lesarar Dimmalættingar og Sosialsins at halda, at undirritaði er farin undir eina hatursferð móti føroyskum bókaútgevarum og Bókamiðsøluni. Tí fari eg at biðja um at fáa stutta útgávu av greinini endurprentaða [...] fram: Løgtingið kann samtykkja at játta stuðul til bókaútgávu í Føroyum. Grundgevingin kann eitt nú vera, at Føroyar eru so lítil marknaður fyri bókaútgávu, at neyðugt er, at vit øll við skattum okkara stuðla [...] hevði borið við sær, at útreiðslurnar til bókaútgávu á fíggjarlógini fóru at vera 35 milliónir krónur. Tað er ikki sannlíkt, at politikarar vilja ganga við til tað. Tí er neyðugt at taka nakað frá onkrum
Dalsgaard vita, at tá hann fer í gongd við eina uppgávu, so verður hon fullførd út í æsir. Tað má vera ein rættuligur fongur hjá fólki í Sandoynni at fáa eina slíka bók. Eisini tá hugsað verður um at hetta er [...] løgtingið eftir kríggið setti eina staðanevnd at taka sær av at savna inn tilfar um staðanøvn, varð heitt á lærarar í teimum ymisku bygdunum um at taka sær av hesi uppgávu. Ein teirra var Leifur Tróndarson [...] Tað munnu vera ómetaliga nógv staðanøvn til í Føroyum, tá ein heil bók sum hendan kann skrivast um staðanøvnini uttangarðs í einari bygd. Tað munnu eisini vera fá sum hætta sær undir eitt so stórt og krevjandi
viðleggi eg hesa bók um heimland okkara. Á síðu 5 sært tú, at tú var partur av at stuðla undir hesari útgávu. Eg má ávara teg, at eg havi eina aðra grund til at senda tær hesa bók. Mín vón er, at hetta gevur [...] harvið lítlir. Tó eri eg errin av at kunna siga, at Sosialurin var eins íðin sum nakað annað blað í heiminum at grundgeva fyri, at tú skuldi latast leysur úr fangilsi og at fasthalda átøkunum móti aparth [...] eindømi, tá tað ræður um slík. Kanska tú skilir, hví eg sigi so, eftir at hava hugt at myndum í bókini. Eg loyvi mær at halda, at ein vitjan til Føroya hevði verið ein vælhóskandi steðgur í tíni krevjandi
hond, áðrenn farið varð undir at finna fram til, hvørjar vóru so líkar, at ikki var neyðugt at taka allar við í bókina. Útgevararnir vænta, at hendan útgávan kann vera við til at økja áhugan fyri føroyska [...] føroyska dansinum. Tí nú ber til eisini at læra seg løgini eftir bók. Alt fleiri føroyingar duga at lesa nótar, og soleiðis kunnu teir eisini brúka hesi løgini. Samkoman í Norðurlandahúsinum, har bókin verður [...] koma eisini kvæðaløg okkara út í bók, eins og vit í áravís hava havt sjálv kvæðini á prenti. Tað er Marianna Klausen, sum hevur savnað føroysku kvæðaløgini í eina stóra bók. Ikki færri enn 735 síður við nótum
bókini og tí týdningi, tey væntaðu hana at fara at fáa. Spurdur um tað ikki kann henda, at ein bók við niðurskrivaðum nótum fer at gera, at tað individuella fer at hvørva úr kvøðingini, og kvæðini verða [...] svaraði Zacharias Wang, at hann væntaði ikki tað, hóast møguleikin ikki er órealistiskur at hugsa sær. Tvørtur í móti væntaði útgevarin, at hetta kann gera, at eitt nú sumbingar fara at leggja seg eftir teimum [...] hátíðarhaldið fingu fólk høvi at keypa bókina, sum Marianna Clausen, høvundur, signeraði. Bókin, sum er 735 blaðsíður til støddar, er prentað í Íslandi og fer í handlinum at kosta eina krónu fyri síðuna
