eisini at siga, hvussu veðrið fór at vera við at hyggja eystur í hav. Løgtingsmaðurin segði, at Nólsoyggin hevur fostrað raskar menn, sum hava stríðst og strevast á havinum fyri lívsins uppihald ? og heima við [...] krígnum. Tað, sum eg vil siga í dag, er, at vit skulu syrgja saman við teimum sum syrgja, men vit skulu so sanniliga eisini gleðast saman við teimum, sum eru glað. Lat okkum í dag gleðast um at vera komin [...] kensla, sum eg hevði, tá ið eg vitjaði í Mykinesi. Kaj Leo segði, at tað fyrsta, hann gjørdi sum smádrongur um morgnarnar í Havn, var at fara yvir til vindeygað og hyggja út á Nólsoynna ? líka sum fyri at
er sjónarmiðini um hesa verkætlan. Onkur sigur genial, kreativ og full av framtíðarvisiónum. Onnur finnast at sjálvari byggiætlanini og siga, at hetta er betongslum, sum ikki hóskar inn í føroyska bústa [...] landinum, sum av tilvild ikki standa til at fáa festijørð til keyps. Hví skulu nøkur vera noydd til at rinda vanligan prís fyri at ognast jørð til byggilendi, meðan onnur fáa hetta mest sum fyri onki. [...] mótstøðufólk av ætlanini skal ikki vera umrøðuevni í hesi grein. Søla av 300.000 m 2 Tað sum mest av øllum undrar er, at onkur ikki hevur tikið spurningin um sølu av heilum 300.000 fermetrunum av virðismiklari
prinsipp, sum átti at verið hildið. Kortini vistu vit helst øll longu frammanundan, at kom tað til skarpskeringar á almenna arbeiðsmarknaðinum, so fóru bæði Tjóðveldisflokkurin og fullveldisætlanin at standa [...] na. Har verður róð fram undir, at landsstýrið ætlar at »pína lønirnar niður« til eitt láglønarsamfelag fyri at fíggja eitt føroyskt fullveldi. Harafturat verður sagt, at nú skulu lønirnar hækka munandi [...] djúpa kreppu. Sum fakfelagsfólk hevði eg mótmælt harðliga hesum tosi, tí hetta tekur grundarlagið undan fakfelagsrørsluni. At taka fram- tíðina í álvara Eg fari tí at heita á Javnaðarflokkin um at endurskoða
ar uttan at hava nakran at ringja til, so er tað nokkso álvarsligt. Tí er tað umráðandi at hava eina akutta telefonhjálp, sigur hann og vísir á vandan við ikki at hava nakran at tosa við, sum kann sissa [...] hevur tørv á at verða innlagdur. Onkuntíð hevur tú bara tørv á at fáa onkran at tosa við, sigur hann og greiðir víðari frá. - Tað, sum so hendir, er, at fólk tora ikki at fortelja nøkrum um sína sálarliga [...] bráðfeingis neyð. Ynskið er bara at hava eitt telefonnummar, sum hann veit, at hann altíð kann venda sær til og fáa vegleiðing. Innlagdur heldur enn at tosa Ungi maðurin sigur, at myndugleikarnir í Føroyum ikki
bul. Tað vil siga, at kunna hava ein stabilan bul samstundis sum kraftin á bulinum varierar. Síðuleypandi verður gjørd ein evalurering av einstaka spælararnum fyri at vita, hvar mest er at heinta í mun [...] Avbjóðingin hjá tí høga spælarnum er, at tað er longri frá forankringspunktinum (gólvinum) til massamittpunktið. Tað merkir, at spælarin í øllum rørslum, sum hava til endamáls at flyta spælaran fram ella til síður [...] nøkrum av høgum spælarunum, sum eru føddir millum 2004 og 2001 til nakrar servenjingar. Hesar venjingar hava havt til endamáls, at læra spælararnar at skapa kraft skjótt, og at kunna transmittera hesa kraftina
