um dátubrotið áðrenn og eftir februar í 2025. Dátubrotið sæst í talvuni niðanfyri við stórari minking í "O Almenn umsiting og verja" og stórum vøksturi í "Q Heilsu- og almannaverk" og "Q.87 Røktarvirksemi [...] vøkstur á 1,7 prosent, sum býtt á kyn er hægri hjá kvinnum. Vøksturin er ikki eins stórur og undanfarin ár, millum annað tí at talið av starvsfólkum uttan bústaðartilknýti ikki er vaksið eins nógv og undanfarin [...] árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum. Í mars vóru 29.834 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 498 starvsfólk, ella 1,7 prosent, fleiri enn mars í fjør. Í mars vóru góðir 15.200 menn og góðar 14.600
hoyra sjónarmiðini hjá Samverk og Føroya Handverkarafelag, um eftirlønaraldurin og tíðartreytaða pensión? Samverk og Føroya Handverkarafelag hava sáttmálar, ið umleið 7.000 stavsfólk verða lønt eftir. [...] Samverk og Føroya Handverkarafelag eru tvey fakfeløg, ið umboða ein stóran part av teimum føroysku løntakaranum, ið koma ungir á arbeiðsmarknaðin og sum taka sína yrkisútbúgving í Føroyum og eru virkinir [...] byrja at arbeiða á heilt ungum árum og halda áfram, so leingi sum orkan og heilsan loyvir tí. Tá hoyring var um at hækka eftirlønaraldurin vóru umboð fyri Samverk og Føroya Handverkarafelag heldur ikki
leggja dent á elbilaframleiðaran Tesla. Tað siga tíðindastovurnar AFP og Reuters frá. Elon Musk hevur ein framstandandi leiklut sum ráðgevi og leiðandi persónur í nýstovnaða Department of Government Efficiency [...] sparingar hevur elvt til harðskap millum nógv og elvt til mótmælisgongur ímóti honum. Sølan í Danmark fyrsta ársfjórðing var meira enn helvtin í mun til árið fyri – og tann lítla sølan í Føroyum er minkað við [...] fyri at stovna Tesla, keypa X - fyrrverandi Twitter - og fyri rúmdarfyritøkuna SpaceX. Undir valstríðnum í USA lýsti hann sítt politiska tilknýti og sá út til at vera ein sterkur stuðul hjá republikanska
ið í 2024 var 3,7 mia. kr. og er í 2025 3,975 mia. kr. Minstagjaldførið hjá landskassanum verður plaserað soleiðis, at landskassin fær eitt hóskandi avkast, tó við atliti til váðan og eisini við atliti [...] Avkastið var gott í øllum árunum, uttan í 2018 og 2022. Avkastið av íløgurøktini sveiggjar meira ella minni frá einum ári til annað, og tað sást týðiliga í 2018, 2019 og ikki minst í 2022. Fyri at meta um, hvørt [...] í 2024 gjørdist 283 mió. kr. Árið 2024 var eitt gott ár hjá íleggjarum, eins og 2023 var tað. Ein sterkur arbeiðsmarknaður og lagaligur peningapolitikkur stuðlaðu búskapargongdini. Serliga var vøksturin
klokkan 7:35 mánamorgunin, upplýsir Vatikanið. Júst dagin fyri - páskadag - hevði hann staðið á svalanum við útsýni yvir Pæturstorgið og ynskt góðar páskir á páskamessuni. Hann sá veikur út og segði bert [...] Á deyðadegnum í dag hava nógvar heiðranir verið til pávan og samkenslu. Fleiri hava varpað ljós á sosialu átøkini hjá pávanum og fólksligu og jarðbundnu tilgongdina at vera pávi. Frans pávi staðfestir [...] hjálparfólk las hansara longru og siðbundnu páskaheilsan upp hansara vegna. Aftaná koyrdi pávin eisini runt á torginum í pávabilinum. Frans pávi fekk álvarsliga sjúku í februar og mars við lívshóttandi lungnabruna
gjørdist talan um stórsigrar til NSÍ, KÍ, HB og Víking, har mótstøðuliðini, B36, FC Hoyvík, 07 Vestur og Skála Ítróttarfelag veruliga fingu toyggið. Úrslit: B36-NSÍ 0-7 (0-1) Heidi Sevdal skoraði fimm mál. Hini [...] skutu Lena Olsen og Dania Olsen. KÍ-FC Hoyvík 10-0 (2-0) Tóra Mohr skoraði fýra mál. Sólja Ernstdóttir skoraði tvey mál. Hini málini skutu Elspa Zachariassen, Jancy Mohr, Eyðvør Klakstein og Maria V. Johansen [...] skutu Elin Maria Isaksen og Rúna Jacobsen. Víkingur-Skála Ítróttarfelag 6-0 (4-0) Jensa Tórálvsdóttir skoraði trý mál. Hini trý málini skutu Fríða Magnussen, Rakul Sørensen og Miriam Stauss. Kelda: dystir
Manta, sum bara fekst við tveimum hurðum og sum coupé modell. ##med2## Ascona og Manta vóru mekaniskt og tekniskt somu bilar Hesi bilarnir vóru teir somu mekaniskt og tekniskt. Opel Ascona var meira familjubilurin [...] mong ár – og øll árini, tá Opel Ascona og Opel Manta A og B vórðu seldir í Føroyum. P/F Vilhelm Nielsen & Søn helt til í Jónas Broncksgøtu í Havn, í bygningi-num, sum Smyril Line nú eigur og hevur umbygt [...] meira tann sportliga útgávan av sama bili. Men Opel Ascona A og Opel Manta A komu á marknaðin í 1970, so komu avloysararnir, Opel Ascona B og Opel Manta B á marknaðin í 1975. Í Føroyum var tað kenda bilasølan
Dinner", har kokkurin í Ræst, Sebastian Jiménez, og Riccardo Gaspari sameina sítt handverk og sínar matmentanir – í eini matskrá, sum fagnar siðaarvi, náttúru og tí, sum hendir, tá villur reinleiki úr Føroyum [...] hevur eina Michelin-stjørnu og eina grøna stjørnu fyri burðardygga matgerð – og er eitt stað, har mjólkin kemur beint frá morgunmjólkingini, osturin verður gjørdur á staðnum, og geitirnar ganga frítt í náttúruni [...] rustikt, poetiskt og italskt heilt inn á bein. Og tað verður tað eisini á Ræst – bara við føroyskum ísletti. Hetta er ikki bara ein matskrá. Hetta er eitt samstarv millum italska og føroyska køkin - eitt
morgun, skrivar Reuters. Frans pávi varð føddur í Argentina og var fyrsti suðuramerikanski pávin. Hann varð valdur til páva í 2013. - Í morgun klokkan 7:35 kom biskupur í Róm, Frans, aftur til heimið hjá pápa
Heini ognaði sær bilin í 2011, og hevur hann restaurerað bilin, sum er heilt originalur. Bilurin hevur nummar Fø 7.770 og hevur hýruvognsskelti á forhurðunum, eins og hýruvognarnir brúktu tá í tíðini [...] Rambler var ein tann mest seldi rutu- og hýruvognur í landinum. Fyrstu Rambler komu higar í 1960. Teir fyrstu vóru Rambler Rebel, síðan komu Rambler Classic og American og seinni Rambler Ambassador umframt [...] So spurdi eg hana einaferð, um hon vildi selja. Og hon játtaði, og glaður var eg, sigur hann. Hann var eitt sindur rustaður, men var tó í góðum standi, og hann hevði bara koyrt 52.000 kilometrar. ##med5##