danska ríkinum. Kanska var tað hann. Vit gita, at tað var hann. Danska ríkið? Eru vit har enn? Ella loystu vit, í trúnaði sjálvandi, í 2013. Loystu og sleptu og reka nú fyri vág og ódn. Tað var ið hvussu [...] tætt at høgtíðum. So ljót og fúl orð eru óhóskandi. Jólini eru tíbetur farin afturum. Jesus varð føddur í gjár, sungu tey jóladag. Eisini 2013, vit spæla, at har eru vit, endar við buldri og braki. Allar [...] uttan innlit. Fólkaræði innan fyri ramliga stongdar dyr. Eru vit yvirhøvur í 2013? Lokið feyk ikki av. Tá vit einki vita um 2013, noyðast vit bara at gita. Vita ikki gita, segði ein. Var tað Storm P?
kemur jólaskipið til Havnar við jólamonnunum. Tí nú er tíðin komin, at øll skulu stákast tað seinasta til jóla og keypa seinastu gávurnar. Vit jólamenn eru næstan lidnir at stákast og fara tí at taka okkum [...] okkum at koma, tí annars klára vit ikki at síggja jólagøtuna úti á Reyni, og tað hevði verið spell, heldur hann. So nú leygardagin kl. 15 koma vit í Vágsbotn, og tá hava vit eina heila viku at vitja í miðbýnum [...] gomul. Vit hava hoyrt, at Havnin er pyntað sum ongantíð fyrr, og tí hava vit sent boð eftir jólaskipinum, sum liggur við jólaperum niðri í Vágsbotni, klárt at fara eftir okkum. Skiparin sigur, at vit skulu
og brúka okkum sum álítandi keldu til hagtøl og upplýsandi tilfar. - Vit eru viðurkend og nógv brúkt sum upplýsandi kelda og vit eru ofta biðin um okkara sjónarmið um ymsar spurningar í sambandi við børn [...] landsstýrið ætlar, at vit skulu fáa.) - Fáa vit ikki 573.000 krónur næsta ár, fer tað ikki at bera til at varðveita ráðgevingina á tí høga fakliga støði, hon er á í dag. Og tá vit ikki kunnu slaka fakliga [...] fáa vissu fyri, at ráðgevingin ikki steðgar. - Frammanundan eru ov fáa viðgerðartilboð til børn og ung við trupulleikum, og tí er eru vit fegin um, at so nógv føla, at hendan ráðgevingin er ein hjálp
– og at landsstýrismaðurin so fer út við upplýsingunum, sum um teir eru almennir upplýsingar, sum vit eiga at halda okkum til, tá vit skulu taka støðu til, um russlandssáttmálin skal endurnýggjast ella [...] er at vita, um hann tilvitað er komin fram við hesum upplýsingum, vitandi um, at teir ikki eru í ordan. Tað kunnu vit pástanda, at hann hevur gjørt tilvitað, tá aðrir upplýsingar fyriliggja, sum siga tað [...] nakran máta eru undirbygdir ella eftirkannaðir nakrastaðni, sigur Bjørn á Heygum. Hann vísir á, at tað er álvarsamt, at ein landsstýrismaður ger slíkt, tá hann veit, at upplýsingarnir einvíst eru komnir frá
nar eru um fólk, sum eru pínd av embætismonnum undir avhoyringum í varðhaldi. Orsøkin til píningina sigst vera at varðveita rættartrygdina. Tey píndu eru ofta fólk, sum hava brotið lógina ella eru undir [...] londum eru fráboðanir um politiskar fangar, sum eru píndir. Tað eru bæði kvinnur og menn, ung og gomul. Píningarhættir Sambært frágreiðingini er vanligasti píningarhátturin buking, sum fráboðanir eru um úr [...] og øðrum, til tey eru um at drukna, onnur, sum eru brend við sigarettum, ella bundin afturúr einum bili og dragsaði avstað. Fleiri eru ikki sloppin at sova í fleiri samdøgur. Onnur eru læst inni í ljóð-
