Elspa Joensen

F. 22.11.22 d. 06.04.10

Ogra elskaða Elsp-omma er farin. Tað er ikki til at trúgva, men tíverri satt. Hon legði eyguni saman fyri síðstu ferð seint á kvøldi tann 6. apríl í ár. Hetta var nú ikki tann omman sum ogor kendu so væl, at liggja so sjúk og orka so lítið. Nei omman var altíð tann sum var klár til at rætta eina hjálpandi hond, tá á stóð, báði hjá familju og annars øllum, sum høvdu brúk fyri tí. Hon luttók til tað síðsta í mongum felagsskapi, so sum pensionistafelagnum HØFT, sjómanskvinnuringinum og dagtilhaldinum hjá Annu. Hon var eisini so mangan norðanfjørðs til ymiskt, í Nesvík við sjómanskvinnuringinum, veistlur hjá pensionistafeløgunum og vitjaði familju og vinir. Eisini bleiv fari til okkurt bingo norðanfjørðs, og tað var ikki so sjálvdan, at onkur vinningurin kom suður við aftur. Eitt dømi um hvussu virkin omman var, er nú seinast hon var norðanfyri: hon kom suður við “Smyrli” onsdagin tann 17/3, setti taskuna og fór beina leið í dagtilhaldið, og meðan hon nú var úti, so var eitt bingo í Hvalba sum hon líka so væl kundi fara til, áðrenn hon lendi heima hjá sær sjálvari aftur á Sevmýru seinni um kvøldið. Men tað var ikki bara í Føroyum at omman ferðaðist. Seinnu árini hevur hon verið manga uttanlandaferð, báði sjálv og eisini við pensionistafelagnum. Hon vitjaði lond so sum Danmørk, Noreg, Ísland, Polen, Týskland, Finland og ferðaseðilin til Amsterdam lá eisini klárur, men omman náddi ikki hendan túrin, hon doyði ein mánaða áðrenn tey skuldu avstað.


Elsp-omman gjørdist longu einkja sum 50 ára gomul. Hetta var tungt fyri hana, ein stór sorg og eingin fíggjarlig hjálp at fáa, sum tað er í dag. Men omman fall ikki í fátt, og sum hon plagdi at taka til: Tað var mangan solti, men tað gekk.

Hon bant nógv, heilt frá at hon var stór smágenta og líka inntil hon bleiv sjúk á páskum í ár, og tað eru ikki so fá pløgg, sum ogor hava fingið frá henni millum ár og dag. Hon bant ikki bara til tey nærmastu, men eisini til onnur, sum hon var góð við, og tey vóru ikki so fá. Eisini bant hon hosur og skóleistar til jólagávur til sjómenn gjøgnum sjómanskvinnuringin.

Og so ikki at gloyma “bryssukrini” hjá Elsp-ommuni. Tann sermerkti angin av kókaðum sukri og at síggja ommuna svinga sukurmassan á krókin og toga og toga, til tað var passaligt at klippa. Tað var sum at síggja ein ungling standa og arbeiða. Hon gjørdi tað síðstu kókingina fáar dagar áðrenn hon bleiv sjúk.


Omman gekk eisini nógv. Tá veðrið var til tað, fór hon til gongu inn á Tvøroyri at gera ymisk ørindi. Hon var eisini av og á og vitjaði tey eldru á ellisheiminum og á jólum hevði hon pakka við hosum ella skóleistum og “bryssukur” til fleiri av teimum. Tí sum omman segði, so var tað so synd í teimum gomlu. Hetta flentu ogor so mangan at, tí fleiri av teimum vóru væl yngri enn omman sjálv. Var tað harafturímóti kavi og hálka, so hon ikki slapp frá húsum í nakrar dagar, ja so skeldaðist hon óført um tað.


