Fjala seg í Svøríki
Bretska sjónvarpið BBC vil vera við, at Svøríki er tað landið, har tað er lættast hjá yvirgangsmonnum at fjala seg.
Í sendingini Newsnight mánakvøldið varð sagt, at Svøríki er eitt reiður hjá yvirgangsmonnum. Víst varð á málið um tann 29 ára gamla mannin, sum varð tikin í Svøríki fyri einum góðum mánað síðani, tá hann var umborð á eitt flogfar við einari skammbyrsu. Mánadagin varð maðurin latin leysur.
-Sama hvat maðurin ætlaði at nýta vápnið til, tykist Svøríki hava álvarssamar trupulleikar við at handfara yvirgang. Tað er tí ikki so løgið, at landið leingi hevur verið mett sum tað tryggsata skjólið hjá yvirgangsmonnum, varð sagt í sendingini.
???????????????
Fyri og ímóti Blair
Landsfundurin hjá bretska arbeiðaraflokkinum gav Tony Blair, forsætisráðharra stuðul til at leypa á Irak, men fundurin kolldømdi ætlanina hjá stjórnini at einskilja almennar uppgávur.
Blair hevur alla tíðina sagt, at hann tekur undir við ætlanini hjá amerikanska forsetanum, George W. Bush, at leypa á Irak og at fáa Saddam Hussein frá, og á landsfundinum fekk forsætisráðharrin stuðul frá 60 prosentum av luttakarunum.
Men tá fundurin atkvøddi um ætlanina hjá stjórnini at einskilja almennar uppgávur, fekk stjórnin ein frammaná. Heili 67 prosent av fundarfólkinum atkvøddu ímóti ætlanini. Hetta er fyrstu ferð í átta ár, at Tony Blair hevur havt meirilutan av einum landsfundi hjá Labour ímóti sær.
?????????????
Røkke aftur "fátækur"
Kendi norski ríkmaðurin Kjell Inge Røkke hevur mist so stór virði tey bæði seinastu árini, at hann er nú líka "fátækur", sum tá hann kom aftur til Noregs í 1993 eftir at hava búð í USA.
Eitt yvirlit yvir múgvandi norðmenn vísir, at ognirnar hjá Kjell Inge Røkke eru verdar umleið 1,9 milliard krónur. Fyri tveimum árum síðani var virðið um seks milliardir krónur.
Høvuðsorsøkin til tann stóra munin er fallið á partabrøvunum í stórfyritøkuni Kværner. Sjálvur heldur Røkke, at ognir hansara eru meiri verdar, enn yvirlitið sigur.
???????????
Fáa sær fartelefon
Nógv eldri fólk í Danmark fáa sær nú fartelefon. Handlarnir siga, at umleið 20 prosent av teimum, sum nú keypa fartelefon, eru eldri enn 60 ár.
Í einum handli í Keypmannahavn, sum selur fartelefonir, siga tey, at áhugin er støðugt vaksin seinastu tvey árini. Tá vóru bert fimm prosent av viðskiftafólkunum eldri enn 60 ár, men í dag halda tey, at næstan 40 prosent av teimum, sum fáa sær fartelefon, eru oman fyri tey 60.
Donsku eldrafeløgini siga, at tað eru tvinnar orsøkir til, at nógv eldri fólk keypa sær fartelefon. Onnur er, at nógv eldri eru einsamøll, og hin er, at fólk kenna seg tryggari við einari fartelefon, skuldi okkurt borist á.