eigur 28 ommubørn og 25 langommubørn. Hóast Mia hevur havt mótgongd og síðstu árini verið illa gongd, og ikki kunna gingið og runnið sum mong onnur, hevur hon tó ongantíð mist álitið á sín Harra og frelsara [...] hevði hann tað mesta av landinum sum sítt arbeiðsøki. Ein av teimum góðu gomlu timburmonnunum. Mia hevur síðan tey giftust passað hús, mann og børn. Eitt skifti vaskaði hon í skúlanum á Selatrað, til skúlin
2. deild B68 hevur seinastu vikurnar sett gongd á eina bjargingarætlan, sum næstan hevur lyft liðið av botnsessinum. Ikki minst mundi tað koma óvart á, tá teir fyri kortum gjørdust fyrsta liðið, sum fekk [...] fekk fult ímóti IF, men yvir høvur hevur framgongdin hjá liðnum verið stór. Leygardagin komu teir so ruddiliga niður aftur á jørðina, tá teir vóru á Sevmýru og vitjaðu. Har var rætt og slætt einki roks
at fáa størri viðførisrúm. Plássið í viðførisrúminum kann broytast frá 251 til 371 litrar. Micra hevur nýggju "Keyless Go" skipanina, har bilførarin kann læsa seg inn í bilin starta motorin og koyra avstað [...] m við ávikavist 65 og 80 hk og einum 1,4 litur bensinmotori við 88 hk. 1,5 litur dieselmotorurin hevur 65 hk. Standardútgerðin er m.a. ABS bremsuskipan við EBD (Elektroniskum Bremsukraft Deilara) og NBA [...] nakkapútur, Anti-dyk forsetur og »Kom gott heim« forlyktir, sum lýsa eina løtu eftir at bilførarin hevur sett bilin frá sær. Designið er sermerkt, serliga framman, við lyktunum oman á skermunum. Prísirnir
Síðan Henrik Larsen tók við landsliðsvenjarastarvinum hevur verið torført at funnið ein vinstra bakverja. Vanligi bakverjin, Jens Kristian Hansen, hevur verið nógv darvaður av skaða seinasta árið, og royndirnar [...] týskvøldið á Tórsvølli. Dystirnir ímóti Kasakstan vóru teir fyrstu altjóða dystirnar, GÍ-leikarin, hevur spælt undir Henrik Larsen, og hann var uppsettur at vísa hvør dugur var í honum. - Tað gekk nógv betri
ferðin, at teir síðani Dýra biðjudag spæla ímóti einum øðrum Eysturoyar liði. Úrtøkan ímóti NSÍ og GÍ hevur ikki staðið mát við leikliga avrikið. Tí kunnu toftamenn vanta torføra avbjóðing, tá ið teir fara [...] fjørðin. Á Skála eru allir spælararnir tøkir, og tað kann væl vera, at Pauli G. Hansen, sum leingi hevur verið skaddur, og sum í 2. hálvleiki í Gøtu mikukvøldið vísti, at hann er tøkur aftur, verður ímillum [...] skifti úr B36 og til barndómsfelagið á Toftum, og hann verður í B68 verjuni á Skála. Hans Fróði Hansen hevur verið burturstaddur í vikuni, men hann verður við í dag. Í fjør bjargaði Skála sær undan næstaftasta
Málið um navnalóggávuna, sum umboðsmaðurin júst hevur tikið avgerð um, røkkur nógv longri enn til lítlu Victoriu. Tað er nevniliga vorðin nærum siðvenja, at lóggávuvaldið í Føroyum, Løgingið, letur tað [...] umsiting, sum ger nógvar kunngerðir, sigur Rúni Joensen, aðalstjóri í løgmálaráðnum. Løgmálaráðið hevur ikki tikið støðu til ítøkiliga málið við navnalógini. Men yvirhøvur vísir tað vandan við, at land [...] umboðsmanninum, tí bæði í fiskivinnumálum og vinnumálum verður nógv stýrt eftir kunngerðum, sum Løgtingið hevur givið landsstýrismonnum heimild til at gera.
limurin er Regin Hammer. Mynd Jan Müller Olja Hóast føroyska samfelagið hevur verið merkt av verkfalli og lítið og einki bensin hevur verið at fáa og fólk tí ikki sleppa kring landið og hóast lítið er hent [...] í hesi annrs mansdomineraðu vinnuni. Fyrsti formaðurin í felagnum var ein kvinna og seinasta árið hevur meirilitin av nevndini verið kvinnur. Nú er so vend komin í, soleiðis at í nevndini eru tvær kvinnur
Nógv hevur verið tosað og skrivað um teir nógvu týskararnar, sum eru komnir til Føroya seinastu dagarnar. Løgreglan hevur eisini roynt at fyrireika seg so væl sum gjørligt at taka ímóti týsku áskoðarunum [...] áskoðarunum. Sum liður í fyrireikingunum, hevur løgreglan havt fundir við hvørja einstaka barr í høvuðsstaðnum. Ein av vælvitjaðu barrstøðunum er Cleopatra, sum liggur mitt í miðbýnum. Leiðarin á Cleopatra, Nordin
Hann er skálamaður, men hevur búð í Havn ein stóran part av ævi síni. Leivur fór til Danmarkar at lesa og tók prógv sum verkfrøðingur. Hann arbeiddi í Íslandi í 60-árunum og kom heimaftur umleið 1970 og [...] og fekk starv sum verkfrøðingur hjá Tórshavnar Kommunu. Hann hevur havt eftirlit við nógvum stórarbeiðum hjá kommununi. M.a. hevði hann eftirlit við útbyggingini av Molanum í 1972 og við byggingini av [...] ikki uppaftur, og sama ár gavst hann sum starvsmaður hjá kommununi. Tað er ikki sørt, at hann eisini hevur roynt seg sum vinnulívsmann. Saman við Guttormi Djurhuus, Oddi á Skipafelagnum og Óla Mikkelsen var
lotto. Undan hesum hevði hon vunnið ein harmonikutúr i Bingo! Jú, eydnan hevur fylgt henni seinastu tíðina. Dansk Tipstjeneste, sum hevur lotto undir hond, lýsir dúgliga við spurningin, hvat ein hevði husað [...] ein vann. Og hetta kann Karin Maria nú seta seg at hugsa um. Karin Maria er úr Grønlandi, og hon hevur bert búð í Føroyum í eina tíð. Hon er gift Jaspur Eliasen, Jaspur hjá Erik, í Fuglafirði. Tá vit hittu