Ætlanin hjá Gerlache var at sigla til Kap Adere á Suðurpólinum og vera tann fyrsti, sum lá ein heilan vetur har. Skip høvdu verið við Suðurpólin fyrr, og kendasta ferðin var ivaleyst tann hjá Ross, men [...] Kyrrahavinum, fann allar teir stóru oyggjabólkarnar i Suðurhavinum og var fyrsti maður, sum ikki færri enn tríggjar ferðir sigldi suður um syðra pólsirkul á somu ferð, fann eina rúgvu av landi, sum fólk kundu [...] garpar. Høvuðskelda til Suðurpólsferðina verður bókin hjá Bretanum Roland Huntford um Amundsen og Scott. Annars nýti eg aðrar keldur. Eitt nú bøkurnar hjá Amundsen um Suðurpólsferðina og um ferðina norður
ryggurin verður ov linur, sigur hann og stríkur hondina eftir búkinum. -Nú enda teir á sjúkrahúsi 15-20- 25 ára gamlir, tí teir eru sjúkir í rygginum. Tað verður borðið ov lítið, sigur hann og ger vart við [...] betri einki at eiga og kunna klára seg sjálvan, sigur tann 72 ára gamli arbeiðsmaðurin, sum hevur fingið bestu skoðsmál frá læknunum. -Eg var og kannaði meg hjá Signar Dam. Hann segði, at eg kundi gott liva [...] tá kemur hann kanska ikki upp fyrr enn fram móti miðdegi. -Tey hjá mær siga, at eg kann fáa sovitablettir, men tað leggi eg ikki í, sigur hann. -Mann krevur ongan svøvn, tá mann gongur fyri einki. Tú verður
dag er fyrsti várdagur ella pætursmessa. Gamalt var at spáa um veðrið henda dag. - Um tað frystur fyrstu várnátt, so verður várið kalt, verður sagt, men kanska er ikki altíð so eftirfarandi, sigur veður [...] veðurfrøðingurin hjá Sosialinum, Petur Skeel Jacobsen. Petur Skeel Jacobsen sigur um veðrið í dag, at frost er ikki í luftini, men kanska fer niðurum frostmarkið norðanfyri og møguliga gerast vegirnir hálir [...] Eftir sjey ár í Antiokiu fór Pætur til Róm, og hásætið ella stólurin fylgdi honum. Pætur gjørdist fyrsti pávin. Pávarnir siga seg vera eftirmenn hansara og sita í Pætur stóli. Á stólinums tendur skrivað:
trygt. Sigurin hjá Wenzeli varð hansara fyrsti í ár. Á fjóðra borði gjørdi Jústines Hansen eitt avgerandi mistak móti Karl L. Johannesen og misti ein mann. Tá varð einki annað at gera hjá Jústinesi enn [...] gjørdist nummar tvey í kappingini. Hesin Igors hevur nærum 2500 í styrkistali! Flóvin sigur sjálvur, at einki bar til hjá honum í kappingini. Tann 4. mars fer Flóvin til Budapest at telva í einari líknandi [...] miðspælið nærkaðist vaks hesin fyrimunur. Haldur fekk snilt ognað sær finnu, og tá Berhard lat rókin hjá sær standa í deyða tímdi hann ikki meir. Herluf Hansen vann eitt langt og javnt talv móti Gutta Petersen
Tað vísti seg tó, at setan næst Føroyum var tann besta. Gunnbjørn Joensen, sum starvast hjá Thor sigur, veiðan hjá Túgvusteini var uppá 5,8 tons. Meðalvektin fyri teir umleið 1400 laksarnar er 4,3 kilo [...] føroyska laksatúrinum í skjótt 10 ár. Er talan um eina nýggja laksatíð fyri føroyingar verður spurt? Hjá Thor hava teir drúgvar royndir við laksaveiðu. Túgvusteinur, sum var fyrstur at seta hol á aftur hesar [...] hesi árini, er royndarveiða. Higartil er bert eitt loyvi latið til laksaveiðu. Gunnbjørn Joensen sigur, at tað hevði verið gott, um eisini onnur loyvi vórðu latin, tí tað hevði gjørt tað lættari at leita
