seg ikki gera at býta menniskju ella verðina sundur í gott og ónt uppá handan mátan, tí tað góða og tað ónda situr inni í tær sjálvum. Hevur tú ikki skilt tað, hevur tú ikki skilt tann kristna boðskapin [...] at Gud ongantíð hevur givið nøkrum boð um at døma ella útihýsa onnur menniskju. Tí skulu vit heldur ikki góðtaka prestar, sum til dømis ikki vilja loyva kvinnum at virka sum prestar ella sýta fyri at gifta [...] Hvussu kanst tú hava virðing fyri einum manni, sum ikki himprast við at seta streym til eitt annað menniskja, so tað líður ein spakuligan og pínufullan deyða í? Hvønn rætt hevur ein slíkur maður til at gera
, nærløgd og professionell, og hon hevur harafturat nakað av tí spontana, sum eg ikki havi í eins stóran mun. Tá eg bíleggi eina flogbilett til Danmarkar og skal til Jylland, hyggi eg fyrst, nær tokini [...] onkran, vendi eg mær fyrst og fremst til Rúnu. Rúna: Eg havi tað á júst sama hátt. Vit eru systrar, vinir, "sparringspartnarar" og alt møguligt annað. Hvat/hvør hevur havt størstan týdning fyri teir persónar [...] egnar avgerðir og klára okkum sjálvar, og hetta hevur helst verið ein orsøk til, at vit báðar hava torað at tikið við avbjóðingum. Hvør er so orsøkin til, at vit framvegis hava so skeivt kynsbýti í Føroyum
ferð. Eg havi sent skrivlig boð til formann, skrivara og til allar nevndarlimirnar, hvat vit vilja hava við. Okkara ynski eru ongantíð gingin á møti. Man hevur valt út, hvat er tikið við. Vit síggja eisini [...] Bústøðum ikki er hoyrdur. Hann hevur verið við á øllum fundum, ið nevndin hevur havt. At hann sigur í dag, at teir ikki vilja vera við, tað kann eg ikki fyrihalda meg til. Eg eri ikki so áhugaður í tí. [...] sum tey hava hug til. Og eg meti, tað er tíðandi, at tey brúka tað út frá teimum grundgevingunum, ið eru, og ikki út frá, um fólk eru fornermað ella ikki, sigur Regin Hammer, sum hevur verið formaður í
Kanska var hetta nakað yvirdrivið, men at rættur kostur hevur havt og hevur stóran týdning fyri heilsuna er einki at ivast í. Orðini »tú ert tað, tú etur«, sum stava frá tí tíðini, verða í dag nýtt í sambandi [...] Vit vita ikkil um hesin matur hevur heilsuskaðiligt árin, sum frá líður. Hvørja støðu føroyski brúkarin hevur til henda mat, er í hesum sambandi lítið áhugavert, tí hann hevur smáar møguleikar at velja. Eingi [...] einaferð í eindanum av áttatitalinum. Danski kostpolitikkurin hevur sum yvirorðnað mál a. at eggja fólki til at velja kost, sum uppfyllir krøvini til sunnan, heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi mat og b.at
Rasmussen hevur alla orsøk til at smírast. Og tað ger hann eisini. Presturin í Hvalba sigur seg vera tiknan á bóli av góðu móttøkuni, sum bók hansara um Kierkegaard hevur fingið. Hann hevur selt tvey uppløg [...] úr Hoydølum. Longu tá hevur hann roynt seg til sjós fleiri ferðir, og hugurin til sjógvin var stórur. Eftir studentsprógvið var ætlanin at gerast skipari. - Eg var mín fyrsta túr til sjós sum fjúrtan ára [...] ára gamal og mær hevur altíð dámað ótrúliga sjólívið. Umborð eru bara tú, manningin og havið, og júst tað hugtekur meg. Tú hevur møguleika at gloyma allar sorgir á sjónum. Eg ætlaði mær altíð at gerast skipari
