fortseta við at koma til Føroya. Vit hava gott samstarv við USA, tað ynskja vit í núverandi stjórn. Vit vilja vera vinir við USA heldur enn Russland. Spurdur um Føroyar eru áveg at blíva eitt slag av basa [...] kom fyri at senda ein mann á sjúkhúsið. Amerikanskir kavbátar eru altso at síggja her við jøvnum millumbilum nú, eins og herskip eisini eru tað. Og tað er júst sovorðni ørindi, sum USA vilja brúka Føroyar [...] tænastur sum eitt nú at skifta manning, fáa proviant, sleppa sær av við burturkast og so framvegis. Hetta við at herskipini koma í hesum ørindum er ikki nakað nýtt, men tað nýggja er, at vit nú síggja fleiri
Pallasa skyld, at vit eru her, skemtar New Zealendska parið. - Tá vit vóru á Svalbart, gjørdust vit sera áhugaði í hesum partinum av verðini. Okkum dámar so væl fólkið, tí at tey eru so vinalig og ávíkalig [...] Grønlands. Har vóru vit í seks dagar. Síðan fóru vit framvið Íslandi og síðan til Føroyar, har vit fingu serligt loyvi at fara úr skipinum, tekur konan yvir. New Zealendska parið eru í Føroyum í fimm dagar [...] nakrar vikur seinni, men av tí at Joice gerst sjúk, lukkast teimum ikki at fara. Nú, eitt gott ár seinni, eru tey komin til Føroyar. Palli Lamhauge hevur verið við teimum í báti sínum, Silju Star, kring
doyði, hevði hann verið í føroyskum politikki í 40 ár. Tey eru mong, sum knýta Peter Mohr Dam við Suðuroynna og kanska serliga Tvøroyri, og tey eru kanska upp aftur fleiri, sum ikki rættiliga duga at knýta [...] vísti seg, at øll tóku undir við hugskotinum. Gerhard Lognberg fegnast um, at henda verkætlan nú er komin so langt, at avgerðin eisini er tikin um, nær standmyndin skal avdúkast. Hann sigur, at tey høvdu [...] vár verður minnisvarði reistur yvir Peter Mohr Dam, sála, sum er kendur úr føroyskum politikki, eitt nú sum løgmaður og formaður Javnaðarfloksins. Standmyndin, sum kendur italiumaður hevur gjørt, verður
álopspláss. Nú er ein komin afturat, og hann er neyvan keyptur við tí fyri eyga, at hann skal sita á beinkinum. Men Álvaro, sum hann verður nevndur, er ikki tøkur rættuliga enn: ? Hann er júst komin fyri seg [...] fóru suður á Malta fyrrapartin í gjár. Teir eru átjan spælarar í ferðalagnum, og millum teirra er Jörgen Pettersson, sum hevur verið skaddur í fleiri vikur. Nú er hann tøkur aftur, og sviin er kappingarneyti [...] verið fegin um at vera í Helsingborg, men nú vóru umstøður ikki at halda fram har. Eg havi fylgt við FCK, og eg gleði meg nógv at spæla í Parkini, har tað altíð eru nógvir áskoðarar, sigur Álvaro Santon.
