reportasjan send gjøgnum kaðal var frásøgnin hjá Roald Amundsen, tá hann hevði funnið útnyrðingsleiðina norður um Ameriku í 5. desember í 1907. Fjarritið var uppá 1000 orð og kostaði 755.28 amerikanskar dollarar [...] loftmiðlarnir søgdu, so er »the missing link« veruleiki. Faktaboksin, ein lítil kassi, ið tekur saman um eina søgu, eigur eisini at finnast á internetbløðunum. Eisini á InternetSosialinum. Miðskeiðis í s [...] skriva til blaðið. Tey kunnu arbeiða eins skjótt munagott og blaðfólkini í blaðhúsinum, líka mikið um tey eru stødd á Trøllanesi, á einum oljuboripalli, í Keypmannahavn ella hvar tað skal vera í heiminum
endaligu broytingarnar um framtíðina hjá NEAFC og um eftirlitsskipanina í altjóða sjógvi. Samtykt varð at seta ein nýggjan arbeiðsbólk at fáa til vega fleiri vísundaligar upplýsingar um ferðingarmynstrið fyri [...] ráðgevingin frá ICES (AFCM) um fiskastovnarnar undir NEAFC. Nógvir spurningar vóru svaraðir av AFCM, har serstakliga spurningar um kongafiskin í Irmingarhavinum, norðhavssildina og um makrel var umrøddur. NEAFC [...] felagsskapurin kann umsita fiskastovnarnar í Norður Eystur Atlantshavinum í tráð við broytingarnar í havrættarsáttmálanum (UNCLOS) frá 10. desember 1972, ST-semjuna um langt ferðandi og víða spjaddar-fiskastovnar
petti um um vegin. Tað var eisini heppið, at tey ikki vóru komin eitt sindur longur suður, tí har er høgt niðurfyri. Onkur av teimum í bilinum ringdi beinanvegin 1148 til politiið, sum kom norður. Nøkur [...] var um fimm tíðina sunnumorgunin. Tey høvdu verið til konsert á Kamsdali og skuldi aftur til Havnar. Níggju fólk í einum vørubili. Tað var kavi og ógvuliga hált, og tá tey vóru komin nakað suður um Hósvík [...] onkur eymkaði seg um pínu. Tey fóru øll á skaðastovuna, men eingin hevði fingið nakran skaða av týdningi. Eina pentu og tvær fingu nøkur, og øll sluppu heim aftur. Her var ikki talan um rúsdrekkakoyring
einans um myndlist uttan eyðvitað um øll sløg av »opinberandi« list ? skaldskap ? tónleik og film o.s.fr. ? Listin setur á stovn ymisk »mál« umframt tað vanliga kenda málið ? mál sum kunnu, ? um ikki greiða [...] »Listahugtakið« varð til seint í 18. øld. Samstundis birtist eisini mýtan um tað stóra listarliga flogvitið ? tann framúr gávuríka. Í 19. øld og fram til umleið 1925 var listamaðurin ein samfelagsliga [...] sjálvari sær ? list er tað, ið tey ráðandi í listaheiminum avgera. Fyri mín part haldi eg, at hon snýr seg um nakað heilt annað. Eg haldi, at listin er eitt framhald av skapanini, hon má vera guddómlig ella f
eg kendi, og teir høvdu tosað um meg og mína rødd. »Men hvat ger hann annars?« »Jú, hann arbeiðir í útvarpinum.« »Men tað eru bara nakrir minuttir«, helt hesin. Bara um fiskiskap Føroysku tíðinmdini tá [...] tað óivað eisini hevur verið. Elias bað altíð um tíðindasamtalur, tí tær vóru bíligari enn vanligar samtalur. Tað høvdu vit fingið ígjøgnum fyri at minka um útreiðslurnar. Eitt eljustríð Annars fekk útvarpið [...] vandðu sær sera væl um málið, hvussu tey orðfóru seg og málbóru seg, og tað hoyrist aftur í málinum, hvssu neyvt samband vit hava havt við náttúruna. Eg haldi, at omma vandaði sær so nógv um málið og pápi við
