Í samrøðu við Sosialin, sum kom á gøturnar í dag, tosar Gunnar Nielsen um 5-0 tapið fyri Celtic fríggjakvøldið. Motherwell kláraði at halda málið reint í 43 minuttir, men so gekk gali.
- Celtic er í serflokki í skotskum fótbólti. Teir nógv fleiri pengar enn hini feløgini. Tað at vit tapa 5-0 móti teimum merkir ikki, at vit ikki kunnu vinna teir, men fyri hini liðini snýr tað seg fyri tað mesta um at blíva nummar tvey, sigur føroyski landsliðsmálverjin við Sosialin.
Keyp Sosialin í PDF útgávu HER.
Tað var nakað av áskðara ófriði í samband við dystin. Dailymail skirvar í dag, at Celtic hevur bannað 128 viðhaldsfólkum frá at koma til heima og útidystirnar hjá felagnum, eftir at teir hava gjørt herverk fyri áleið hundrað túsund krónur á Fir Park, ið er heimvøllurin hjá Motherwell.
Motherwell liggur í løtuni nummar fimm í skotsku Premier League. Gunnar fekk ein minni skaða í lærið í dystinum, og stríðist nú við at blíva klárur til dystin móti Ross County komandi vikuskiftið.