sigur Heidi Vinther, sum hevur verið undirvísari og er ógvuliga errin av næmingunum. Aftrat sær hevur hon havt Slavu Turchynets, sum hevur virkað sum tulkur. Umframt sjálva undirvísingina hevur nógv verið
at vit hava privatar fyritøkur, sum donera okkara sjúkraverki útgerð, sum er so kostnaðarmikil, at hon er torfør at útvega innanfyri galdandi fíggjarkarmar. Vit hava jú sæð áður, at tílíkar íløgur hava
er ikki øll søgan um ærina á Húsum. - Árið eftir í lembingartíð lembdi ærin aftur, og hesaferð kom hon við fýra lombum. Eg minnist, at ærin gekk við nógvum lombum hetta árið, sigur hann. Soleiðis, sum Andrass
hjáveiði, men skipini hava smáligan fiskiskap eftir upsa. Nú er gulllaksavertíðin eisini byrjað, og hon varar vanliga til einaferð tíðliga á heysti. Tvey partrolarapør eru farin á gulllaksaveiði. Um nakrar
sigarettum. Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, í samrøðu við Sosialin í dag. Hon vísir á, at tað er einki, sum er so vandamikið fyri fólkaheilsuna sum royking. Tað er langt síðani
flottari konsert fyrr í vár. Havnar Hornorkestur verður eisini vertur fyri árligu musikkstevnuni í ár. Hon verður hildin Dýra biðidag, 5. mai í Eysturskúlanum. Tískil verður høvið aftur at hoyra bæði Havnar
at Taiwan hevur 23,5 miljónir íbúgvar. Oyggin er 394 kilometrar long og 144 kilometrar breið, har hon er breiðast. Taiwan-sundið millum oynna og kinesiska fastlandið er 220 kilometrar, har sundið er breiðast
mamma hansara, Elizabeth dronting, doyði. – Vit minnast við stórari viring drúgva lív hennara, at hon gav seg til tænastu og alt, sum tað merkti fyri so nógv okkara, sigur hann í almennum boðum sambært
Mega Millions verður spælt í 45 av teimum 50 statunum í USA. Ein kupong kostar tveir dollarar, og hon kann keypast í øllum statum uttan í Alabama, Utah, Alaska, Hawaii og Nevada. Spælt verður týsdagar
ár afturat, skrivar Tvøroyrar kommuna á tvk.fo. Tey, ið heiðraði vórðu: Ása Midjord, í 25 ár hevur hon koyrt líkbilin. Svanna Nielsen, 20 ár í barnaansingini. Barbara Debes, 20 ár í reingerðini í Tvøroyrar