síðstu viku segði hann við Yle, at orsøk var til at hava illgruna um, at FIIA ikki hevði brúkt somu valkriterium fyri allar umsøkjarar. - Uttanífrá sær tað ikki gott út, segði professarin í síðstu viku. [...] vóru boðin til samrøðu, skriva finskir miðlar. 21 ára gamli sonur forsetans er á fyrsta ári á bachelorútbúgving á einum universiteti í Bretlandi. Hinir fýra umsøkjararnir, sum vóru boðnir til samrøðu, lesa [...] hevur seinastu dagarnar sett sinnini í kók í Finnlandi, eftir at tað kom fram, at starvið var farið til Oliver Stubb, sonin hjá forsetanum í Finnlandi, Alexander Stubb. Tað upplýsir tíðindastovan TT. Tilsamans
Ísrael hevur góðtikið eina røð av treytum, sum merkir, at eitt uppskot til 60 daga vápnahvíld í Gaza verður endaliga avgreitt. Hetta skrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump, á sínum egna sosiala miðli [...] treytirnar eru. - Míni umboð høvdu ein langan og gagnligan fund við ísraelar í dag, skrivaði hann. Tað er ikki greitt, hvørji umboðini úr USA og Ísrael eru. Trump heitti eisini á hernaðarliga bólkin Hamas um at [...] uppskotinum. - Eg vóni fyri Miðeystursins skyld, at Hamas tekur undir við hesi avtaluni, tí hon verður ikki betri - hon verður bara verri, sigur hann. Endaliga uppskotið verður lagt fram av miðlarum úr Qatar
- 417 milliardir krónur. Sambært danska uttanríkisráðnum hevur Danmark til samanberingar latið umleið 67,6 milliardir krónur til Ukraina í hernaðarligum stuðli. /Ritzau/ [...] USA steðgar nøkrum vápnaveitingum til Ukraina, tí stúran er fyri, at egnu goymslurnar hjá USA eru vorðnar ov lítlar. Tað sigur ein ónevndur embætismaður í amerikanska verjumálaráðnum, Pentagon, við tí [...] vápnum, sum hava verið lovað Ukraina, er ov lágt í goymslunum hjá hjá USA. Embætismaðurin upplýsti ikki, hvørji ávís vápn verða hildin aftur. Upplýsingarnar um, at nakrar vápnaveitingar eru steðgaðar, eru
Tað gevur øllum atgongd til spælið, og tað gevur teimum, sum veruliga vilja menna seg og gerast betri, fríar umstøður til at gera júst tað. Tey siga, at tað ikki kann bera til hjá einum landi við nøkrum [...] vera eitt lítið land – til dømis, at vit kunnu lata okkara hallir standa opnar, so øll kunnu sleppa inn at spæla og venja, tá tey hava hug til tað. Tað gevur okkum nakað, sum ikki sæst í stórum milliónbýum [...] høvdi. Millum fjallaklintrarar verður ofta sagt, at tað er ikki fjallið, vit vinna á – tað er okkum sjálvum. Tykkara bronsumerki eru ein íblástur til okkum øll um, at hart arbeiði, dugnasemi og tað at tora
sagt, eru til høvið í dag. Tað kundu tey tað sama verið. Men tey eru frá 2017, tá eg sum løgmaður bar heilsu fram til táverandi U21-landsliðið í hondbólti. Tá var bragdið at spæla seg víðari til HM-endaspælið [...] høvdu sæð ein heilan hondbóltsdyst fyri stuttari tíð síðan. Ja, og tað eru enn nøkur, sum ikki kenna reglurnar til fulnar, men fylgja við kortini! Tað er felagsskapurin, sum dregur. Tað er kraftmikla kenslan [...] okkum. Ímyndið tykkum: Fyri góðum 50 árum síðan bleiv hondbóltur ikki leiktur inni. Hann bleiv leiktur úti. Tað eru stór lop frá tí til dagin í dag, har vit eru ósigrað í stásiliga heimavøllinum við Tjarnir
oyðiløgd og børn svølta. Trot er á reinum vatni, sjúkur herja, heilivágur vantar og sjúkrahús gerast til líkhús. Greið prógv eru um krígsbrotsverk, brot á humanitera lóg og mannarættindi, brotsgerðir [...] hálvtannað ár, er Ísrael sloppið at halda fram. KOLLAPS AV MORALI OG ALTJÓÐALÓG Vit eru vitni til eitt kollaps av morali og altjóðalóg. Heimsins leiðarar hava svikið palestinar í Gasa - eisini Føroya [...] Føroya politiska leiðsla hevur svikið. Lyftið um, at fólkadráp ongantíð aftur skuldi fara fram, kann ikki sigast at vera annað enn tóm orð. Millum Føroya politisku leiðarar valdar ein ræðandi tøgn, sum boðar
tímar og 12 minuttir. Tað gekk væl. Skiftini frá svimjing til súkkling og frá súkkling til renning gingu væl. Hann súkklaði ok, men rann ikki so skjótt, sum hann plagar. Hugsast kann, at tað eisini her [...] er væl nøgdur við tíðirnar, hann svam, súkklaði og rann, og sum vanligt gjørdi hann tað, sum skal til fyri at koma á skammilin. Í Helsingør vóru Brian L. Feisturstein og Benjamin Thomassen og gjørdu ½
er ikki bara grønari og sunnari, tað gevur eisini eina øðrvísi og meiri hugdýpandi ferðauppliving har tú sært og upplivir oyggjarnar á annan hátt og so er tað harafturat eisini ein av lyklunum til at loysa [...] ferðavinnuna her á landi. Ein nýggj heimasíða er gjørd við átta útvaldum súkkluleiðum, ið geva íblástur til súkklutúrar ymsastaðni í Føroyum. Harafturat er ein filmur framleiddur ið lýsir súkkling og ferðslutrygd [...] kunning, fleiri súkkluleiðum og einum súkklukorti ið vísir á bestu súkkluleiðirnar um alt landið. Til ber at síggja nýggju súkklusíðuna og filmin á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands
felags hentleikar til íbúgvar. Byggivaldið kann geva serloyvi til annað virksemi sum handlar, smærri vinnuvirki og stovnar, ið natúrliga hoyra býlinginum til, treytað av, at hetta ikki er til ampa ella spillir [...] Fyri viðurskifti, sum ikki eru reguleraði í serstøku byggisamtyktini, eru ásetingarnar í almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu galdandi. Víðari stendur, at økið skal nýtast til blandaða bústaðar- [...] fimm træðir, sum Tórshavnar kommuna eigur ovast á Villingadaglsvegnum beint uppi yvir tunnilsmunnanum til Húsareynstunnilin. – Endamálið við hesi serstøku byggisamtyktini er at skipa høga og fjølbroytta bústaðar-
Ein russisk álopsdrona lá millum tomatir og agurkir. Dronan var ikki brostin. Hon var bara lend í garðinum, uttan at nakar varnaðist tað. Hon var tó framvegis vandamikil. Tí vórðu serfrøðingar kallaðir [...] dronurnar ofta lenda í opnum landslag ella skógum uttan at gera nakran skaða. Hetta er helst orsøkin til, at umrødda drona kundi endað í kálgarðinum hjá einum borgara. /Ritzau/