Eitt, sum nógv fólk hava havt gleði av við Elsp-ommuni, er matgerðin hjá henni. Hon var altíð til at heita á og henni dámdi eisini so ómetaliga væl at fáa onkran gest til døgurða, og tað var lagamanni hjá ogon at fáa dunnu ella fleskasteik mitt í viku. Omman plagdi at taka til; hvussu í Jesusar frið skal eg klára at eta eina heila dunnu, ella hvat tað nú bleiv borðreitt við, sjálv. Men eisini var hon fastur kokkur í mong ár til brúdleyp og aðrar veistlur, sum vóru runt fjørðin og tað hevur verið sera spennandi at hoyra hana siga frá um tær vánaligu umstøðurnar, sum tær mangan kokkaðust undir. Ogor hava mangan undrast á, hvussu tær hava klára at gera mat til so nógv fólk undir teimum umstøðunum, men hetta vóru sonn konubrot, sum vóru settar til eina uppgávu og so gjøgnumførdu tær tað eisini. Einaferð fortaldi hon um eina veistlu á hotel Øravík. Best sum tað leikaði harðast á í køkinum fór streymurin, men øll fingu heitan mat, takka verið nógvum stearinljósum at halda sósini heita og einum gomlum gasskomfýri, sum bleiv rigga til, at halda restina heitt.


Teir rundu og hálvrundu føðingardagarnir, sum Elsp-omman helt, reflekteraði sera væl hvør hon var og hvussu avhildin hon eisini var. Har vóru altið nógv fólk til hesar veistlur, ung sum gomul og frá øllum samfelagsløgum. Ja, hon var ein sera avhidin kvinna. Hetta síggja ogor eisini við at hyggja í gestabøkurnar hjá henni, har mong hava skrivað henni eina heilsan millum ár og dag.


Elsp-omman var altíð sera áhuga í hvussu tað gekk hjá ogon øllum. Øll ogra áhugamál og frítíðarítriv høvdu eisini hennara stóra áhuga. Hon mintist eisini hvønn føðingardag og allar aðrar merkisdagar hjá ogon, og hon var altíð klár at hjálpa til tá hesir dagar skuldu haldast. Eitt sum var obligatorist var, at Elsp-omman bakaði eina grøna kaku og hon er so sanniliga sakna, nú omman ikki er millum ogon longur, sjálvt um onkur í familjuni kemur rættiliga tætt uppá at gera grønukaku hjá ommuni. Hon hevði eisini altíð gávu við og mangan var tað ikki bara eina, men fleiri. Hetta var nú mest á jólum, tí omman keypti jólagávur ígjøgnum alt árið, og so kom tað meir enn so fyri, at hon hevði gloymt at hon longu hevði keypt eina.


Ommuni dámdi allan ítrótt, tó mest tann sum hevði við bóltspæl at gera. Hon helt ikki við nøkrum serligum útlendskum liði, men henni dámdi so sera væl at hyggja at fótbólti í sjónvarpinum. Og spurdu ogor hvør spældi, so svaraði hon bara, at tað visti hon ikki, men tað eina liðið var blátt og hitt var reytt, ella hvørja farvu troyggjur teir nú høvdu. Men hon hugnaði sær við einum góðum dysti og tað var tað, sum taldi fyri hana.


Góða omman, annan páskadag vóru ogor altíð samlaði heima hjá tær. Í ár vóru ogor øll aftur samlaði rundan um teg, men í ár var tað ikki fyri at hugna ogon við góðum mati frá tær, fyri síðani at fara út á bøin at rulla páskaregg. Nei, í ár var tað rundan um sjúkralegu tína, tú lá til tað síðsta. Høgt elskað og nógv saknað.


Eftir eru bert øll tey fantastisku minnini sum ogor hava um teg góða omman.


Ogor vilja enda við hesi yrkingini, sum ogor halda minnir nógv um ommuna


Hænderne

Av Rosa Abrahamsen


Der er hænder som hvide liljer,

og hænder som roser i knop,

der er hænder med stærke viljer,

- en hånd kan være så smuk.


Der er hænder, som altid kræver,

og hænder, som helst vil gi',

der er store, barkede næver

- og hænder med drømme i.


Der er hænder, som skælver følsomt,

og hænder, som dirrer forskræmt,

og nogle, som hvisker erotisk,

mens andre er dybt beklemt.


Der er blide vedmodige hænder,

og hænder, som altid ta'r hårdt,

der er hænder, som kommer imøde,

og hænder, som vender sig bort.


Der er bitte, bitte små hænder,

som endnu intet har med,

og gamle senede hænder

så fulde af aftenfred.


Der er travle, urolige hænder,

og hænder så triste og grå,

og nogle er flagrende fugle,

som ingen sjæl kan forstå.


Hvíl í friði elskaða Elsp-omman 


Ynskja ommubørnini Kaj

Linda við familju og

Petur við familju