húsarhaldi millum kr. 10.000 og kr. 15.000 bara í tilfari til káplar og forsterkarar. Afturat hesum kom so niðurgraving og parabolskipan og útbúnaður til Rás Tórshavn og SvF, soleiðis at kostnaðurin hvørt húski [...] t.d. Norðasta Horn og Inni á Gøtu, at sera ring líkindi er hjá hvørjum húsi sær at móttaka bæði Rás Tórshavn og SvF. Tí varð eisini roynt at venda sær til býráðið um at fáa teir at gjalda part av hesum [...] viðlíkahald. Tað vil siga, at vit, sum hava verið atvoldin til, at bæði land og kommuna hava spart nógvan eyka pening við ikki at seta send-arar upp til m.a. hesi øki, nú skulu áleggjast eykaskatt afturfyri
fleiri ár á baki, kenna øll tilkomin upprunan til hesa stevnu. Navnið hevur hon eftir Ova Joensen, sála, sum í 1986 framdi ta bragd at rógva úr Nólsoy heilt niður til Keypmannahavnar. Hetta tók honum meira enn [...] Nólsoyar Sangkór at syngja, og vinningar fyri køku-kapping verða handaðir. Fríggjakvøldið spæla Vágaverk til dans í stóra tjaldinum úti á Klivum, og leygarkvøldið fara Hjarnar og Dansiorkestrið at spæla, ávikavist [...] í tjaldinum og í Royndarhúsinum. Hetta kvøldið verður eisini dansinátt í Avhaldshúsinum, har Slái Ring luttekur. Á skránni fyri ovastevnu í ár er mangt og hvat, og millum mongu tiltøkini bæði fyri ung
skal til. Føroyingar eru jú í leiðsluni hjá nógvum av fyritøkunum og eru primus motor. Tað, sum manglar, og sum John Petersen eisini hevur verið inni á, er, at vit eru ikki nóg kapitalsterkir til at taka [...] tað vit hava sæð til aktiva luttøku leiðsluni av tí arbeiði, sum nú er gjørt. -So tað er ikki vist, at tað verður NCC, sum kemur at gera Norðoyartunnilin? -Tað veit eg ikki. Tað er ringt at siga, hvat hendir [...] fara undir Suðuroyarfjørð, men eg ivist ikki í, at tað verða ikki nógv ár, áðrenn tann møguleikin er til steðar. So tað suðuroyarskipið, sum nú verður bygt, og sum verður eitt sera framkomið og nútímans skip
tosa um rótina til alt ilt, og hon er hertøkan av palestinskum øki og framhaldandi búsetingarnar. Talan er um eina politiska kreppu, ið má loysast politiskt. Ísrael má til at vísa vilja til at ganga undir [...] sum fylgja gongdini í fjølmiðlunum, er ringt at gera sær eina niðurstøðu, tí støðan er so ørkymlandi. Ikki meira enn hava týðandi leiðarar úr øðrum londum sett seg til samráðingarborðið fyri at finna eina [...] tvingast til at góðtaka eina altjóða friðarherdeild. Hon er einasti útvegur, nú tá partarnir ikki vilja geva seg ein tumma. Ein altjóða friðarherdeild kann so eisini vera júst tað, ið skal til fyri at fáa
ikki væl til og bað hann sleppa sær oman í kjallaran at lata seg úr. Tá vísti tað seg, at hann var so fullur í lús, at klæðini livdu. Serstakliga skipstroyggjan sá út, sum um hon skuldi fara til gongu. Og [...] annað, vit minnast um abba. Vit vilja her senda eina heilsan til ommu, sum nú má venja seg við at vera einsamøll og somuleiðis eina heilsan til Hanna abbabeiggja. Hvíl í friði, abbi. Trygvi og Sylvia [...] doyði abbi okkara eftir langa sjúkralegu. Ein kann ikki siga, at tað kom óvart á okkum, men tað var ringt at ganga niðri og ikki fáa høvi at siga farvæl. Men tíbetur hava vit nógv góð minnir um abba okkara
