Ætlanin var, at amerikanski forsetin, George W. Bush, skuldi fara til Kanada at vitja tann 5. mai, men nú hevur hann avlýst ferðina.
Kanadsiska stjórnin sigur, at tað er kríggið í Irak, sum hevur fingið Bush at avlýsa ferðina norður um markið. Kanadiski forsætisráðharrin, Jean Chretien, sigur, at hann skilir avgerðina hjá amerikanska forsetanum væl, og at nú verður roynt at kanna, nær ferðin kann koma í lag, men helst verður tað ikki fyrr enn í heyst.
Kanada var eitt av londunum, sum var harðliga ímóti amerikansku avgerðini at leypa á Irak. Kanadiska stjórnin góðtók ikki amerikansku grundgevingarnar fyri at seta álopið í verk.