og praktiska tænastu til børn, ið bera brek. Vit hava fleiri skipanir, sum hoyra undir ymisk ráð, sum hvør í sínum lag gera sítt til at veita góðar tænastur - men tær samstarva ikki, staðfestur Javni. [...] samskipa tænasturnar til tilboðini til familjur, ið hava børn við menningartarni og fjølbreki. Og tað skal gerast ongantíð ov skjótt, leggur Javni afturat. Á Heimasíðu sín vísir Javni til frásøgnina frá eini [...] , tí umframt at vera foreldur, skulu foreldrini eisini samskipa eina ørgrynnu av fyriskipanum, ið ikki samstarva, umframt at tey skulu halda eyga við heilivági, og øðrum neyðsynjavørum. Tey skulu eisini
fyri vertirnar. Hetta helt sær fram til seinastu tíggju minuttirnar, tá Bjarni Jørgensen í tveimum førum var maðurin aftan fyri AB-skoringar. Fyrst legði hann upp til Pætur Dam Jacobsen, og at enda slapp [...] trý stig til kontina. Men í seinastu minuttunum datt sigurin burtur, tá Sonni Johansen javnaði fyri Vágamenn, og harvið tók tvey sera týðandi stig frá B71. Í Havn var Sumba á vitjan, og heldur ikki hesaferð [...] móti dystarenda, so broytti hetta ikki um stigabýtið í dystinum. Seinasti dysturin var í Vági, har LÍF fekk triðja sigurin upp í slag. Hesaferð gjørdist talan tó ikki um eins trygg tøl, sum tað hevur verið
málsviðgerð frá umsitingini, og kann leiða til tann tanka, at nú skal politiski myndugleikin gera av, hvør skal sleppa at fiska undir Føroyum. Tá er eisini skjótt til tann ræðandi tanka, at tað ræður um at [...] Fiskiloyvi skulu fyri á politiskum landsstýrisfundi, áðrenn tey verða latin til brúks. Tað stendur í áseting hjá løgmanni, sum sæst á heimasíðuni hjá landsstýrinum. Hetta er beint í móti andanum í stý [...] arlógini, sum er, at gangast skal burtur frá kollektivum avgerðum, og at málini skulu leggjast út til hvønn landsstýrismann og aðalstýri sær at avgreiða, sigur Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður fyri Tj
als ikki ráð til at vælútbúnir føroyskir serlæknar gleppa okkum av hendi, tí eingir pengar eru tøkir, tá vit hava møguleika at fáa fatur í teimum. Skipanin má og skal vera so mikið liðilig, at til ber [...] hevur verið so sera illa mannað við serlæknum, ið ikki hava megnað annað enn at halda gongd í hjólunum – men als ikki hava havt yvirskot ella orku til at hugsa stórar tankar um, hvussu okkara heilsuverk [...] bjóða serlæknum, ið tørvur er á, heim at virka í einum føstum starvi. Verður tað ikki raðfest, at tað fíggjarliga ber til at seta serlæknar í framtíðini, so verður trupult bara at halda verandi virksemi
Tað hava teir ikki ráð til í Vági, har FM rákin frá í fyrraárið væl og virðiliga er horvin. Stóra íblásturin og skjóta og ágangandi spælið, sum plagar at eyðkenna VB á heimavølli var ikki á Vágs eiði hesa [...] hesa ferð. Einki var at síggja til eitt nú Tórða Holm og Jón Paula Olsen og Gísli Sveinbjørnsson sat skaddur uttanfyri. VB hevði bóltin nógv, men teir spældu seg ikki til nógvar møguleikar. B68 hevur síðstu [...] av málum. Í ár hevur tað ikki gingið so væl hjá Fróða. Hann hevur ikki havt sama leiklutin á miðvøllinum og onkra ferðina í álopinum, sum hann hevði í fjør, og hann hevur ikki skorað støðugt í landskappingini
