120, 140, 150 og 180 kilo. Teir báðir tyngstu av hesum steinunum eru rundir og tískil torførari at lyfta. Tað ræður um at lyfta so nógvar av hesum steinum so skjótt sum gjørligt, og Regin verður seinasti [...] seinna helvt av kappingini, og hendan fer øll fram á ovara vølli í Gundadali. Fyrst kappast teir í »millwalk«, har teir ganga í ring við eini stong, sum er fest í eina tunga vekt í miðjuni av mylluni. Aftaná [...] skulu teir halda tveimum tunnum, sum viga 220 kilo hvør, leysar av vøllinum so leingi sum gjørligt. Næstseinasta kappingin er lasting av kaggum. Hendan kappingargreinin var eisini í fjør, og tá gekst tað
Kyndil legði botnin undir føroyameistaraheitið longu fyrstu minuttirnar av avgerandi dystinum móti StÍF leygardagin. StÍF fekk fyrsta málið í dystinum, men so fór Kyndil upp á 5-1, og strandakvinnur komu [...] javnleikur 8-8, áðrenn Kyndil dróg frá aftur. Hálvleiksstøðan var 13-10 til havnarliðið. Fyrra helvt av seinna hálvleiki var góð fyri Kyndil og ring fyri StÍF, og tað var her, at veruliga avgerðin fall. [...] bógvin, tá Beinta Sørensen bleiv skadd tíðliga í kappingarárinum. Beinta kom inn aftur móti endanum av dystinum leygardagin, gjørdi eitt mál og hevði uppiborið sítt gullmerki eins væl og allar hinar á liðnum
tær kreativu sálirnar nevniliga koma oman og gera alt møguligt, sum tey síðani selja. Meginparturin av teimum, sum halda til her, eru menn, og teir arbeiða serliga við reinsdjórahornum, sum teir gera sonevndar [...] sonevndar tupilakkar burturúr. ##med2## Ein tupilakkur er ein óhugnaligur lítil figurur, sum er skorin út av tonnum, beinum, træi ella steini. Tupilakkurin stavar frá grønlendsku gudalæruni og skal sambært henni [...] ein tupilakk at hjálpa sær móti einum fígginda. Tað kundi man gera við at evna ein slíkan figur til av beinum og hornum frá djórum. Tupilakkurin bleiv typiskt settur út í havið, so hann sjálvur kundi finna
Syðradali. Opið hús verður leygardagin 14. august frá kl. 14.30 til kl. 23. Sam siglir av Klaksvík kl. 14.15 - 17.15 - 22.15. Av Syðradali kl. 17.35 - 22.35 Silvurbrúdleyp Týsdagin 17. august hava Jónleyg og [...] biðin um at siga frá innan 4. august á tlf. 424407. 80 ára føðingardagur Hósdagin 5. august bleiv Jensia Vatnhamar, Argjaboða 80 ár. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Jensiu, eru hjartaliga vælkomin í Róðrarneystið [...] í Leirvík kl. 18. Brúdleyp Sunnudagin 8. august giftast Helena Bjellvåg úr Havn og Sámuel Nordendal av Toftum. Vígslan verður í Vesturkirkjuni kl. 15. Veitslan verður fyri innbodnum á Hotel Føroyum kl.
