skjótur úti og sigur, at vit skulu dagføra flogvøllin í Vágum, og vit skulu eisini gera ein altjóða flogvøll. Eg endurtaki orðini hjá Djurholm: Vit skulu dagføra flogvøllin í Vágum, og vit skulu gera ein altjóða [...] tær loysnir, sum hann heldur ella veit fólk vilja hava. Vit plaga at siga, tá so er, at hasin maðurin hevur fleiri tungur í sama heysi. Men vit eru helst noydd at siga okkurt annað um Bjarna Djurholm. Tí [...] nógvum...". Flogvallarmálið Nú hevur mangur undan mær skrivað og sagt júst somu orð um Bjarna Djurholm og Útvarpið. Og júst somu orð um Hans Paula Strøm og Útvarpið. Tí nógv eru veruliga frustrerað og kedd
stendur fyri tí, sum eg haldi vera rætt, sigur hann. Vit vilja arbeiða fyri teimum lágløntu, brekaðu og pensionistunum, sum fyri langari tíð síðan eru slept uppá fjall í hinum flokkunum, sigur Kári Petersen [...] smáu flokkunum er, at t.d. Verkamannafylkingin vil halda síni vallyfti, annars verða vit ikki afturvaldir. Teir stóru eru betur fyri og hava ráð at gloyma tað, sum teir bjóðaði seg fram til og søgdu seg vilja [...] Kári Petersen. Framtíðarvónir Um framtíðarvónirnar sigur Kári Petersen: Um vit bera okkum rætt at vinnuliga, so hava vit eina framtíð. Tað er m.a. at meiri fiskur kemur upp á land í Føroyum, og at hann
skal bóndin búgva í festinum og vit hava einki annað alternativ til landbúnaðin, til at lívbjarga okkum. Skulu ávísir bøndir sanerast, so er ikki ov nógv kravt, at vit, ið eru hildnir uttanfyri fígging úr [...] umfari høvdu vit fimtan hektarar tøkar til velting. Okkum bleiv játtað lán til velting og enntá tilsøgn til nýtt fjós. Hóast lán bleiv játtað, so síggi eg nú aftaná, at í staðin fyri at siga nei, so varð [...] fíggjarliga, sum so mangur annar, við at byggja fjós fyrst og so velta aftaná, so tóku vit raðfylgjuna mótsatt, vit veltu fyrst nøkur ár, men meðan velt verður, verður fjóstilsøgnin tikin aftur av Jarðarráðnum
livdi upp til vónirnar. - Vit eru framúr vælnøgd og glað, sigur Birgir Kruse, ein av teimum fýra, sum sita í stýrinum fyri listastevnuna og fyrireika stóra tiltakið. Tey eru Helga Hjørvar, stjóri í No [...] Umframt hetta eru hølisviðurskifti eisini ein orsøk til, at listastevnan er um summarið. - Allir skúlarnir standa tómir um hesa tíðina, og vit hava ætlað tað soleiðis, at stevnan endar júst nú, tá skúlarnir [...] nøkur ynski eru frá fyrireikarunum um broytingar til komandi listastevnu. - Hóast tað hevur verið øllum kommunum í landinum frítt í boði at luttaka, hevur bara Havnin formelt verið við, og vit høvdu avgjørt
langabbabørn við familju, senda vit okkara djúpastu samkenslu við ynski um, at Guð má styrkja tykkum øll í stóru sorg tykkara. Somu heilsan senda vit tær góða mamma. Vit vita hvussu stóran týdning Jógvan [...] eftir pápa okkara Niclas á Dunga. Tvey ár eftir tað, blivu tey bæði Jógvan og mamma væl. Ja! Okur eru meira enn væl, sum mamma so fitt plagdi at siga. Í 1989 fluttu tey bæði saman. Í fleiri ár høvdu hesi [...] eitt grundstykki. Og tað var einki annað enn ein sjálvfylgja, at so skuldi tað vera. Soleiðis hava vit kent familjuna Róin í nógv ár. Tey bæði, Jógvan og mamma, ferðaust fleiri ferðir um árið, bæði í