Fiskimálastýrið gjørdi eisini mismun, við tað at loyvið hjá Nancy hevði treytir, sum ikki vóru lagdar á Fiskasøluna. Hetta kom sera illa við hjá Nancy, tí japansku samstarvsfelagarnir alla tíðina vístu [...] at hugsa, at hetta eisini er ein roynd hjá Torbirni at berja alla mótstøðu niður í hesum sambandi. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum helt, at framferðin hjá Torbirni minti um okkurt við eini sjúku [...] Einhvør, sum vil halda seg til sannleikan, kann fara á Partafelagsskrásetingina og síggja roknskapir hjá spf Nancy. Her sæst t.d., at Nancy í 1998 hevði eitt avlop upp á 181.437 kr eftir at 67.716 kr vóru
at tað gamla hugtekur hann. - At eingilsmenn sigldu suður á Tvøroyri í torpedobáti eftir Hassa Bærentsen, fyri at fáa hann at leika á harmoniku, sigur nakað um mannin, heldur Hans, og nevnir í samband við [...] teir nýtast ikki at hittast, sigur Hans. - Tá eg byrjaði, visti eg ikki, at hetta var so umfatandi. Men so byrjaðu fólk at greiða frá og so sá eg, at her var nakað, sigur Hans, sum heldur vera sera spennandi [...] Vit kenna hann sum mannin, sum í útvarpssendingini Tónasláttur førir okkum aftur, har vøggan hjá nýggjara føroyska tónleikinum stóð. Hann leitar fram tónleikaupptøkur frá fimmtiárunum og samrøður við tey
tiltakið gott, sigur Ólavur Hátún. Royndir eru hvørt ár og próvdómarar koma úr Onglandi. Næmingurin kappast ímóti sær sjálvum á ymsum stigum. - Á henda hátt fær næmingurin avbjóðingar, sigur Ólavur, ið vónar [...] mentan, um vit sammeta okkum við grannar okkara, sigur Ólavur. - Er eingin breidd, verður heldur eingin elita. Í Noreg er málið, at 30% ganga til spæl. Hjá okkum er neyvan talan um meira enn 5%, metir Ólavur [...] mínum hugheimi hoyrir alt ungdómsarbeiði saman. Ikki er rætt at skilja sundur, sigur Ólavur og vísir á, at í Svøríki sigur ein kanning, at millum ungfólk liggur tónleikurin sum fremsta áhugamál og ítrótturin
einki fyrireikandi arbeiði gjørt. Har var púra slætt borð, sigur hann. Kjartan Hoydal sigur, at Edmund Joensen skal hava rós fyri, at hann var fyrsti løgmaður, sum veruliga gjørdi nakað við trupulleikarnar [...] viðurskifti, sigur hann. »Vit áttu at fingið eina skipan, skapta eftir føroyskum leisti. Og tað hevði borið til«, sigur Kjartan Hoydal. Kjartan Hoydal heldur, at orsøkin skal finnast í støðuni hjá táverandi [...] hann viðgongur, at skipanin í dag í ávisum førum er betri, enn tann gamla var, sigur Anfinn Kallsberg, at forarbeiðið hjá danska embætismanninum, sum gjørdi bygnaðaruppskotið, var ikki nóg gott. Og løgmaður
hava verið ein dag um vikuna í hølunum hjá Formula, har teir hava sitið á skúlabeinki. Hann sigur víðari, at undirvísingin hevur serliga fevnt um røkt av teldunum hjá skúlunum, her undir røkt av stýrisskipanum [...] ambætarum. Prógvið, sum teir nú hava fingið, er fyrsti liðurin í útbúgvingini, og meðan hesin parturin hevur fevnt um tann tøkniliga partin av starvinum hjá KT-vørðunum, fevnir seinni parturin um pedagogiska