bitunum hjá Skæling fyri jól, og hoyra stummu orð hansara um góð og hugnalig jól og eydnuberandi nýttár, áðrenn farið varð norður um og suður um. Eisini eingilin Gabriel visti hvat okkum tørvaði. Hann fylgdi [...] Gabriel var hin sami ár um ár. Hann var eitt sindur litfarin síðstu ferð vit sóu hann, men eygnabragdið var tað sama. Tann sami Gabriel, ið boðaði um jól og hágtíðardám í Havnargøtu, um jólafrí og jóladagar [...] hugdi so vitugur upp um sínar brillur, tá ið vit stukku inn á gólvi. Í sínum gula kitli minti hann nógv um teir dugnaligu serfrøðingarnar á Kap Canaveral - (Kap Kennedy) Vit hugsaðaðu um, hvar hann mundi goyma
ikki samanbundnir. Mitt í sekstiárunum varð farið undir rutukoyring norður eftir Oyggjarvegnum. Ta fyrstu tíðina varð koyrt úr Havn norður til Hórisgøtu. har mátti so skiftast í annani bil, sum stóð hinumegin [...] at siga tað. Tí keyptu fólk sær ofta ein brúktan hýruvogn í staðin, síðan varð hann seldur, og søkt um valutaloyvi til at keypa ein nýggjan. Í seinna helmningi av sekstiárunum varð skipanin við valutaloyvum [...] telefon tá, so tað kom væl við hjá nógvum bert at skula fara oman á vegin at ringja eftir einum bili. Um sama mundið komu eisini telefonir í bilarnar, og var tað ein stórur lætti, tí nú slapst undan at koyra
smølu vegunum í Katmandu, til ta fullkomuliga vælskipaðu ferðsluna í Bangkok, sjálvt um henda var nógva ferðir størri. Um Thailand er at siga, at landið er sera fjølbroytt, og at stórur munur er á norðara [...] okkum tað nakað øðrvísi. Um kvøldið gingu vit ein túr í býnum, og tað var heilt løgið at verða tey einastu ferðafólkini í býnum. Ongin dugdi enskt, so vit kundu ikki spyrja um nakað, ella steðga at práta [...] d, sum hon var í filminum. Hon minnir ikki sørt um ein vanligan føroyskan drang, men har var onki fuglalív. Vit fóru á land á oynni yvirav, og sjálvt um hetta var ein oyðin, óbygd oyggj, so ýddi har í
gjøgnum nøkur sund har norðanfyri, men tað var ikki hugsingur um at koma ígjøgnum tøttu ísbrúnna. Vit fóru so suður um Kappan, og ætlaðu so norður aftur ígjøgnum ísin. Har vísti tað seg at vera eitt sindur [...] skipari og vælkendur við farvatnið har um leiðir. Hann helt bestu ráðini vera at fara norður aftur vestanfyri, tí har var ísurin minkaður so mikið, at sleppast kundi inn um ísbrúnna og so bar til at sigla innanskers [...] bátin. Tað gekk av tí allar besta. Eg haldi ikki, at nakar varð so frægt sum vátur um beinini. Vit mundu fara í bátarnar um tvey tíðina seinnapartin, 24. juli. Men tríggir mans vóru eftir umborð á »Bliki«
Eg hugsaði um Samson, svágin, sum eg hevði mist sambandið við, og hvat mundi vera vorðið av honum, og so hugsaði eg sjálvandi um konuna og familjuna heima, sum eg visti fóru at vera bangin um meg, tá vit [...] seg rættuliga skelkað, tá lívsins álvari og spurningurin um lív og deyð eftir nøkrum tímum gjørdist meiri nærverandi, enn vit bríggja okkum um. Tíbetur endaði tað væl, og á jólum kunnu hon og maðurin Símun [...] tað gongst væl, og tá endin er góður. Soleiðis skal tað ikki vera hesa ferð. Talan er um eina sólskynssøgu, sjálvt um størsti parturin av henni gekk fyri seg í kola svørtum mjørka. Endin var so góður, at