eisini hjá útlendskum reiðaríum. “Ein grund til tað er ivaleyst, at tað liggur í okkara ílegum at búleikast á sjónum, og at vit altíð hava sjógvin so nær okkum. Men ein onnur grund er heilt vist, at tann [...] upp út í heim, og tað er einki at ivast í, at av teimum mongu føroyingunum, sum í dag sigla um allan knøttin, eru nógvir, sum hava nomið sær lærdóm júst her á hesum skúlanum.” Men útbúgvingarnar hjá Vi [...] krøv um grønar loysnir og um burðardygd, sum eisini seta nýggj krøv til útbúgvingarnar her á skúlanum og harvið eisini til tykkum. Hetta eru altjóða krøv, sum vit føroyingar eisini mugu leggja okkum eftir
útlendingar, sum tala týskt, enskt, italienskt og franskt, og sum fegnast um okkara vakra oyggjaland og sum hugtikin eygleiða børkubónda, kápukonu og mýrifípu í okkara vøkru náttúru. Nú ein dagin var ein mentanarløta [...] gjørt av “demos”, sum merkir “fólk” og av “krati”, sum merkir “ræði”. Umframt tað eru vit so hepnir, at vit samstundis hava vinarligt samstarv á jøvnum føti við eitt granna- og frændaland, sum er størri og [...] ella litavar, sum á sinni smakkaðu tann russiska koyrilin, so eru teir flestu menninir í hesum landi drápsmenn og neyðtøkumenn. Fara vit nú til hitt stórveldið, so ræður har ein forseti, sum fyri 5-6 árum
avgjørt at halda fram við hesi skipan í 2025. Kortini eru nakrar tillagingar gjørdar. Ein orsøk er, at FIFA vindeygað liggur seinni á árinum, og harafturat er landsliðsvirksemið nú skipað meira skynsamt í mun [...] umfar verður spælt 3. august Í fjør bleiv fyri fyrstu ferð roynt at skipa Betrideildina hjá kvinnum sum grundspæl og endaspæl. Í grundspælinum spæla øll liðini tvær ferðir móti hvør øðrum, og síðani verður [...] til endaspælið, meðan tað bara eru málini í innanhýsis dystum millum lið, ið spæla seg í sama bólk, sum fylgja við til endaspælið. Málini í hinum dystunum fella burtur. Heimadystirnir verða skipaðir soleiðis:
flogstøðin Al Udeid liggur stutt uttanfyri høvuðsstaðin, Doha, og hetta er størsta amerikanska herstøð í Miðeystri. Á støðini starvast umleið 10.000 fólk. - Hetta er ein leiðandi støð hjá USA, sum leiðir hern [...] Axios. Iranski herurin sigur seg hava lopið á Al Udeid-støðina í Katar, oyðileggjandi og máttmikið, sum tikið verður til. Lagt verður aftrat, at hetta er partur av einari hernaðaratsókn. Iran sigur, at landið
fer fram. Observatoriið liggur ovast á Cerro Pachón-fjallinum miðskeiðis í Chile, har tað er serliga klárur náttarhimmal. Ein av fyrstu myndunum er ein samansett av 678 myndum, sum eru tiknar yvir sjey tímar [...] Seinni í ár fer observatoriið undir sína stóru verkætlan, sum eitur The Legacy Survey of Space and Time (LSST) - ein kanning av tíð og rúmd, sum skal hava varandi vísindaligt virði. Næsta áratíggju verða [...] Ein kraftmikil stjørnukikari í Chile hevur í dag almannakunngjørt sínar fyrstu myndir. Myndirnar koma frá Vera Rubin Observatorium, sum er útgjørt við heimsins størsta talgilda myndatóli og einum 8,4 metra
ina. Hormussundið verður roknað sum ein av heimsins týdningarmiklastu, tá ræður um orkuveiting, og sagt verður, at umleið 20 prosent av orkuni, sum heimurin brúkar, verður sigld gjøgnum sundið millum Iran [...] al, sum er miðeysturserfrøðingur. Olja og gass úr golflondunum, sum tey verða rópt, gongur við skipsfarti um hesar leiðir, og Marte Heian-Engdal sigur í samrøðu við Verdens Gang, at tað verður ein búskaparlig [...] Soleiðis, sum vit frættu fyrr í kvøld, hevur iranska tjóðartingið samtykt at steingja siglingarleiðina gjøgnum Hormussundið, sum hevnd fyri ísraelsku - og nú eisini amerikansku álopini - á landið. Endaliga
kjøtinum, sum liggur á borðinum og angar so væl fyri tann, sum dámar turt føroysk seyðakjøt. Hundurin er væl vandur og blíður. Hann tykist ikki órógvaður av, at fremmand fólk eru á gátt. Hetta er ein hugnalig [...] vit fóðurið inn á trillubøru í eitt ár ella so, men hetta var ein vánalig skipan, sum eg ikki vil síggja aftur. Nú hava vit ein fóðurvogn, sum vit fylla fóður í og koyra inn í fjósið við. Byrjað verður innast [...] verður ein stór íløga. - Men, eg eri positivur og bjartskygdur av lyndi, og eg trúgvi, at hetta er ein íløga, sum fer at loysa seg. Málið er, at garðurin skal geva so mikið av sær, at bæði vit, sum reka
er ein teirra, ið missir rættin til stuðul til avlamisbil av lógini, sum Løgtingið hevur samtykt. – Bilurin er munurin millum eitt sjálvstøðugt lív sum lærari og mamma, og eina tilveru sum fyri [...] tørvi skulu hava stuðul, sum ger tey veikaru sterkari heldur enn tey sterkaru veikari, sigur hon. Hon vísir á, at hjá nógvum eru tað tey avvarðandi, sum mugu traðka til og sum mugu hjálpa. Tí nógv av [...] at mamman hevur eitt brek, sum ikki er stórt nokk til at geva stuðul til neyðuga hjálpartólið? spyr Katrin Dagbjartsdóttir, sum er sera ørg inn á politikararnar, sum taka slík stig. – Hetta er at
onkrir tankar um okkurt óítøkiligt »samband 2.0«, sum ikki ljóðar serliga seriøst. Og tað liggur heldur ikki í okkara makt at fáa onnur at halda, at ein 'heimastýrislóg 2.0' fer at loysa tær avbjóðingarnar [...] lagt upp til, at vit fóru at fáa innlít í ta breiðu semju, sum eftir øllum at døma er millum allar flokkar á tingi – uttan Sambandsflokkin, sum leyp frá í síðstu løtu við eini fráboðan um, at hinir fimm [...] politikarar kunnu vera opportunistiskir, men neyvan er nakar politikari ella flokkur – ikki ein gong Tjóðveldi, sum hevði lopið út í eitt slík eksperiment. Tað er í lagi, at Bárður og Eyðdis siga frá
Iran er ein av nærmastu sameindu hjá Russlandi og eftir útsagnir hjá amerikanska forsetanum um, at USA møguliga fer at leggja upp í kríggið í Miðeystri, er hetta ein vánaligur koppur av te hjá russum. [...] at tað var Donald Trump, forseti, sum setti seg upp ímóti, at Ísrael eisini beindi fyri ovasta andaliga leiðara landsins gjøgnum mong ár, Ayatollah Ali Khamenei, sum hevur stýrt Iran við harðari hond heilt [...] mið hjá Iran. Soleiðis, sum vit hava skilt, er kjarnorkuvirksemið hjá Iran, har landið eitt nú ríkar uran, so væl goymt niðri í jørðini, at Ísrael neyvan eigur nøkur vápn, sum rættiliga kunnu beina fyri