Álvarsamt um landsstýrismaður lýgur tilvitað

Hvussu kann eitt russiskt umboð í Føroyum vera álitið hjá landsstýrismanni? Soleiðis spyr advokatur.

 

– Eg eri púra ovfarin av, at ein landsstýrismaður brúkar slíkar upplýsingar, samstundis sum hann ignorerar aðrar upplýsingar, sum hann hevur.

 

Tað sigur Bjørn á Heygum, advokatur, sum var ein av teimum, sum gjørdu uppskotið til nýggju stjórnarskipanina á sinni, í sambandi við, at Árni Skaale hevur sagt ósatt um russlandsavtaluna, tí at hann hevur nýtt eitt lesarabræv frá Karl Erik Reynheim, stjóra á Faroe Agency sum keldu. Faroe Agancy umboða russisk skip í Føroyum og hýsir russiska konsulátinum í Føroyum. Hin stjórin í Faroe Agency, Maria í Akrabyrgi, er russiskur konsul í Føroyum.

 

Bjørn á Heygum vísir á, at sum landsstýrismaður er Árni Skaale jú ein embætismaður, og hann eigur bara at fyrihalda seg til rættar upplýsingar - serliga tá hann hevur røttu upplýsingarnar á borðinum.

 

– Tað er púrasta og aldeilis ófatiligt, at hann sorterar sínar egnu upplýsingar frá og velur positivt upplýsingar, sum yvirhøvur ikki upp á nakran máta eru undirbygdir ella eftirkannaðir nakrastaðni, sigur Bjørn á Heygum.

 

Hann vísir á, at tað er álvarsamt, at ein landsstýrismaður ger slíkt, tá hann veit, at upplýsingarnir einvíst eru komnir frá einum agenti her í Føroyum – og at landsstýrismaðurin so fer út við upplýsingunum, sum um teir eru almennir upplýsingar, sum vit eiga at halda okkum til, tá vit skulu taka støðu til, um russlandssáttmálin skal endurnýggjast ella ikki endurnýggjast.

 

Hann sigur, at lógin um ábyrgd landsstýrismanna bara fevnir um villleiðandi upplýsingar, sum verða presenteraðir í parlamentinum – og ikki um tað, sum verður sagt alment.

 

– Men fyri tað er tað álvarsamt. Tí hetta er alt annað enn álitisvekjandi, tí hvussu kunnu vit taka tað í álvara, sum landsstýrismaðurin sigur? Og um hann eisini hevur logið fyri Løgtinginum og uttanlandsnevndini, tað vita vit ikki, sigur hann.

 

– Áhugavert er at vita, um hann tilvitað er komin fram við hesum upplýsingum, vitandi um, at teir ikki eru í ordan. Tað kunnu vit pástanda, at hann hevur gjørt tilvitað, tá aðrir upplýsingar fyriliggja, sum siga tað mótsatta og brúka ta grundgevingina, sigur Bjørn á Heygum.

 

Men tann áhugaverdi spurningurin, heldur Bjørn á Heygum, er nú, um løgmaður framvegis hevur álit á landsstýrismanninum.

 

Vit hava roynt at fingið fatur á Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, at vita, um hann framvegis hevur álit á landsstýrismanninum Árna Skaale, men hann hevur ikki svarað.

 

Frágreiðingin hjá landsstýrinum um Russlandssáttmálan, nevnd »Hvat er búskaparligi kostnaðurin/virði?« er dagfest 17. oktober í 2022.

 

Frágreiðingin, sum Miðlahúsið hevur fingið innlit, tó við nógvum útstrikingum, kann lesast her.

 

##med2##

 

Soleiðis sær ein síða út í frágreiðingini »Hvat er búskaparligi kostnaðurin/virði?«. Fiskiálaráðið hevur strikað nógv út í tekstinum, áðrenn fjølmiðarnir hava fingið innlit.