- Vit valdu at ganga aðrar leiðir

Reiðaríið í Hósvík byrjaði so smátt at bjóða seg fram í oljuvinnuni fyri einum 6-7 árum síðan, og síðan er hesin parturin av virkseminum hjá felagnum vaksin til tað, hann er í dag. - Vit vistu, at brúk var fyri hjálparskipum av ymiskum slagi í oljuvinnuni, og tí fóru vit snøgt sagt í gongd við at bjóða okkum fram. Vit vildu royna at gera okkurt annað enn tað, sum aðrir gera, sigur Gunnbjørn Joensen

Olja og fiskur

Alt byrjaði við skipinum, Túgvusteini, fyrrverandi Hans Olivur Højgaard, sum hósvíksbrøðurnir, Gunnbjørn og Hans Andrias Joensen, keyptu fyri umleið 14 árum síðan. Skipið var línubátur, royndi eftir hemara í Kanada, var laksabátur og at enda eisini garnabátur.
Túgvusteinur var ikki best egnaður sum garnabátur, tí hann hevði frystilast, og tað vísti seg, at betur var at ísa garnafiskin.
Næsta skipið, teir keyptu, var Thor, gamli Saturn, sum teir fingu í 1994. Eftir at teir høvdu keypt Thor, gjørdi Túgvusteinur ymiskar royndir á fjarskotnum leiðum, eitt nú í Suðurafriku.
Á fiskiveiðiøkinum gjørdist reiðaríið í Hósvík ongantíð tað størsta í Føroyum. Í dag hava teir skipini, Thor og Vesturland, sum báðir eru á garnaveiði. Annar fiskar svartkalva, hin havtasku.
Men gjørdist reiðaríið í Hósvík ikki tað størsta í Føroyum á fiskivinnuøkinum, so gjørdist felagið nógv tað størsta sum veitari til oljuvinnuna kring um í heiminum.

10 skip í oljuvinnu

Í løtuni hava hósvíkingar eini 10 skip í oljuvinnuni, heilt av norðrastu leiðum við nýggja Snøhvit-gassøkið, um Gibraltar til Egyptalands á Miðjarðarhavinum, Nigeriu har suðuri í Afriku um Surinam til Meksiko. Um okkara leiðir í Norðsjónum og í hálendskum sjógvi hava teir eini trý skip.
Av hesum 10 skipunum, ið hava sonevndar avvíkingar-og forsýningsuppgávur, eigur reiðaríið sjálvt eini 6-7 skip. Hini hevur felagið leigað til uppgávurnar fyri styttri ella longri tíðarskeið. Í flestu førum er talan um lutfalsliga smá skip.
Gunnbjørn Joensen sigur, at einir 60-70 mans eru knýttir at teimum skipum, sum felagið eigur í oljuvinnuni, men talið er væl størri, tá ið manningarnar umborð á teimum skipum, sum felagið leigar, eisini eru taldar við. Tá fer manningartalið at liggja um einar 80-90 mans. Einir fýra føroyingar eru knýttir at hvørjum av hesum skipum, og restin av manningini eru so útlendingar úr ymiskum heraðshornum.
Alt virksemið hjá felagnum verður rikið úr Hósvík, har eini sjey fólk tilsamans starvast á skrivstovunum.
Tá ið tú hevur fleiri skip ymsastaðni runt um í heiminum, verður nógv ferðast, eitt nú tá ið skip skulu til klassingar og annað, og hesar uppgávur taka brøðurnir, Gunnbjørn og Hans Andrias, sær í størst møguligan mun av.

