Nú finst eingin føroysk kommuna, sum hevur lán í útlendskum feløgum. Runavíkar Kommuna og Sands Kommuna hava í hesum døgum fingið kvittan fyri, at øll teirra skuld í felagnum KommuneKredit er goldin aftur [...] Føroyum, sum høvdu lán í felagnum. Upprunaliga skyldaði Sands Kommuna 17,3 mió. kr. og Runavíkar Kommuna 5 mió. kr. Tað var Oyndarfjarðar Kommuna, ið upprunaliga stóð fyri láninum á 5 mió. kr., men 1. januar [...] eisini loystur frá veðhaldi fyri lánini. Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, sigur, at teirra kommuna hevur rindað eina millión inn á hetta lánið um árið, so hetta fer at loysa upp fyri at brúka peningin
Sands kommuna arbeiðir við nýggjum útstykkingum, nú byggiøkini, sum kommunan ræður yvir, ganga undan. Í Sandarbrekkuni eru øll grundstykkini seld, og Uppi í Nesi liggja kanska eini fýra óbygd. Brandur [...] ið spyrja seg fyri. Brandur Sandoy sigur, at nú Sandoyartunnilin nærkast við risafetum, fer Sands kommuna eisini at arbeiða við einari størri útstykkingarætlan. - Vit hava bundið okkum til at taka ímóti [...] gott høvi at byggja neyðugar vegir og planera grundstykki í einari størri útstykkingarætlan, sum Sands kommuna fer at taka støðu til, tá tann tíðin kemur, sigur borgarstjórin.