nógvir seljarar eru, so eg velji at bíða við at keypa. Tíggju minuttir undan dystarbyrjan kosta atgongumerkini bara 50 evrur, og fimm minuttir seinni er panikkur í sølumonnunum. Teir eru nú komnir út undan [...] tað var so bíligt. Hjálmar og skjøldur Nú eru góð ráð dýr. Partvís tí Inter eftir mínum tykki ikki júst er guðs gáva til italienskan fótbólt, men ikki minst tí tað eru alt annað enn hjartaligar kenslur millum [...] tað sum at summi av hesum italiensku viðhaldsfólkunum eru rakt av onkrari løgnari sjúku. Mestsum allur vanligur fornuftur er farin út, og eftir eru bara kenslur, sum lætt koma upp á kók. Dystur í hálvleikinum
KÍ, og vit spældu okkum eisini til aðrar møguleikar. Tíverri bar hetta ikki stig við sær, tí hugburðurin var góður, og vit góvu ikki nógvar møguleikar frá okkum. Men smá mistøk verða sektað, og vit vóna [...] vóna, at tey verða lúkað burtur. Vit hava gjørt nógv rætt ímóti bæði NSÍ og KÍ. Um vit halda fram soleiðis, so eiga vit at vinna stig, og vónandi verður tað longu í dag ímóti B36, sigur Pauli Poulsen. Ímóti [...] sekstan málum, og sum nú roynir seg í norskum fótbólti. -Vit gleða okkum til at spæla í Sørvági ídag. Fleiri spælarar hava verið skaðadarvaðir. Tað hevur givið ungum og røskum monnum, sum eru uppvaksnir í felagnum
vera hugsandi, at hann kann vera. - Vit hava eisini leitað í haganum við hundi, eins og vit hava gjøgnumgingið alla bygdina. - Vit hava roynt at tryggja okkum, at tann, vit leita eftir, ikki hevur bjargað [...] leitingina í dag eru vit rættiliga sannførd um, at maðurin, vit leita eftir, er ikki á landi nakrastaðni, sigur brunaumsjónarmaðurin. Tí verður leitingin í morgin miðsavnað um at leita á sjónum. Vit hava avtalu [...] hava eini 50 fólk leitað síðani boðini um vanlukkuna komu í lýsingini í morgun. - Vit hava fingið nógva hjálp, eitt nú frá bjargingarfeløgum og sløkkiliðum bæði úr Klaksvík, úr Havn og úr Streymnesi, og
besta burturúr. Vit vænta at kappingin verður øgiliga hørð, og tað krevur nógv, um vit skulu kappast við Ormin og Klaksvíking, sum óivað vera knasandi góðir í ár, sigur ungi argjamaðurin. Um vit røkka sama [...] Drekin Reyði manglar nú bert róðursmann fyri at vera fullmannaður, tí fyri góðum tveimum vikum síðani kom tíggjundi rógvarin umborð. Manningin er blanda við royndum og óroyndum kreftum. Vit hava tveir frá Drekanum [...] ti mars-apríl, tá veðrið byrjar at loyva tí. Vit hava vant síðani umleið Novembur og royna at hava so nógvar venjingar saman sum gjørligt. Annars venja vit saman í smærri bólkum, bæði á maskinunum og við
– Vit sluppu av við alla ullina. Men tað er ikki yvir at dylja, at prísurin var eitt stórt vónbrot. Tað sigur Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni. Nú á miðdegi hevur Búnaðarstovan selt ullina, tey [...] til sølu, har 19 tons var fyrstafloks ull og restin var annanfloks ull. – Vit høvdu vónað at fáa hampiligan prís fyri ullina, tí vit høvdu gjørt okkum ógvuliga stóran ómak at skilja hana, bæði eftir dygd [...] tey keyptu alla ullina. – Men prísurin var eitt vónbrot, tí hann var langt frá tí, vit høvdu vónað og sostatt fingu vit bara fýra krónur fyri kilo av teirri góðu ullini og tvær krónur fyri kilo av teirri