Á annan bógv

Gunnbjørn Joensen sigur, at reiðaríið í Hósvík byrjaði so smátt at bjóða seg fram í oljuvinnuni fyri einum 6-7 árum síðan, og síðan er hesin parturin av virkseminum hjá felagnum vaksin til tað, hann er í dag.
- Vit vistu, at brúk var fyri hjálparskipum av ymiskum slagi í oljuvinnuni, og tí fóru vit snøgt sagt í gongd við at bjóða okkum fram. Vit hugsaðu eisini um at gera okkurt annað enn tað, sum aðrir gera ? og ikki bara leypa út í tað, sum aðrir fáast við.
Hann ásannar, at hetta er ein "verð", har
marginalarnir eru smáir, og felagið í Hósvík hevur lært nógv hesi árini, teir hava verið veitarar í oljuvinnuni.
- Tað gekk ikki bara væl í fyrstani, og nógvir túrar vórðu gjørdir, har lítið spurdist burtur úr. Men, sum tíðin er liðin, hava vit gjørt okkum nógvar royndir, sum vit hava bygt víðari á.
Gunnbjørn sigur, at hetta er ein vinna, har tú sært ógvuliga stutt frameftir, og umstøðurnar kunnu broytast uppá stutta tíð.
Hann vísir eitt nú á, at flestu sáttmálar eru í dollarum, og fellir dollarin, lækkar virðið av sáttmálunum.
- Okkara virksemið hevur ongantíð verið bygt á eina oljuvinnu í Føroyum. Vit hava hinvegin bygt á tað, sum vit vita er møguligt. Men spyrst nakað burtur úr á okkara leiðum, sum árini ganga, hava vit royndir, sum kunnu vera góðar at byggja á.
Hann sigur, at felagið í Hósvík eigur í einum felag, sum kallast Thor-Esvagt, og í hesum sambandi høvdu teir eitt skip í føroyskum sjógvi, meðan BP boraði. Hetta virksemi liggur nú fyribils og bíðar.
Gunnbjørn vísir á, at í oljuvinnuni eins og í øðrum vinnum, eru summir sáttmálar betri enn aðrir ? og summi skip rigga eisini betur til endamálið enn onnur.
- Men sum heild mugu vit siga, at okkara virksemi gongur sum er, sigur hann.
Men hvussu ber tað so til, at eitt felag í Føroyum, sum ongar royndir hevði á hesum øki, hevur megnað at fótað sær innan hesa vinnu, har útboðið av veitarum má væntast at vera rættiliga stórt?
- Tað eru nisju-funktiónir í øllum vinnum, og soleiðis er eisini í oljuvinnuni. Tað ræður um at gera seg "góðan" á onkrum øki, men tað kann taka nógv ár, áðrenn tú verður viðurkendur, sigur Gunnbjørn.

Sáttmáli við Statoil

Nógv hevur verið sagt og skrivað um sáttmálan, sum Atlantsflog fekk í Noregi, og tað er at fegnast um, at føroysk feløg bjóða seg fram og kunnu standa seg í kappingini við teir stóru útbjóðararnar.
Ein tann nýggjasti sáttmálin, sum felagið í Hósvík hevur fingið, er nevniliga við Statoil um vaktarhald á nýggja Snøhvit-gassøkinum í Barentshavinum. Hetta er sama verkætlan, sum Atlantsflog við flutningi av fólki er við í. Leiðingar eru lagdar av landi og út til hetta økið, sum Thor nú hevur vaktarhald við - í fyrsta lagi teir komandi seks mánaðirnar við møguleikum fyri leingjan av sáttmálanum við Statoil.
- Vit hava verið har uppi tær fyrstu vikurnar og tvey skip, sum vit hava leigað, eru knýtt at hesi uppgávu, harav annað skipið er á leiðini í senn. Tað er long sigling upp til økið, og einir fimm mans eru knýttir at hvørjum av hesum skipum, sigur hann.
Í mai í ár keypti Thor eisini sleipibátin, Goliat, sum higartil hevur gjørt nakrar uppgávur fyri felagið.
- Higartil hevur báturin havt onkrar sleipiuppgávur í Íslandi og Noregi, og okkurt hevur eisini verið at gjørt innanskers í Noregi. Í Føroyum verður Goliat í fyrsta lagi eitt alternativ til Brimil og Tjaldrið, sigur Gunnbjørn Joensen.

Í blóðinum?

At enda kunnu vit leggja aftrat, at pápi Gunnbjørn og Hans Andrias, Magnus S. Joensen, var ein av fýra eigarum av Silverspray, sum eitt nú skjeyt hval og fiskaði skeljar. Á skeljaveiði plagdi Magnus at føra bátin.
Vit plaga eitt sindur óføroyskt at taka til, at súreplið fellir ikki langt frá trænum, og soleiðis er í hesum førinum, har synirnir ? bert í nógv størri mun ? taka lut í vinnulívinum.
Tá ið Magnus S. Joensen var virkin sum skipaeigari og skipari, hevði neyvan komið honum til hugs, at synirnir báðir, Gunnbjørn og Hans Andrias, fóru at gerast fyrstu føroyingar, sum á henda hátt løgdu leiðina út í ta stóru oljuvinnuna.