so galið at verða heima í eina tíð, tá ið vit fáa dreingirnar heim. Tað verður ein stór kollvelting í lívinum hjá okkum frá eingi børn at hava átt og til at eiga trý. Eg dugi ikki rættiliga at ímynda mær [...] tað fer at verða, sigur Dia. Sum gamalt er hava tey ikki gjørt nakrar fyrireikingar heima til børnini koma, einki keypt og einki broytt. - Vit hava vitað líka síðani Jónfríð gjørdist við barn, at vit fóru [...] fóru at fáa tríburðar, men vit hava einki keypt av nøkrum - uttan eitt seyðaskinn, eg keypti mánadagin at leggja teir allar á, sigur Dia. Hvussu leingi Jónfríð skal liggja á Føðideildini, vita tey ikki enn
áhuga í. Úrslitið var, at gentur og dreingir hava ikki áhuga í tí sama, og at børnum dámar best at mála meðan foreldrini eru í nánd. Ein mamma segði mær, at sonur hennara dámar best at tekna meðan tey finna [...] undraðist yvir, at næstan eingin tekning var teknað liðug. Børn fara eftir øllum at døma undir eina tekning av fullum huga, men so knappliga tíma tey ikki meir. Tað fekk meg til at fara at kanna nærri, hvat [...] sum tey vilja og tey siga, at tey ikki longur duga at tekna. - Eg havi altíð teknað. Sum ung droymdi eg um at fáa mær eina útbúgving innan list, men eg fann skjótt út av, at tí kundi eg ikki liva av. Ístaðin
hevur ætlanir um at gera uppskot til føroyska lóg um frískúlar at leggja fyri tingið, og nær so verður gjørt. Men hóast tað stendur í samgonguskjalinum, at møguleiki skal vera fyri frískúlum, hevur l [...] frískúlar, sum í fyrsta lagi fer at verða løgd fyri politisku samgonguna, áðrenn lógaruppskotið verður lagt fyri løgtingið. Sambært løgtingslóg um skúlafyrisiting er heimild at skipa privatar skúlar, sum geva [...] sansar at hjá okkum, sum nú er, at fíggja undirvísingarvirksemi fólkaskúlans. Tímarnir til undirvísing fólkaskúlans verða í dag lutaðir skúlunum við støði í næmingatalinum, og tað er ein sannroynd, at tað
lætnaði veruliga hjá mær at tøma hugin út gjøgnum hondina og yvir á eitt blað. Mín vón er, at Rura fer at gagnast øllum føroyskum børnum. At foreldur og fakfólk kunnu nýta hana til at fáa innlit í ta kropsligu [...] og ov lítið av húðsansupplivingum. Hesi børn føðast fátæk av royndum. Í staðin fyri at leika í, munga og ynskja sær, fyri at innheinta tað, sum ikki var til vega, so vilja tey hava frið. Tey eru lin, vilja [...] føroyskum børnum. Føroya Skúlabókagrunnur gevur út, og tí, at tað ikki er á hvørjum degi, at eitt slíkt verk á føroyskum verður givið út, varð skipað fyri bókarframløgu í Sjónleikarhúsinum í Havn. Hensar Ellingsgaard
eru fantastisk at vera í. Eg havi sjálvandi verið í teimum fyrr, men ongantíð í so nógvar dagar. Tey eru behagilig at vera í og tað, at tey eru gjørd úr náttúrunar egna tilfari ger, at tey eru heit og [...] Hann váttar eisini, at hann hevur fingið eina nýggja troyggju at vera í. - Jú, tað vóru nakrar fittar kvinnur, sum lótu meg vita, at hin troyggjan var ið so stór, og tað eydnaðist so at fáa fatur á eini aðrari [...] hevur í morgun vitjað á Skálafjørðinum og tók sær stundir at tosa við fjølmiðlarnar eftir vitjanina í Bylgjuni. - Tað mest spennandi hevur verið at síggja tað stóru menningina, sum hevur verið í Føroyum,
meira at liva fyri um mánaðin. Mótrokning millum hjún verður strikað, útsett ella framskundað pensjón verður møgulig, og pensjónsskattaskipanin verður stigvaksandi. Landsstýriskvinnan vísti á, at ein av [...] landsstýrið ætlar sær at arbeiða við. Landsstýrið hevur sett 10 mió av í játtanarkørmunum fyri 2020 til deplar kring landið, sum skulu menna fiskivinnugransking og nýskapan. Ætlanin er at yvirtaka útlendingamál [...] landslæknaembætinum fyrireikað. Á sendistovuøkinum verður eisini arbeitt fyri at umboða Føroyar betur úti í heimi. Ætlanin er at seta á stovn nýggja sendistovu í Beijing.
