arar um rúmliga arbeiðsmarknaðin. Bakkafrost var vertur fyri tiltakinum, og stórur áhugi var millum innbodnu arbeiðsgevararnar. Endamálið við fundinum var at umrøða nýggju lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk [...] hvørjar royndir teir hava á økinum. Landsstýriskvinnan var í mars í ár á Tvøroyri við líknandi tiltaki fyri arbeiðsgevarar í Suðuroy. Hesaferð var tiltakið fyri arbeiðsgevarar í Eysturoy og Norðuroyggjum [...] rúmligari arbeiðsmarknað, eins og Almannaverkið greiddi frá amboðunum í nýggju lógini. Eftir framløgurnar var eitt hugvekjandi kjak um, hvussu tað almanna og vinnan í felag kunnu verða við til at skapa ein rúmligari
vigaði 3950 gr. og var 56 cm langur. Foreldrini eita Ingrid Bjarnastein og Rói á Kósini. Fríggjadagin 10. mai fingu Paula Ólavsdóttir og Albin Johannessen ein son, hann vigaði 3.650 gr og var 54 cm langur. [...] og Christina Nolsøe, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4410 gr. 24. mai fingu Leon, Gunna og Kristin henda fitta, lítla beiggjan. Hann var 51 cm langur og vá 3570 gr. Foreldrini eru Signhild [...] Jacobsen, Norðragøta, eina dóttur. Hon var 57 cm long og vigaði 4790 gr. 5. juni fingu Fróði Johannesen, Nes Eysturoy. Palma Ryggshamar, Leirvík, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3900 gr.
Spenningur var um veðrið, tí tað hevur regnað illa í løtum í Havn í dag. Men kl. 18.00 var turt og umstøðurnar at renna ár vóru sera góðar: Samdrigið, turt og ikki ov heitt. Hjá monnunum var kappingin sera [...] tíðini 16.39, Sam Vang var beint í hølunum á honum við 16.42 og átta sekund eftir hann kom Hallur Holm á mál við tíðini 16.50. Hjá kvinnunum var ikki so tætt í oddunum. Her var Bjørk Herup Olsen ikki óvæntað [...] skjótasta við tíðini 18.14, nummar tvey gjørdist Súsanna S. Hansen við 18.30 og triðja kvinnan á mál í dag var Borgarhjørt Holm, ið rann teinin upp 20 minuttir og 4 sekund. Tíðirnar hjá øllum rennarunum og úrslitini
minkaði, men ikki so nógv, at tað nakrantíð gjørdist nakar ivi um, hvør tað var, sum var fyrstur á mál. Tá ið skotini geltu, var munurin ein stórur skutur ella lítil hálv bátslongd. Eingin av hinum bátunum [...] Talan var um fína kapping, men tað tørnaði soleiðis út, sum tað gjørdi á vánni í Klaksvík. Tvørabáturin legði bragdliga fyri, og tá ið bátarnir fóru um túsund metra málið, var Tvørabáturin framvegis á [...] á odda. Men so tóku sundamenn orduliga á. Tá ið hálvur teinurin var rógvin, var Sundabáturin fremstur, og fjarstøðan aftur til Tvørabátin øktist til hálva bátslongd. Í endaspurtinum bjóðaði Tvørabáturin
bjóðaði av í startinum, men tað var skjótt, at guli báturin dragnaði, og so var talan um tvær kappingar: Havnarbáturin og Ormurin kappaðust um fremsta plássið. Í tí kappingini var munurin ein bátslongd og reiðiliga [...] millum 10-mannaførini. Havnarbáturin var fyrstur á mál í dag, og harvið verður tað ógvuliga spennandi í teimum báðum síðstu kappingunum ? í Miðvági og á Ólavsøku. Tað var ógvuliga stórur spenningur undan startinum [...] neyðugt við nýggjum starti. Havnarbáturin leyp avstað, og síðani stýrdi hann kappingini, og á málinum var hann gott og væl leysur av Orminum, sum frammanundan hevði vunnið tríggjar av fýra róðrum. Eysturoyingur