orku, og milliónir av peningi til fullveldisætlanina, fyri at nøkta tørvin hjá onkrum ørvitisknokki, sum hevur mist jørðforbindilsi. Hvør hevur givið samgonguni loyvi til alt hetta, uttan fyrst at spyrja [...] haldgott støði at grunda ein nýggjan búskap á. Eingin meiriluti Føroya Landsstýri, sum nú er farið til Danmarkar at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum, hevur ikki meiriluta aftanfyri seg. Í Uttanlandsnevndini [...] at gera íløgur fyri yvir milliardina. Sjúkrahúsverkið er niðurslitið. Almannaverkið livir ikki upp til tann tørv, sum samfelagið hevur. Strandferðslan liggur lamin um stutta tíð, tí skipini eru niðurslitin
við skattalætta, men man skal so sanniliga eisini fáa milliónaupphæddir til gávus fyri at fiska ogn Føroya fólks. Reinur stuðul til rakstur ella endurnýggjan av rakstrartólum uttan nýhugsan tænir ikki nøkrum [...] ið skal gjalda, skal vera við til at valda. Ein møguleiki kundi verið at víðka núverandi Framtaksgrunn. Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum er ein loysn, ið átti at appelerað til bæði høgra og vinstra í føroyskum [...] er neyðugur. Pengar koma bert at ganga meiri í ring enn neyðugt er. Eitt samfelagstilfeingi sum fiskurin er, eigur at gagnnýtast á mest effektivan hátt til gagns fyri føroyska samfelagið, tí tað kann ikki
álitið gevur henni vón um, at tað fer at bera til hjá teimum at flyta heim aftur til Føroyar, og at Gunnleyg tá kann fáa eitt undirvísingartilboð, sum er hóskandi til hana og hennara førleika. - Hetta er heldur [...] einum króki, og hetta hevur hon eisini fingið loyvi til. Tá ið familjan, og onkuntíð skúlin, hava gjørt eina roynd fyri at fáa stuðul frá skúlaverkinum til Gunnleyg, hevur hetta víst seg at vera meira ella [...] Skive, og har bleiv mælt til, at Gunnleyg at byrja við kom at ganga í einum sokallaðum OBS-flokki. Hetta er ein flokkur, har næmingarnir verða eygleiddir av serútbúnum fólki í upp til eitt ár, áðrenn endalig
okkurt tilvildarligt brádliga kann kveikja minnini. Til dømis kunnu tankarnir eina sorgleysa løtu á eini strond í Suðuramerika brádliga verða sendir til ta gomlu jarðarferðina í Havn: ”berføttur á sandinum [...] spennandi við døgunum, sum bjóða upp til dans: ”Dagarnir hanga / sum sálmarnir í kirkjum / hvør teirra ein variatión / av tí sama.” Mann tímir ikki tað, sum býður seg til, har mann er. Men mann tímir heldur [...] teimum allar nærmastu. Sum yrkjarin sigur um mammuna: ”Og eingin uttan tú / kendi til tað ringasta, / sum nústani gevur seg til kennar, / tá tað ringasta er / yvirstaðið.” Tí fyri tað, um blómurnar á grøvini
so um fá ár verður koyrandi til meginøkið. Borgarstjórin vísti á, at tá alt hetta er gjørt, ber eisini til at búgva á bygd, hava spennandi starv aðrastaðni og atgongd til teir møguleikar, sum flest onnur [...] haki settur í fyri nýggju farleiðini til Dals. Hetta hendi, tá landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Heðin Mortensen, loysti fyrsta flagið av fyri nýggja vegnum til tunnilsmunnan húsavíkarmegin. Almenna [...] hann tók til. - Eins og tað stendur í endurskoðaðu ferðslutrygdarætlanini er neyðugt við einum góðum vegakervi fyri at tryggja, at trygdin er í hásæti. Og tað er eisini hetta, sum er orsøkin til, at Dalstunnilin