leiga tey ein kjallara fyri fleiri túsund krónur um mánaðin, har viðurskiftini eru so ótrygg, at tey kunnu verða koyrd á gøtuna at kalla frá degi til dags. Hin møguleikin er at smoyggja eina skuld upp [...] hálsin fyri at byggja ella keypa eini hús í Havn, sigur Andras Róin við Sosialin, sum kom á gøturnar í gjár. Stjórin í Húsalánsgrunninum vísir á, at tann, sum hevur sett seg í stóra skuld fyri eini hús [...] møguleikarnir at selja húsini og fáa okkurt minni at búgva í seinni, er sera avmarkaður. Ein fjølbroyttari bústaðarmarknaður hevur avgerandi týdning í royndunum at fáa fólk aftur til Føroya at búgva. - Eg
annar megnar at vinna eitt av teimum báðum næstu talvunum, so er HM-dysturin næstan avgreiddur. - Um ein vinnur, so er tað ræðuliga tætt við at vera avgreitt. Tí um annar bara spælir fyri at fáa remi, so [...] so er ringt at vinna. Grundin til at summi talv vera spennadi, er tí báðir tveir vilja tað. Men um annar slett ikki vil, so er tungt hjá hinum at skapa nakað. So eg trúgvi, at um annar vinnur næsta talvið [...] teir hittust til 8. talvi í HM-dystinum. Tólv klassisk talv eru sett av til at finna út av um Fabiano Caruana megnar at vinna heimsmeistaraheiti av Magnus Carlsen, ið hevur havt heitið síðan 2013, tá hann
fleiri pengar enn hini feløgini. Tað at vit tapa 5-0 móti teimum merkir ikki, at vit ikki kunnu vinna teir, men fyri hini liðini snýr tað seg fyri tað mesta um at blíva nummar tvey, sigur føroyski lan [...] við dystin. Dailymail skirvar í dag, at Celtic hevur bannað 128 viðhaldsfólkum frá at koma til heima og útidystirnar hjá felagnum, eftir at teir hava gjørt herverk fyri áleið hundrað túsund krónur á Fir Park [...] samrøðu við Sosialin, sum kom á gøturnar í dag, tosar Gunnar Nielsen um 5-0 tapið fyri Celtic fríggjakvøldið. Motherwell kláraði at halda málið reint í 43 minuttir, men so gekk gali. - Celtic er í serflokki í
0-0-dystin ímóti MyPa á Tórsvølli í kvøld harmast um, at tað ikki eydnaðist at fáa mál og eftir 0-1-tap samanlagt at rúka út úr Europa League. Hann heldur, at bæði liðini royndu, men tá ið hann varð spurdur [...] møguleikar at spæla seg víðari í kvøld, um væl vildi til. Hann viðgongur, at seinasti parturin av taktikkinum kanska lá eftir. Hann greiðir soleiðis frá um taktikkin í dystinum í kvøld: - Tað var at halda tætt [...] fótbólt at taka sær av. Stundum er gott við einum steðgi, men Albert heldur, at teir hava gagnnýtt summarsteðgin væl. - Sum eg síggi okkara lið í løtuni, so haldi eg tað er ein fyrimunur at vit hava spælt