leygardagin var fyrsta ferðin, at Ingi Olsen fór í høllina í Vestmanna sum spælari við øðrum liði enn VÍF. Tí var talan sjálvandi um serstaka uppliving hjá Neista-venjaranum, men tíðin var tó neyvan til [...] stóru sentimentalu armsveiggini. Frá fyrsta bríksli var Neistin trýst aftureftir, og eftir dystin var venjarin tann fyrsti at viðganga, at hann var meira enn bara fegin um javnleikin. - Ja, tað er púra [...] púra sikkurt. Vit berja okkum til ein sigur – ella ein hálvan sigur. Tað var neyvan serliga vakurt at síggja, men vit klára at fáa eitt stig. Og tað haldi eg, at vit eru fegnari um enn vestmenningarnir. Við
teir trupult við at fáa bóltin í netið. Ímóti endanum var tað B36, sum var sera tætt uppá at strúka avstað við øllum stigunum, tá ið Oddmar Færø var sera tætt við at skora. Javnt í oddabrakinum í Runavík [...] spælinum, tí teir sótu fyri tað mesta á bóltinum. Tað var tó sera trupult hjá teimum at koma fram til málmøguleikar, tí B36 stóð sera væl á vøllinum. Tað var B36, sum fekk fyrsta málið. Málið kom eftir eitt [...] bóltin hart og trygt í netið til 1-0. Gleðin var tó stokkut hjá havnarliðnum, tí beint fyri hálvleik javnaði Bogi Løkin fyri heimaliðið. Í seinna hálvleiki var NSÍ fyri tað mesta omaná, men eisini her høvdu
kvinnum var í fimleikahøllini í Sørvági leygardagin, har SÍ tók ímóti Mjølnir. Sjálvt um SÍ helst var favorittur undan dystinum, so var tað tó Mjølnir, sum byrjaði dystin betur. Fyrsta settið var ógvuliga [...] aftur javnt á eina løtu, men so fór SÍ frá Mjølnir. Úrslitið gjørdist 25-15, og nú var SÍ komið í gongd. Í 3. setti var slett eingin ivi. Her førdi SÍ allan vegin, og at enda vunnu tær heili 25-8. Nú skuldi [...] vinna 4. sett, um tær skuldu hava møguleika at vinna dystin, men soleiðis bleiv ikki. Enn einaferð var SÍ væl sterkari, og hetta settið vunnu tær 25-16. Sostatt hevur SÍ fingið eina góða byrjan upp á nýggja
hús, og at hann var á veg eftir honum. Og rætt var. Maðurin fór við nósanum, hesin leikurin var av og ein frágreiðing var nú uppá, hvussu hesin nósin endaði so ovarliga á alfaraveg. Hann var stutt sagt rýmdur [...] Hann var ikki lættur at fáa eyga á, tann grái nósin, ið lá á grásvarta asfaltinum oman fyri FK handilin á Tvøroyri leygardagin. Men bilar og fólk støðgaðu og spurdu seg, og hvønn annan, hvaðani hesin mundi [...] myndugleikar fingu boð, men tey flestu mundu halda fólk vera blivin frá sær sjálvum, ella at talan var um eina roynd at arga og lumpa. Nósin ók eina løtu á vegnum, og legði so leiðina oman í grasið niðanfyri
Flogfarið var av slagnum Bombardier 400, sum hevur pláss fyri 70 ferðafólkum. Bretska felagið Flybe eigur tað. Tað var gott veður og klárt í París, tá flogfarið fór úr Cardiff, men meðan tað var á veg haðar [...] Ferðafólkini í einum flogfari,sum var á veg úr Cardiff í Bretlandi til París, hvukku við, tá flogskiparin brádliga boðaði teimum frá, at tað var mjørki á flogvøllinum í París, og hann ikki hevði ta neyðugu [...] Gaulle-flogvøllinum. Tjúgu minuttir áðrenn flogfarið skuldi seta seg, boðaði flogskiparin so frá, at hann var ikki útbúgvin til at lenda í mjørka, og at flogfarið tí mátti venda. Ein talskvinna hjá Flybe segði