eru sera nógvir fyrimunir við hesi ætlanini, sigur bóndin av Velbastað. Saman við bygdarmonnum sínum Jóhan Petur Brekkstein og Páll Djóna á Steinum, og Poul Müller hava teir bygt hetta 2000 fermetrar stóra [...] til at teir fýra bøndurnir fóru undir hesa ætlanina, sum í kostnaði táttar í tær 20 milliónirnar. Ein av stóru orsøkunum er, at Poul, Jóhan Petur, Páll Djóni og Tórfinnur vilja spara tíð, samstundis sum [...] tradisjonellu básafjósini at meta sum søga. - Vit mugu koma víðari, og tí fara vit at síggja fleiri fjós av slíkum slagi í framtíðini, sigur Tórfinnur Dalsgarð, sum nú sær fram til at ein meiri skipaðan gerandisdag
er sjónligur aftur. Tú sær hvørt meitlaslag og tevjarsveittadroparnar, sum hvør einasti av hesum túsundtals steinum, ið samanlagt eru Amtsmannsborgin, hava drukkuð í seg. Føroyskt basalt vakurt tilevnað [...] og innan. Vakur er urtagarðurin og hevur tú ikki verið innangarðs, so hevur tú heldur ikki varhugan av hvussu stásiliga garðurin er anlagdur. Eitt slott í byggifrøðiliga fátæku Havnini. Og nú hava teir [...] allan tónleikin hjá Bach. Tað er slett ikki so lítið. 153 fløgur, sum standa í einum kufferti í eini av stovunum. Útsýnið hevur einaferð verið gott, men nú sær tú antin Hafnia ella Cafe Natúr, líka mikið
søluleiðari, Hoyvík Sambandsflokkurin hevur havt ein býráðslim seinastu trý skeiðini, Annfinn Brekkstein av Velbastað. Flokkurin er í andstøðu í býráðnum saman við Javnaðarflokkinum. Annfinn Brekkstein stillar [...] Petersen, 1993-1997. Listin hjá Sambandsflokkinum: 13 Petur Frank Jákupsson Holm 14 Jákup Sverri Kass 15 Jensia Højgaard Kjærbæk 16 Jóhan Petur Johannesen 17 Petrina Berg á Lag 18 Annfinn Brekkstein 19 Harriet [...] Lützen 76 Dan Klein Borgaralistin er einasti nýggi listi, sum stillar upp til býráðsvalið í Havn. Tveir av teimum trimum monnunum eru virknir limir í Miðflokkinum, sum ikki hevur stillað upp til býráðsval í
Hesa løtuna var tað, sum um Neistin fekk verjuna at virka, og tað líkasum tók broddin av álopsspælinum hjá Kyndli. Av somu orsøk hevði Neistin eina fýramáls leiðslu, 10-6, tá ið komið var til hálvleiks. [...] óneyðugir feilir framdir av báðum pørtum. Sjálvt um báðar blivu mansvardar, dugdu tær tó at blanda seg upp í spælið, og eftir at Kyndil, sum áðurnevnt, hevði minkað til 13-14, vísti Simona av álvara sína styrki [...] geva fleiri av hinum liðunum harða mótstøðu. Dysturin í tølum Kyndil-Neistin 16-18 (6-10) Kyndil: Lotte Sørensen 7, Annika Thomsen 2, Anja Heinadóttir 2, Randi Wardum 2, Ann-Mari Vang 1, Jensia Kjærbæk 1
Jákup Mørk Hóast týdningurin av dystinum millum kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum ikki var so stórur, sum hann onkun tíð hevur verið, so er einki at ivast í, at hvørki av liðunum var serliga áhugað í [...] besta kvinnuliðnum, eftir at hon seinasta hálva árið hevur roynt seg í Slagelse. Hon átti bróðurpartin av fyrstu nógvu neistamálunum, og var tað ikki við skotstyrkini, so átti hon eisini næst seinastu hond [...] tað tó greitt, at tað helst ikki bert var Katrin á Neystabø, sum kom at verða avgerandi fyri útfallið av dystinum. Tað gjørdist nevnliga alt meira sjónligt, at orkan á kyndilsliðnum ikki var nóg góð til heilan
nógv kjak tikið seg upp í Føroyum, um hvussu føroyska heilsuverkið skal skipast. Sum partur av komandi ættarliði av føroyskum serlæknum vilja vit gera vart við okkara sjónarmið. Sjúklingurin er miðdepilin [...] útbýti av førleikum hjá starvsfólkum í heilsuverkinum. Sjúkrahús og heilsuverk skulu tí endurskoðast javnan, og ein langtíðarætlan má vera, fyri at sjúkrahúsverkið kann virka í tráð við menningina av læk [...] til allar føroyingar. Vit halda, at vit kunnu fáa munandi betri útbýti av fakliga tilfeinginum í Føroyum. Hetta er tó treytað av politiskari raðfesting. Fyrst og fremst eftirlýsa vit eina langtíðarætlan