heilt skjótt. - Vit miðja eftir at hava avlop í rakstrinum av framleiðsluni longu í komandi ári. Nú royndarkoyra vit, og síðan verður pulvurið sent úr á marknaðin. Fyrr enn vit veruliga eru komnir út á marknaðin [...] henda verkælan nú er vorðin veruleikin, er samstarvið, sum Seanergy hevur fingið í lag við sponsku stórfyritøkuna. - Spanska fyritøkan hevur seksti ár á baki innan hesa “bransju”. Nú hava vit teir við okkum [...] barnasjúkum. - Teir kenna hesa framleiðslu gjøgnum hesi mongu ár, og teir eru inni á marknaðinum. Tað er okkara fyrimunur, nú vit fara í gongd her norðuri, leggur stjórin aftrat. Vælegnað virki Nevndarformaðurin
bussin. Vit turistar hugdu óróligir eftir klokkuni; tá ið allur hesin hópurin av ferðafólki og góðs teirra at enda var komin upp í bussin – vit vóru jú longu ein hálvan tíma seinkaði, hóast vit enn ikki [...] tømdur fyri tað innsmuglaða góðsið. Ja, nú skuldi man kanska trúð, at vit høvdu fingið nóg mikið av drama fyri hesu ferð, men nei, hetta er jú Peru, vit tosa um. Vit naivu, óvitandi fremmandafólk høvdu framvegis [...] ivaleyst ongantíð roynt tað, vit heima vanliga rópa ”busstúrar”. Tá ið ein miskunnsamur, nýggjur bussur nakrar tímar seinni kom til plássið, har vit stóðu sveittandi og bíðaðu, høvdu vit tíbetur havt tíð til at
semju, so vit fáa skil á almenna búskapin. Flokkurin vísir í somu yvirlýsing á, at seinastu tíggju árini eru almennu úrtreiðslurnar í Føroyum vaksnar við 80 prosentum, meðan inntøkurnar bert eru vaksnar [...] sum eyðkennir arbeiðslagið hjá landsstýrinum og samgonguni annars. Solospæl fyri gallarínum hava vit sæð nógv til frá fleiri einstaklingum, sum kenna á sær onkra trongd at markera seg - og oftast í andstøðu [...] Tað síðsta soloútspælið kom frá Fólkaflokkinum. Hesin borgarligi, konservativi vinnuflokkurin er komin til ta niðurstøðu, at tað kostar ov nógv at reka okkara samfelag. Í almennari yvirlýsing sigur Fó
uppi á trailaranum, sum var gjørd í somu stødd sum húsini. - Húsini eru 10 metrar long og 6,40 metrar breið. Við úthangi og takrennu eru tey 6,90 metrar breið. Hann sigur, at tað var rættiliga trongt at [...] Truplasti teinurin var tó undir gomlu smiðjuni í Oyrunum, men við teimum royndum, vit høvdu gjørt við rammuni dagin fyri, vistu vit, at eisini hetta átti at bera til. Magnus sigur, at Jan Erik Johannesen førdi [...] Runavík. - Vit fóru av Toftum umleið klokkan 13 og vóru soleiðis í Lamba umleið klokkan 14.30, sigur hann. Einir sjey mans tilsamans vóru um uppgávuna at flyta húsini av Toftum til Lambar. Tað eru brøðurnir
hvussu vit kunnu avmarka ávirkanina av ferðavinnuni. “Um vit gera ræsir, kunnu vit stýra, hvar ferðafólkini ganga. Um vit harafturat taka pengar fyri at ferðafólk ferðast í okkara náttúru, hava vit betri [...] fara vit at síggja bæði í haganum, sum fer at vera niðurtrýstir og oyðilagdur. Men eisini fara vit at mangla fuglalív”, svarar Kári Thomsen. Hann sigur, at myndugleikar og politikkarar skulu vakna nú. Ein [...] Tey siga, at tey eru komin í lort til hálsin, tí tey ikki tóku atlit til náttúruna, tá ferðavinnan byrjaði at vaksa”, fortelur hon og leggur afturat, at øll í føroysku ferðavinnuni eru góð við náttúruna
ikki kundi loysa einsamøll. Men vit fóru við treysti til verka og vit hava gjørt okkum virðismiklar royndir: - 1037 byggiloyvir eru givin til nýggjar búeindir og 200 eru ávegis - Undir Kongavarða verða [...] ársskifti 20/21 - Við Klingurstjørn á Argjum eru komin 93 grundstykkir - Í Kaldbak eru útvegað 6 grundstykkir - Í Kollafirði 22 grundstykkir - Í Nólsoy 7 grundstykkir - Vit samtyktu bústaðarpolitikk, - sum m.a [...] í Havn enn aðrastaðni! Hesum finna vit okkum ikki í og vit átala harðliga hesa viðferð. Tí øll skulu kunna búgva í Havn - eisini fólk við lægri inntøkum. Tí bjóða vit til samstarv, (har kommunan veitir