tey fingu boðini um, at John F. Kennedy var bæði skotin og deyður. Soleiðis var hjá mær ta ferðina, men eg minnist eisini í smálutum, hvar eg var stødd, hvussu alt var vorðið uttan um meg, og hvat eg [...] herinum. Einaferð var tó millum føroyskar og aðrar norðurlendskar kvinnur ein rørsla, ið kallaði seg Kvinnur fyri Friði. Tær skipaðu seg tvørtur um allar bólkingar í samfelagnum, tær kravdu, at vápn [...] nar vórðu brúktar til mat, og tær savnaðu upp á stutta tíð undirskriftir um alt landið frá meiri enn triðinginum av øllum kvinnum í Føroyum eldri enn 15 ár. Og síðani handaðu tær táverandi aðalskrivaranum
stuðulin hevur sum øll onnur rætt til summarfrí, sigur Bodil. Bodil hevði verið nøgd, um Kjartan bara fekk stuðul í fýra tímar um dagin í summar, tí so hevði hon fingið í hvussu er eina løtu at gjørt síni ørindini [...] Norðoyggjum, tvs. at allar uppgávur eru einmannsuppgávur. Talan er her um børn og ung við fjølbreki, autismu, ADHD og menningartarni. Um Stuðulsfólkaskipanin kundi haft eitt dagtoymi í Norðoyggjum høvdu e [...] fjølbrekaður. Dagliga lívið hjá teimum er, at tey smáu eru heima hjá mammuni, og Kjartan er í skúla um dagin. Eftir skulatíð, og tá feria er, hevur hann stuðul. Sama søga hvørt ár Men nú er fasti stuðul
- Sjálvt um mjørkaflókar hingu ovast Uppi á Oyggj fór eg burtur í haga henda annars so góða leygardag. Havi síðan fjallið vilja vissa meg um, at eingin seyður gekk úti. Tað sigur Bjørn Patursson, fyri [...] rikin heim og verður hildin heimi í bygdini. Soleiðis er tað enn, og ærnar fóru beina kós um Lambhamar og norður gjøgnum røkurnar, nú hann rak tær av bønum. - Nú ganga einans veðragjólingarnir eftir og [...] fyristøðumaður í Koltri, sum leygardagin einsamallur fór sær burtur í haga at hyggja, um nakar seyður skuldi gingið út eftir, nú fjøllini eru gingin. - Hesin partur av arbeiðnum - at ganga slíkar túrar einsamallur
at KÍ-venjarin var errin og fegin um, at hansara menn høvdu klárað at vinna steypafinaluna. Hann gekk millum fólkið umborð á Smyrli, tá áskoðarafjøldin sigldi norður aftur til Klaksvíkar í dýrdarveðrinum [...] áskoðarafjøldini. - Tit vóru fantastisk. Stóra takk fyri stuðulin. Nú skulu vit njóta hendan sigurin, men um tvær vikur er tað aftur gerandisdagur, og tá fara vit eftir greipuni. Tony Paris vandi KÍ tvey ár seinna
sum sigla til Mykinesar og Strandfaraskip Landsins um at tálma siglingina uppá oynna. Arbeitt verður framvegis við at finna bestu loysnina við áseting um hvussu nógv fólk kunnu setast á oynna hvønn dag, [...] við bílegging online á hiking.fo, og um goldið verður sama dag við komu í Mykinesi. Frá 6. mai er hetta galdandi: Túrurin kostar 400 krónur (undir 15 ár gjalda einki) um bókað verður á hiking.fo í seinasta [...] verður gangandi út til hegni úti á Rógvuni. Tá Jarðfangi hevur kannað lopið verður støða tikin til um latið verður upp fyri gongd ella ikki. Væntandi verður hetta greitt umleið 1. juni. Túrurin í Mykinesi
ferðina. Kanadsiska stjórnin sigur, at tað er kríggið í Irak, sum hevur fingið Bush at avlýsa ferðina norður um markið. Kanadiski forsætisráðharrin, Jean Chretien, sigur, at hann skilir avgerðina hjá amerikanska
nakra ætlan um at søkja at landinum. Tvørturímóti er hann sinnaður at samráðast fyri at loysa kreppuna. Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri hevur fyrr sagt, at fyri USA ger tað ikki stórvegis mun, um talan er [...] er um eitt stríð við Irak ella Norðurkorea, men hesum eru eygleiðarar ikki samdir við honum í. Teir vísa á, at í Irak-spurninginum snýr tað seg um at forða fyri, at Irak útvegar sær kjarnorkuvápn, meðan [...] millión fólk komu at vísa, at tey stuðla stjórnina og Kim Jong-il, stjórnarleiðara í stríðnum við USA um landsins kjarnorkuverkætlan. Eygleiðarar siga, at tann sera avgjørda norðurkoreanska støðan er komin
tá við skúlan áðrenn kl 8. Hetta sum ein serlig skúlafarleið. Eftir klokkan 18 verður koyrt einaferð um tíman av Sandinum - 48 minuttir yvir hvønn fullan tíma. Hinar túrarnar fara bussarnir út eftir Kla [...] heimaftur eftir ovasta vegi, heim eftir ringvegnum og oman gjøgnum Bøgøtu, niðan eftir Gerðagøtu, norður eftir Kráargøtu, Kjalarvegi, Helnabrekku, Skáltavegi og heimaftur á Sandin eftir niðasta vegi og [...] Tó verður bussleiðin leypandi eftirmett og kunnu tíðir og steðgistøð broytast og verður tá kunnað um tað á heimsíðuni hjá Klaksvíkar kommunu – www.klaksvik.fo.
óskiljandi, at vit sum býráðslimir hvørki hava hoyrt um ella sæð nakað hoyringsskriv. Ei heldur er nakað lagt fyri nevnd, ella nøkur almenn fráboðan um støðu býráðsins til umleggingina av leið 400. Stra [...] takka borgarstjóranum í Eysturkommunu, tá hann herfyri greitt og siðiliga gjørdi vart við sína ónøgd um busssambandið millum Klaksvík og Tórshavn. Tað er altíð gott at fáa góða hjálp frá grannakommunum, [...] almenna fráboðan frá okkara egnu. Beinanvegin, tað kom mær fyri oyra, at Strandferðslan ætlaði at hekta norður-eystur økið av landinum av, í strembanini eftir at gera tað lættari fyri seg sjálva, gjørdi eg vart
nøkrum árum síðani var nakað av kjaki um, hvør hevur ábyrgdina av at halda bygdagøturnar viðlíka, og løgfrøðiligt álit kom til ta niðurstøðu, at tað var ivasamt, um hetta var ábyrgd kommunurnar. Stígur [...] at betra um fólkaheilsuna. Endamálið er at geva øllum – yngri sum eldri – eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg og at uppliva náttúruna. Tað er ein sannroynd, at tá ið kommunan betrar um karmarnar og [...] Stígur kom í málið, og hildið varð, at býráðið átti at hugsavna seg um egin økir, og tey, sum kommunan hevur fulla ábyrgd av. Men bygdagøturnar hava við jøvnum millumbili verið tiknar fram til viðgerðar, og