Vit hava fleiri fyrispurningar um hjálp, men hava sum er ikki orku til annað enn at geva ráð. Hinvegin er spurningurin, um miðnámsskúlarnir ikki innan fyri teirra egnu játtan fáa betri viðurskifti á hesum [...] kundu avgreitt hesar uppgávurnar. Har hevði til dømis borið til at útbygt bókasavnið í Fuglafirði, Vági og Klaksvík, sigur Martin Næs. Umleggingin frá kortáseting til edv-skráseting av øllum tilfari heldur [...] fleiri fólkum til hetta arbeiðið og partur av hækkingini í játtanini fyri næsta ár fer til hetta økið, sigur Martin Næs. Bókabilurin enn einaferð Bókabilurin, sum koyrdi út á bygd frá 1985 til 1993 við bókum
brillur, um teir ikki hva ráð til tess sjálvir. Sjálvur havi eg nýliga sæð borgarstjóran gingið fram við eini matstovu við skeinkiloyvi. Har sótu tveir mans avdotnir beint innan fyri ? mest sum til framsýning [...] kirkjuklokkurnar ringja, lata barrdyrnar upp. Tað sær ikki júst dámligt út. Og tað er ikki óvanligt, at menn leiga sær kamar á Hotel Føroyum og drekka har fyri fleiri túsund krónur, uttan at verða vístir á dyr [...] í Rúsunum og bryggjaríunum. Men tá tey, ið ringast eru fyri, ikki eiga fleiri pengar, royna tey at skava so frægt saman, at ráðini verða til ein dunk av húsarhaldsspritti, Royal d?Or ella hundashampoo.
ovboðið hjá teimum flestu. Nú má »deyðans ringvegur« hava elvt til ovmikið av sorg og trega til, at avvarandi myndugleikar taka neyðug stig til at tálma koyriferðina eftir hesum vegastrekki fram við Strond [...] vóru eftir øllum at døma ikki taldir. So stutt er síðan, at blómur prýddu stikið við Penapláss, har Lis og Kriss Guttesen doyðu av ferðsluóhappi í vár. Tær páskaliljurnar vóru ikki meir enn følnaðar. Nú hanga [...] vegskelti upp við ferðaavmarking ella banni fyri at koyra skjótari enn eitt vist. Men so mugu onnur ráð vera til at taka. Tórshavnar býráð varar av vegakervinum og ferðsluni í býnum. Løgreglan hevur ábyrgd av
eg spurdi ein eldri mann í bygdini um ráð, helt hann fyri, at best var helst fyrst at fara út í verð, fyri síðani at kunna koma heim aftur við hópin av vitan, til gangs fyri føroyska samfelagið. Sum sagt [...] virkisfúsu, haldi eg, at tað er gott samsvar millum míni hjartamál og tað, sum Sjálvstýri stendur fyri. Til løgtingsvalið í 1998, bleiv heitt á meg um at stilla upp fyri Sjálvstýri. Eftir eitt sindur av umh [...] sagt so gjørt! Við at líta aftur um bak, sær tað út til at vera ”mítt DNA”, at síggja og arbeiða við nýggjum møguleikum, og menning, sum røkkur langt inn í framtíðina. Dømini um hetta ”DNA” eru nógv og
og vitjaði Eydnu Skaale og spastiska son hennara, sum ikki er sloppin til ergoterapi, tí at eitt stríð millum fakfelagið og Heilsumálaráðið og Heilsutrygd er gingið hart út yvir sakleysu børnini [...] tað eru børn, sum hava lættari motoriskar trupulleikar, so kann samfelagið ikki rinda 475 krónur um tíman fyri at tey ganga til baking ella aðrar venjingar. Tað er nú einaferð soleiðis, at foreldrini [...] tað at baka við barninum kann hava, og er tað ein partur av ergoterapiini, so hví ikki tað? Tað er ikki rætt av landsstýrismanninum at niðurgera eina viðgerð á ein slíkan hátt. Tí fyri fólk