-Tað virkar sum at keypa eina bók, sigur samskiparin Petur Zachariassen. Soleiðis skilt, at tær ikki nýtist at gjalda eitt fast gjald hvørt ár ella líknandi. Stigtakararnir hava roynt at seta seg í samband [...] hevur hug at fáa tær forritið, skalt tú fara inn á heimasíðuna www.stavarin.fo og taka forritið niður. Síðani sleppur tú at royna Stavaran frítt í tvær vikur, og hareftir kostar hann 350 krónur at nýta. -Tað [...] tøkuna Microsoft fyri at fáa eitt beinleiðis samstarv við teir. Stavarin er gjørdur soleiðis, at hann riggar saman við øllum Microsoft forritum, og møguleiki er sostatt fyri, at ein fær Stavaran við, longu
antikommunistisku hugsjónir, at hann gav boð um at beina fyri honum. Í einari bók um John Wayne skrivar bretski rithøvundurin Michael Munn, at russar royndu fleiri ferðir at beina fyri Jophn Wayne í fýrati- [...] gjørt av at steingja Reyða Torgið í summar. Orsøkin er eftir øllum at døma, at myndugleikarnir bera ótta fyri kekenskum yvirgangsatsóknum. Á einum skelti við inngongdina til torgið stendur, at tað er stongt [...] fyri, at kekenskir yvirgangsmenn kunnu finna upp á at søkja at fremmandum ferðafólki, sum plaga at vitja Reyða Torgið um summarið. Fyri fýra vikum síðani sprongdu tvær sjálvmorðskvinnur seg í luftina á einari
ikki orðar tað beinleiðis, er líkt til, at henda útgávan millum annað er ein roynd at vísa á at so er - at nútímans vísindasøgur ikki bara eru lættisóppar, men at summar av teimum kunnu metast javnt við [...] bussurin" eftir E.M. Forster. Sum vant vísir Borges á, at mimesis ella eftirlíkning í skaldskapi ikki ber til, og at tað er vanahugsan og pátrúgv at halda at skaldskapur avmyndar veruleikan. Hetta er tískil [...] áhugavert at vita. Eyðsæð er eisini, at hon er skrivað av einum høvundi, ið tykist at hava stóran áhuga fyri hesum evni. Men hóast einki beinleiðis skeivt er í greinini, er kortini líkt, til at pennurin
Kommunumál Í aðrari grein á hesi síðuni verður víst á, at skattainntøkan hjá Nes kommunu í 2002 var stívliga 27 milj. krónur. Hetta eru 2 milj. krónur meira, enn roknað varð við, tá ið árið byrjaði. S [...] in ikki øktist, er greitt, at øktu inntøkurnar í fyrsta lagi stava frá eini øking í skattainntøkuni hjá borgarunum. Nes kommuna átti við árslok 2002 18,5 milj. krónur á bók. Talið við ársbyrjan var 11 [...] 11,99 milj. krónur. Samanumtikið kann sigast, at fíggjarliga orkan hjá kommununi hevur verið brúkt til útstykkingar, eldraøkið, fríðkan og havnalagið. Somuleiðis er peningur settur av til skúlabygging og
skjótt at missa tamarhaldið og fótafestið og lata seg stýra. - Ung gera ofta júst hetta mistak at lata avgrundina hyggja at sær og hótta seg, í staðin fyri at tey hyggja at avgrundini og eisini duga at hyggja [...] tí tímiliga fram ímóti tí æviga. Møllehave endar við hesum orðunum, at trúgvin er essensurin í eksistensinum, og at vit við at koma at kenna tey ævigu virðini í tímiliga lívi okkara kunnu uppliva meining [...] einki við veruleikan at gera. Tað er reint tvætl, at grundleggjandi lívsáskoðanir menniskjans eru horvnar. Jesu líknilsi, Homer, ævintýrini, politisku hugsjónirnar o.s.fr. fara altíð at vera ávirkandi me