niður á eina brík. Eg tók síðan hálvan litur av blóði av læknanum og lat tað inn í æðrarnar á konuni. Læknin kundi so reisa seg upp aftur og halda á at arbeiða. Soleiðis kann eisini gerast, tá ið á stendur [...] øðrum á klinikkini, men áðrenn eg fór til hús, hugdi eg inn til feðgarnar. Tá ið eg opnaði hurðina inn til sjúkrastovuna, sá eg eina ótrúliga sjón. Á gólvinum lá skinni av eini nýflettari geit, og á tí lá [...] uni á eina ás, sum var lagt millum báðar sengurnar, sum vóru inni á stovuni. Ungi maðurin sat uppreistur í seingini og tugdi við góðum matarlysti bita av hesum feska kjøtinum. Pápin sat húkandi á gólvinum
Okkurt tíðarskeiði lá hon á sjúkrahúsinum á Tvøroyri og í Havn, men hon slapp undan sanatoriinum. Men í juni 1944 kom Elsa aftur á hospitalið í Havn at arbeiða, men hesa ferð á skrivstovuni. Hon minnist [...] november 1918. Elsa fór ung í realskúla í Vági, og hon tók prógv á Tvøroyri í 1936. Eftir hetta var hon í trý ár í handlinum hjá J.A.Godtfred, Dias á Heyggi, sum í síni tíð var ein tann størsti rokskipari í Føroyum [...] vera heima. Tí hevur hon seinastu árini verið á Ellis- og Røktarheiminum í Runavík, har hon hevur tað gott. Hetta skal fyrst og fremst vera ein persónlig heilsan til Elsu. Vit hava nevniliga kenst alla mína
sum hon hevur røkt í yvir tríati ár. Hon arbeiðir eisini hálva tíð á Norðoya Heimavirki á Biskopstø í Klaksvík. Elsa Maria er burturstødd á føðingardegnum, men vit vilja ynskja henni hjartaliga til lukku [...] lukku við stóra degnum og takka fyri alla hjálp og alt tað, hon gevur. Heilsan børnini, svigerbørn og ommubørn
staddir millum lond við krígsbyrjan á Norðurhøvum lótu føroyskt flagg evna til úr einum mjølsekki, vundu tað á stong og annars brúktu hetta heimagjørda merki í mong ár á sjónum. Else og Sólbjørn fluttu sum [...] er eisini røsk at lesa, og mær er sagt, at tá hon og Sólbjørn á sinni skuldu á eina ísraelsferð, lósu tey sum fyrireiking bíbliuna umaftur á tamb væl og virðiliga umframt nógv annað lestrartilfar viðkomandi [...] Else starvaðist heili 30 ár á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, áður Statshospitalinum, sum byrjaði sítt slóðbrótandi verk fyri sinnisveik seinast í seksti- og fyrst í sjeytiárunum. Og ikki hevur
nógv. Tá veðrið var til tað, fór hon til gongu inn á Tvøroyri at gera ymisk ørindi. Hon var eisini av og á og vitjaði tey eldru á ellisheiminum og á jólum hevði hon pakka við hosum ella skóleistum og [...] seint á kvøldi tann 6. apríl í ár. Hetta var nú ikki tann omman sum ogor kendu so væl, at liggja so sjúk og orka so lítið. Nei omman var altíð tann sum var klár til at rætta eina hjálpandi hond, tá á stóð [...] uppgávu og so gjøgnumførdu tær tað eisini. Einaferð fortaldi hon um eina veistlu á hotel Øravík. Best sum tað leikaði harðast á í køkinum fór streymurin, men øll fingu heitan mat, takka verið nógvum stearinljósum
undankomin. Fyrst á flakavirkinum, síðani á Vistarheiminum, har var hon sera glað fyri at vera. Mamma hevur altíð tikið sær nógv av børnunum og ommubørnunum, passað tey og ikki minst bundið upp á tey. Hon hevur [...] 31. juli fyllir Emly Poulsen á Skáltavegnum í Klaksvík 80 ár. Mamma er vaksin upp við Keldu í Leirvík, hon er næstelst av 13 systkjum. Hon fór sum ung til Havnar at tæna og har møtti hon Julian úr Øravík [...] Skálanum í Klaksvík týsdagin 31. juli kl 17, og vit vóna, at nógv fólk koma at heilsa uppá hana. Heilsan døturnar
hjá Hensari Anthoniusen á Morkranesi. Stovan er full av bókum frá gólvi og upp undir loftið. Har er ikki ein blettur á vegginum berur og hevði tað borið til at hongt reolir upp á hurðini og gluggan við [...] eg sigldi. Eg havi eisini lisið nógv umborð, tá vit sigldu á ella av fiskileið. Á reisum, sum sjómenn kalla tað. Og áhugin fyri bókum byrjaði á heilt ungum árum. Sum 10 ára gamal plagdi Hensar at lesa søgurnar [...] Men áhugin fyri bókum tók rættuliga dik á seg, tá eg var um 40 ár, sigur hann. HÁSKÚLI STIMBRAÐI Sum 28 ára gamal fór Hensar á háskúla í Haslev og beint aftaná á diakonskúla í Århus. Bæði háskúlin og d
1. august verða bøtur skrivaðar fyri at parkera ólógliga á Skálatrøð. Higatil hava fólk kunnað sett bilin frá sær á parkeringsøkinum á Skálatrøð í Havn fyri dagin. Ella fyri fleiri dagar. Men av tí at [...] standa á í fleiri dagar, verður har nú tíðaravmarkað parkering. Tey, sum hesa vikuna hava parkerað har ólógliga, eru higartil sloppin við eini heilsan frá politinum undir viskaranum. Men aftan á ólavsøku
fram av Signari á Brúnni, tjóðveldislandsstýrismanni í mentamálum í november 1998 og vælsignað av Karstini Hansen tjóðveldislandsstýrismanni í fíggjarmálum um somu tíð. Hon bleiv samtykt á tingið 22. december [...] Eg skilji væl at Annita er frustrerað. Frustratiónir í Tjóveldisflokkinum var júst heitið á greinini hjá mær í samband við svik Tjóðveldisfloksins mótvegis skúladeplinum. Men Annita ! - tað skerst ikki [...] beint tekniska skúla í Havn til Klaksvíkar. Eg havi loyvt mær at taka hetta álop Tjóveldisfloksins á skúladepilsætlanina í Marknagili í ramasta álvara. Allir tingmenn vita, hvussu viðbreki málið um sk
og hansara politisku hundakynstur. Ein landsstýrismaður skal røkja sítt starv á fullgóðan hátt, og tað ger Eilif Samuelsen á ongan hátt. Eitt er, at fólkaflokkurin, verkamannafylkingin og KrF heldur enn [...] landsstýrið fyri, at tey, ið ætla sær at taka eitt líkinda studentsprógv í summar, sum eina seinastu heilsan skulu fáa ein undir vangan frá teimum almennu Føroyum. Eins og við skattalættanum til sjómenn, ið [...] næmingarnar í studentaskúlunum. Herðindini av jólahýrinum skulu takast innaftur við at spara pening upp á ungdómin, og hesir næmingar skulu so verða rambukkurin, sum skal spreingja næmingatalið í tí samlaða