avvíkingar-og forsýningsuppgávur, eigur reiðaríið sjálvt eini 6-7 skip. Hini hevur felagið leigað til uppgávurnar fyri styttri ella longri tíðarskeið. Í flestu førum er talan um lutfalsliga smá skip. Gunnbjørn [...] sjey fólk tilsamans starvast á skrivstovunum. Tá ið tú hevur fleiri skip ymsastaðni runt um í heiminum, verður nógv ferðast, eitt nú tá ið skip skulu til klassingar og annað, og hesar uppgávur taka brøðurnir [...] - Higartil hevur báturin havt onkrar sleipiuppgávur í Íslandi og Noregi, og okkurt hevur eisini verið at gjørt innanskers í Noregi. Í Føroyum verður Goliat í fyrsta lagi eitt alternativ til Brimil og Tjaldrið
skiftistíðarskeið á eitt til tvey ár. Sjálvur vil stjórin ikki útgreina, hvat liggur í hesum. - Hatta er avgerðin hjá nevndini, og hana fyrihaldi eg meg til og arbeiði út frá. Nú fari eg til verka, og meira havi [...] arbeiði, sum hann hevur lagt í felagið. Men eg havi tikið av starvinum, og eg eri eyðmjúkur móti uppgávuni, nú eg fari til verka, sigur Jørgen Holme. Sum stjóri síðstu 18 árini hevur Magni Arge verið sera [...] Hann hevur arbeitt fyri SAS í fleiri londum, umframt fyri SpanAir og Air Greenland. Og á hinum økinum hevur hann arbeitt hjá SEB, sum millum annað umsitur DinersClub og Eurocard. Síðani februar hevur hann
at hann gevur upp, hvar hann er staddur. ? Men hvussu tú so vendir og snarar tær á tí knattstøðuni, kanst tú ikki fáa eina oyggj í baksýnið. Men hvat fer nú at henda, um hann fer at royna at forða fyri [...] hóvasták burturúr hóttanunum hjá Paul Watson at koma aftur til Føroyar nú í summar. Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur, at politiið hevur altíð eygu og oyru opin fyri tí, sum fer fram rundanum okkum [...] Watson skuldi komið higar. ?Men nakrar serligar fyrireikingar, ella nakra dubbing verður ikki farið undir, hóast hann hóttir við at koma til Føroyar, sigur hann. Vit fylgja við og so taka vit tað, sum tað
strokspælið hevur á Frúutrøð. Undrunarvert tókti mær, at Sámal, hóast tær avmarkaðu avbjóðingar, sum okkara lítla tónleikaumhvørvi hevur at veita, ikki bert hevur varðveitt, men heldur hevur ment sín s [...] sínum vøggugávum – tað veri seg til tað skapandi eins væl og til tað íðkandi – so laðar hesin fjølmiðlaligi hávi ov lítið uppundir til eitt framkomið tónleikalív.” Áhoyrararrómur, men ongin fjølmiðlaundirtøka [...] forvitnast, hvat ið mundi vera, og tá eg kagaði innar í kirkjurúmið, møtti mær ein stórfingin sjón: altarsgáttin var øll avtakin við tónleikarum, eitt so fjølmikið orkestur, sum neyvan hevur verið at síggja
soleiðis kenst tað viðhvørt, tá tú sum politikari tekur lut í almenna kjakinum. Tú sendir orðini út sum smáar fuglar – men teir venda sær, og koma eftir tær við sterkum klóm. Tú orðar teg ikki nóg greitt og [...] floksins virði. Nú hevur ein varalimur, Annika Olsen, brotið avtaluna, og floksins hjarta bløðir. Sjálvmál Tað er eingin ivi um, at hon hevði RÆTT til tað. Løgtingslimir, beinleiðis valdir ella ikki, eru formliga [...] av kritikkinum var óseriøsur. Til dømis at eg skrivaði sum eg gjørdi, tí høvuðspersónurin handa dagin var ein kvinna (Annnika Olsen). Teir politikarar, hvørs meiningar ella gerðir eg havi kritiserað mest