Sjálvandi kunnu nevndirnar koma til ta niðurstøðu, hóast eg ikki trúgvi uppá tað sjálvur. [...] fólkaatkvøða um málið, soleiðis at tú ikki mást leypa tvørtur um uttan at hava fólkið við. Stór krøv til upplýsing Sámal Petur í Grund leggur aftrat, at hetta aftur krevur av samgonguni, at hon upplýsir og
lønarútgjalding til ein samhaldsfastan grunn, sum so øll fáa úr aftur. Men tey, sum umframt hava persónliga trygging, skulu rokna við, at útgjaldið úr teirri almennu fer at lækka í mun til tað, tey fáa [...] Nú eru tað onnur ting, sum avgera, hvør tann sterki er. Heimurin er við at skipa seg sum ein marknaður. Og tíðin, har eitt land skuldi hava stóra umboðan víða um í heiminum, er ikki til meira. Í framtíðini [...] lagt á teir um at sleppa fram at hesum pengunum. »Skal bert ein løgtingslóg til, kann tað ov skjótt enda við, at teir fara til eitt nú stuðul ella veðhald.« Skulu arbeiða skjótt Høgni Hoydal, landsstýrismaður
Eirikur Lindenskov Sambært heimasíðuni hjá Føroya Løgtingi (www.log ting.fo), eru 16 løgtingsmenn í almennum starvi. Men tað ber ikki teimum til longur, tí sambært nýggju lønarviðurskiftunum, sum løgtingið samtykti [...] ella at søkja farloyvi, um tað ikki ber teimum til at fara niður á hálva tíð. Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður hevur sagt, at nú fáa løgtingsmenn stundir til tingarbeiðið. Men hóast broyttu lønarviðurskiftini
verður víst til skipanir í Grønlandi og Álandi, har viðurskiftini líkjast meira okkara. Óli Jacobsen finst serliga at teimum 2.000 krónunum, sum tingmenn nú fáa skattafrítt um mánaðin til telefon, pappír [...] teir longu frammanundan. Flokkarnir fáa stuðul til politiska upplýsing, sum júst er ætlað slíkum endamálum. Ta kontoina hava teir júst hækkað úr 2.5 mió til 3.0 milliónir, vísir Óli Jacobsen á. Hann heldur [...] byrja við tingmannalønini. Hetta sigur Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum og fyrrverandi ting- og landsstýrismaðurin. Hann er alt annað enn fegin um, at tingmenn meta sítt egna starv so høgt: