fara at kosta. Spurningurin er so um bygningarnir tola, at einki munagott verður gjørt sum støðan er. Vit vita bara, at støðan er ikki góð. Eg vil ikki meta, at nakar vandi er á ferð, men hinvegin kunnu [...] sum hon er, sigur Suni Rasmussen. Gamla Hospital, sum er frá 1918, varð umvælt fyri nøkrum árum síðani og er í rímiliga góðum standi. Hinir bygningarnir, sum Landssjúkrahúsið ræður yvir, eru um 30 ára gamlir [...] serliga gingið út yvir viðlíkahaldið. Leiðarin á teknisku deild sigur kortini, at hóast sparingarnar hevur alla tíðina verið viðlíkahildið um langt frá í sama mun sum fyrr. Tað er jú neyðugt at viðlíkahalda
lan viðvíkjandi viðlíkahaldinum á Landssjúkrahúsinum. Nú er tað serliga útbyggingin, satsað verður uppá. Tá ið hon er farið í gongd, ræður um at fáa hana lidna so skjótt til ber. Í langtíðarætlanini [...] byggiætlanin er eitt sindur seinkað. Tað er avmarkað, hvussu nógv arbeiði vit kunnu hava í gongd í senn á Landssjúkrahúsinum. Vit eru sjálvandi klár yvir, at stórt umvælingararbeiði krevst, at betongið er illa [...] illa farið, armeringin rustar o.s.fr., men raðfestingin er, at útbyggingin kemur framum. Umvælingar fara fram so hvørt útbyggingin verður tikin í nýtslu, og tann stóra umvælingin, sum er kravd her og nú, fer
Hesa vikuna er nógvur altjóða liðfótbóltur kring í Europa. Talan er um tey seinastu innleiðandi umførini í teimum trimum Europa Cup kappingunum. Umframt GÍ, sum í gjár spældi í Ungarn, er ein annar føroyingur [...] árinum, og tí ræður um, at liðið er so væl fyri, sum tað ber til. Bara tað at ferðast so langt, sum FCK hevur gjørt í hesi vikuni og at liva undir so nógv øðrvísi umstøðum, sum tað er at vera í Aserbadjan [...] føroyingur við í europeisku kappingini. Tað er Todi Jónsson, sum saman við hinum í FCK næstan er so langt eysturi og suðuri, sum tað ber til at koma, tá tað verður spælt í Europa Cup. Todi og teir eru í
endar við. Ein annar spurningur er, hvat er røkt og hvat ikki. Tað hevur verið trútta í okkum, at reingerð er ikki neyðug. Álvaratos, tit sum stíla fyri, hugsi tykkum um. Høvdu tit sjálvi viljað sitið dag [...] minni enn einar 30.000 kr. um mánaðin. Ein heimahjálp fær sjálvdan meira enn einar 8.000-10.000 um mánaðin. Teir sum búgva langt frá Havnini fáa umframt einar 90.000 kr. um árið skattafrítt. Vit eru nógvar [...] við tað játtan, okkum varð latin. Her í Eysturoynni er hvørki stuttligt ella gott at blíva gamal, tí næstan eingin heimahjálp er eftir. Vit eru vitandi um fólk, sum eru frá 83-85 til 94-95 ára gomul, ið ikki
Tónleikastjórin í ÚF Ove Olsen er ikki so sannførdur um, at alt ruggar rætt við tølunum fyri 1997, ið vísa, at umleið 83% av tónleikinum, ÚF spælir, er útlendskur, meðan hini 17% er føroyskur tónleikur. Hetta [...] eru hendar innan redaktiónella umsitingina seinastu tvey árini, so er ÚF enn ikki komið líka langt sum eitt nú Danmarks Radio. Har er valið av tónleiki upp aftur meira automatiserað og koyrir eftir eini [...] útlensk løg, áðrenn eitt føroysk lag kom í føroysku luftina í 1997. Ove Olsen er ikki so vísur í, at so er. ? Eg trúgvi myndin er meira samansett enn hasi tølini vísa, sigur hann og spælir bóltin víðari til
Atli P. Dam Tað havi eg skilt soleiðis, at tað minni er um politikk Petur Mohr Dams, men meir um hann sum privatpersón og pápa. Um lívsins gongd í einum so politiskt merktum heimi, ja ein kann siga burturav [...] autoritetur í grindabýtinum. Sjálvur haldi eg nú, at eg lúrdi Óla kynsturin av longu sum stórur smádrongur. Tað eg vil siga við hesum er, at ongin politikari er virkisførur uttan eitt bakland, sum riggar [...] tað kundi blíva ein ella onnur kautión. Hesi viðurskifti vistu vit børn væl um, tí foreldrini talaðu rættuliga opið við okkum um slíkt, og tað var helst ikki vanligt tá. Tí kann eg eisini fortelja, at tað
skeivt er. Dómarin floytar, og Heðin argast um avrikið hjá linjuverjarnum, og sigur: Eg eri ikki offside! við dómaran. Úrslitið er gult kort. Her eigur dómarin at bera yvir við leikaranum. Sama er við Kurt [...] skulu døma ymiskt, tvs. broyta fótbóltslógina. Eingin ivi er um, at hesar ásetingar og tos um eina felagslinju at døma eftir, er eitt haft um beinini á okkara bestu dómarum. Lat teir døma útfrá sær sjálvum [...] Tað er eingin ivi um, at tey mongu næstu árini verða tað tey bæði feløgini, sum fara at keypa sær meistaraheitið. Um so venjarin eitur Sivic, Johan Nielsen, Jóannes Jakobsen, er rumeni ella dani er líkamikið
víðgongd, at tað er ikki hugsingur um hjá føroyingum at steðga her og góðtaka eitt kompromi. Hóast tað er rætt sum bretski sendiharrin sigur við Sosialin í dag, at tað ikki beinleiðis er rætt at leggja [...] ræður kortini um frá føroyskari síðu at halda høvið kalt. Her kann í veruleikanum verða talan um so stór virði, at hvørt eitt stig má viðgerast og umhugsast neyvt. Eftir okkara tykki er málið í góðum hondum [...] samráðingarnar um fiskimarkið á sinni til grund fyri landgrunnsmarkinum, so er hetta kortini eitt og sama mál. ALTJÓÐA havrætturin gongur meira og meira tann vegin, at mark millum lond skulu vera logisk
bóltin í málið til 4-1. Tveir minuttir seinni er tað besti maður á vøllinum, Súni Fríði Johannesen, sum aftur er upp á spæl. Hann snýtir tveir vágbingar, og endin er, at teir taka beinini undan runavíkinginum [...] at fáa mál. Oddaliðið er sterkt á flest øllum plássum. Tað er staðfest fleiri ferðir í ár, at verjan hjá HB við Hans Fróða Hansen, Hans á Lag, Johannes Joensen og Bjarka Mohr er tann stinnasta í landinum [...] frálíka fótparadu, tá ið Magni á Lakjuni royndi seg úr stuttari fjarstøðu. Stadionurið var júst farið um hálva tíman, tá ið Magni á Lakjuni slapp leysur í vinstra borði. Hann trekti til baklinjuna og sendi
men tað gjørdu teir føroysku súkklararnir ikki . Og so verri enn so. Tað er eingin loyna, at føroyska veðurlagið ikki er tað, sum er best egnað til súkkling, men tað sær ikki út til at súkklararnir leggja [...] Tað er ikki so langt síðani at kappsúkling byrjaði í Føroyum. Áðrenn tað var ein súkkla nakað tú brúkti tá tú skuldi í skúla ella í besta føri - og tey vóru fá - tá tú var ávegis til arbeiðis. Men, sum [...] - og best kenda - kappingin av hesum slag er sjálvandi Tour de France og tey eru ikki so fá, sum hava mist ondina av bara at síggja hesar villmenn á súkklu. Nú hava føroyingar so fingið eina afturvendandi