Uppaftur meira áttu vit at vanda okkum, tá tað ræður um ein mann, ið tímir at koma uttanífrá til klettarnar at arbeiða við føroyskari fornfrøði. Hvar bleiv okkara blíðskapur sum fólk av, sum vit ofta erpa okkum [...] og náðum at sleppa at vísa, hvør dugur er í honum. Er hann sloppin tað? Nei, so langt ífrá! Hugsa tær at byrja í einum nýggjum starvi sum almennur stovnsleiðari, har móttøkan er so kaldlig, at starvsfólkini [...] møguleika fyri at sýta byggiloyvi ti leitt nýtt hús og at tað gamla verður niðurrivið. Hvat er so til ráða at taka, tá lógin forðar býráðspolitikaranum og hann slotar, at her eru nakrar atkvøður at heinta til
kann tað gera, at ein spurningur verður settur? At eitt mál verður umrøtt? Limirnir í blaðmannafelagnum liva av at spyrja fólk til tess at fáa viðurskifti lýst. At hetta felag roynir at fáa eitt mál burturtagt [...] seg. Felagið plagar at lata tað mesta um seg ganga - eisini, tá talan er um uppløgd mál fyri eitt slíkt felag. Eg fari at nevna tvey dømi: Einaferð tók ein blaðmaður á Sosialinum, uttan at siga frá tí, eina [...] greitt frá, at endamálið við hesum ?tíðindaflutningi? als ikki er at siga Føroya fólki hvat hendir. Endamálið er rætt og slætt at reklamera fyri Javnaðarflokkinum og teimum politikarum, sum manna hendan
samstundis, at áhugin at fáa eina íbúð hjá Bústøðum er ovurstórur. Men nú er vandi á ferð, tí ivasamt er, um nýggja landsstýrissamgongan fer at veita Bústøðum heimild at læna 250 milliónir krónur, sum verða [...] íbúðirnar fyri ein góðan prís, sum er langt oman fyri tann kostnað, Bústaðir byggja sínar íbúðir fyri. Harafturat er tað óivað í fínasta lagi, at privat, sum hava ráð, keypa eina íbúð at leiga út til fólk í bú [...] bústaðarneyð. Tað vil við øðrum orðum siga, at onkur skal fáa beinleiðis vinning av tí vanlukkuligu støðu, at fólk eru í íbúðarneyð. Hóast landsstýrið bara hevur sitið slakar tríggjar mánaðir, síggja vit
hesar dystirnar akkurát sum allar aðrar, sigur landsliðsvenjarin og leggur afturat: ##med3## - Eg kann siga so mikið sum, at vit spæla við trimum í miðverjuni. Vit bíðaðu fyri at vita um Odmar Færø bleiv [...] dystirnir móti Norra og Svøríki, sum verða ávikavist fríggjadagin og mánadagin. Landsliðið býr í løtuni í danska høvðusstaðnum, har teir venja á Sundby Idrætspark, sum er heimavøllurin hjá Fremad Amager [...] Malta, sum vóru á Tórsvølli í farna mánaði. - Eg fekk ein fyrispurning frá teimum og so gekk tað skjótt, sigur Lars Olsen í kuldanum á Sundby Idrætspark. Hann fekk loyvi frá Fótbóltssambandinum at taka við
landið visti at siga frá líknandi søgum. Ljóspunktið er burtur Eitt, sum harmaði fleiri avvarðandi og starvsfólk, er, at alt, sum eitur venjing, endurvenjing og ítriv, er skorið burtur. - Hetta, sum var einasta [...] soleiðis sum tey avvarðandi síggja hann tá ið tey seta orð á støðuna. Yvirhøvur var semja um, at tað, sum gongur fyri seg, er uttanfyri øll etisk og forsvarlig mørk. Bíða og bíða … Eitt, sum fleiri avvarðandi [...] avvarðandi drógu fram, var, at starvsfólkið á bústovnum eru so illa mannað, at búfólk noyðast at sita og bíða í tað óendaliga at fáa hjálp. Á onkrum bústovni eru tey tvey starvsfólk um kvøldið til 12 búfólk