bilar at síggja á vegunum í býunum, men nú eru teir nógvir, og har eru nú eisini stórir og dýrir bilar at síggja. Hetta er úrslit av, at fleiri eysturevropear eru farnir av landinum og senda pening heim [...] hjálparfólk - Eg havi fleiri tulkar í Rumenia, og teir tosi eg javnan við um, hvar vit eiga at fara at hjálpa. Tulkarnir eru úti og og tosa við fólk í økinum. Eisini tosi eg við kommunur, samkomur og onnur [...] Klaksvík. Klæðni verða altíð pakkað í støddir, so lættari eru at býta út, tá ið bussurin kemur fram. Absalon Matras sigur, at tað ikki bara eru norðuroyingar, sum stuðla við brúktum klæðum og øðrum. Nógvir
útgávuna eru nógvar ábøtur gjørdar fyri at gera álmanakkan enn betur. Størsta broytingin er, at listin við skipum yvir 20 tons er nú skrýddur við myndum av skipunum, og í tí sambandi verður Álmanakkin nú, allur [...] n og nýggju landsstýrisráðini eru við, eins og nýggj hagtøl eru til mannstalslistan og fólkanøvnini. Av serligum áhuga hesu ferð er sjálvandi eisni, at Vágoyggin er komin uppí yvirlitið yvir vegalongdirnar [...] áður nevnt myndskrýddur, og tað hevur við sær, at hann er meir enn 100 síður langur nú. Í pørtunum um bátar og skip eru eisini komnir hendir upplýsingar um Fiskamarknaðin og yvirlit yvir løggildaði virkir
í ráðum. Nú hann er komin upp í árini, er hann framvegis virkin á sín hátt. Ikki so sjáldan síggjast konan og hann til gongu, og tá veðrið er til vildar eru tey eisini virkin í urtagarðinum. Nú mundi eg [...] hesum ítrivi. Ein álistimaður rundar nú áttati ár, og vit eru mong sum hava notið gott av tínum blíðskapi, og takk fyri tað sum tú hevur verði fyri okkum øll. Vit ynskja tykkum báðum nógv góð ár aftrat
Hotel Hafnia týsdagin kl.14.30, og tá fara vit so at umrøða teir møguleikar, ið eru. Støða verður ikki tikin til at lýsa eitt møguligt verkfall, fyrr enn vit hava umrøtt hetta við álitisfólkini. Eg vóni [...] enn eru umhugsað. Fundur verður við álitisfólkini týsdagin. Tað skrivar Pedagogfelagið á heimasíðuni í kvøld: Tað harmar Maud Wang Hansen, forkvinnu í Føroya Pedagogfelag, at onkur miðil er komin til ta [...] semingsloysn. Tískil er støðan nú tann, at tað er sáttmálaloysi, og báðir partar kunnu lýsa ávikavist verkfall ella verkbann. – Men hóast støðan tykist fastlæst, so hava vit ikki tikið avgerð um at fremja
einum ári síðani, og tá funnu vit út av, at vit hava sera nógv til felags. Tí hildu vit í álendsku nevndini, at tað hevði verið áhugavert at vitja í Føroyum, og nú eru vit her, sigur Katrin Sjøgren. Forkvinnan [...] alternativ til høvuðsvinnuna. Vit eru kanska komin eitt sindur longur enn tit við at menna ferðavinnuna, men tað er einki at ivast í, at her eru stórir møguleikar í Føroyum. Vit vistu, at tit høvdu eina stórbæra [...] Forkvinnan heldur, at bæði Føroyar og Áland hava ein felags trupulleika, nevnliga at vit í alt ov stóran mun bert hava eitt bein at standa á. Í Føroyum er tað fiskivinnan, ið er altavgerandi fyri samfelagið