Andrias og Bjørk vunnu ólavsøkurenningina

Undirtøkan er vaksin ár um ár. Spenningur var um veðrið, tí tað hevur regnað illa í løtum í Havn í dag. Men kl. 18.00 var turt og umstøðurnar at renna ár vóru sera góðar: Samdrigið, turt og ikki ov heitt.

Hjá monnunum var kappingin sera tøtt millum tríggjar rennarar úr Bragdinum. Andrias Hansen átti munin og kom á mál við tíðini 16.39, Sam Vang var beint í hølunum á honum við 16.42 og átta sekund eftir hann kom Hallur Holm á mál við tíðini 16.50.

Hjá kvinnunum var ikki so tætt í oddunum. Her var Bjørk Herup Olsen ikki óvæntað nógv tann skjótasta við tíðini 18.14, nummar tvey gjørdist Súsanna S. Hansen við 18.30 og triðja kvinnan á mál í dag var Borgarhjørt Holm, ið rann teinin upp 20 minuttir og 4 sekund.

Tíðirnar hjá øllum rennarunum og úrslitini í kappingunum hjá veteranum og børnum verða tøkar at lesa heimasíðuni hjá Bragdinum, www.bragdid.fo, seinni í kvøld.

Somuleiðis kann lesast har, hvussu Ólavsøkurenningin hevur ávirkað endaliga úrslitið av samlaðu Grand Prix kappingini í renning í ár.