huga í hesum sambandi, at hesin aldursbólkurin ikki hevði teir stóru møguleikarnar í Føroyum, sjálvt um orsøkin til at tey fluttu úr Føroyum kanska ikki beinleiðis var arbeiðsloysi. 17% av teimum spurdu [...] arbeiði í hesi vinnuni, flyta til Vesturjútland og halda fram í somu vinnu. Nógv eldri fólk flyta til Norður- og Vesturjútlands. Ein triðingur flutti til Keypmannahavnar. Serliga eru tað tey ungu, sum leita [...] ung fólk. 22% siga seg ikki vilja flyta heimaftur til Føroyar, meðan onnur 30% ætla at flyta heim, um tey fáa ein hóskandi arbeiði. 13% bíða til umstøðurnar eru batnaðar, meðan 19% bíða til útbúgvingin
stigini, sum tykjast alneyðug, um KÍ skal gera sær nakrar vónir um europeiskan fótbólt komandi ár. Fyri gøtumenn merkti tapið, at teir allarhelst eru foknir í stríðnum um heiðursmerki. Frágreiðingar Dømi [...] góðari viku síðani strikaður. Men Páll gekk ikki leingi arbeiðsleysur. Mitt í síðstu viku kom hann norður á Ólafsfjørðin, har hann er farin til verka við tí eldhuganum, sum altíð hevur eyðkent venjaraarbeiðið [...] teir í 1. hálvleiki. ? Vit eru sera harmir yvir tapið. Aftur hesa ferð vóru vit omaná, tá tað snýr seg um spælbýti, og vit høvdu einar fimm stórar møguleikar at fáa mál. Men tað nyttar einki, tá tað bara eru
000 bilar á havnarlagnum. ? Men vit hava eisin tosað um eitt parkeringsdekk, at til ber at hava básar í fleiri hæddum. Hóast eingi neyv tøl finnast um hetta, so hava vit kortini fingið so mikið at vita, [...] seinnu árini økt munandi um virksemi sítt í Føroyum. Hetta sæst týðuligast á havnarlagnum í Havn. Sum er hevur felagið til húsa í pakkhúsinum hjá Tórshavnar Havn, sum bygt er norður úr gamla bygninginum hjá [...] havnarmyndugleikarnir eisini hava tosað við Eimskip um at byggja nýtt pakkhús úti í Nýhavn - á nýggja havnarlagnum. Eingin avgerð er kortini tikin - heldur ikki, um tað skal verða Tórshavnar Havn sum byggir ella
hon hevur avalu við Atlantsflog um ferðaseðlasølu. Men hon selur tó ferðaseðlar fyri onnur flogfeløg, sum til dømis Maersk Air, eisini. Enn er tó eingin avtalað gjørd um skipsferðaseðlar, eitt nú við Smyril [...] frá klokkan 10.00 fyrrapart til klokkan 16.00 seinnapart. Men um ringt verður til skrivstovuna uttan fyri avgreiðslutíð, verður stillað um. So hon er altíð at hitta, sigur hon. [...] hædd við slíkar skrivstovu aðrastaðni í heimi. Her ber til at keypa flogferðaseðlar kring allan heim. Um ein sumbingur skal út at sigla og skal mynstra í Hong Kong, kann hann fara inn á skrivstovuna í Vági
broytingaruppskotinum. Um alt gongur eftir ætlan verður álitið góðtikið av Norðurnevndini á fundi í september mánaði. Síðani skal Ráðharraráðið leggja uppskotið fram á ársfundinum hjá Norður-landaráðnum, sum [...] Formaðurin í Norðurlendska Mentanargrunninum, danski fólkatingslimurin Søren Hansen (Jvf.), segði um hetta aftaná fundin í Torneå, at ?Tit kunnu nú fara glaðir heim, tí hetta er ein stórur sigur fyri [...] 103.000 kr. í miðal til hvørja av teimum tilsamans 22 umsóknunum úr Føroyum hesi árini. Umframt málið um Norðurlendska Mentanargrunnin viðgjørdi Norðurnevndin eisini evnini ?Útjaðari og Økissamstørv?, ?Bardagi
Við 2-1 sigrinum á LÍF heldur EB/Streymur fast um oddasessin í 2. deild. EB/Streymur sannførdi tó ongan um, at liðið hoyrir heima í 1. deild eftir avrikið á Mølini leygardagin. Tað var við neyð og deyð [...] r. LÍF raknaði eitt sindur við móti endanum av fyrra hálvleiki, men ikki eydnaðist teimum at minka um munin beinanvegin, hóast teir høvdu ein góðan møguleika, tá ein LÍFari kom at standa fríur inni í [...] fáa útjavnandi málið. EB/Streymur megnaði at standa ímóti ógvusliga trýstinum frá LÍF, men tað var um reppið, at útiliðið javnaði. Óla Kristian Djurhuus mátti ta einu ferðina út í fulla longd, og leirvíkingar
og spennandi verður at síggja, um NSÍ kann endurtakað bragdið frá mikukvøldinum, tá tær bastu klaksvíkskvinnum 3-1. HB hevur eina lættari uppgávu í Havn móti Skála, og um KÍ enn einaferð skuldi snávað móti [...] málverjin hjá HB eftir eitt KÍ skot, og enn einaferð var Elsa Maria Simonsen fyrst á bóltinum og økti um leiðsluna til 2-0. Sostatt var greitt, at nú fór at vera sera torført hjá HB kvinnunum at koma aftur [...] Joensen hevði síðsta fótin á bóltinum. Harvið tryggjaði hon KÍ sigurin, og KÍ kvinnurnar kundu fara norður aftur til Klaksvíkar við trimum sera týdningarmiklum stigum í viðførinum. Sostatt reisti KÍ seg aftur
enn er eingin á veg út av Sundalagnum heldur. »Speedbátarnir úr Havn munnu fara at koma um Streymin á kyrrindunum um ein hálvan tíma« verður tosað, og vit halda leiðina út móti Stígnum. Fara at taka okkum [...] spakuliga inn eftir. Teir munnu halda eyga við okkum og forvitnast eftir, um vit fáa nakran havhest. Vit tosa í okkara lagi um, at teir fara so spakuliga, at helst hava teir eina grind. Men vit síggja [...] verður hann ov nær, og glúpurin fer um stevnið. Ov nógv ferð er á, og maðurin ikki nóg knappur at sleppa, so stongin kvettist av. Koplað verður úr, so ikki kemur um skrúvuna, og rovini glíða aftur við
ar úr Norðoyggjum inn á meginlandið allan hósdagin. Norðoyingar buðu skyldfólki og vinum at koma norður at fylla sær kaggarnar, so tey eisini kundu leska sær av hesum góðu bitum. Hetta sást eisini á f [...] sær eitt kók skuldi ikki fara fram við borðinum. Tað var sum í grind! Biladekkið á Dúgvuni minti mest um eina bryggju, har menn júst eru lidnir at skera upp. Slipsaklæddu fundarmenninir, sum komu heim aftur [...] Klaksvík rakk frá ferjuleguni og heilt norð til Solo. Summi sluppu ikki heim aftur tann dagin. Men hvat um tað, veitslurómur var. ? Hvør segði, tað var neyðugt at stjala sær grind? Nei, frægast mann vera at
ÍF, sum ongantíð hevur tapt á útivølli í ár, á vitjan, og tað var óvæntað, at fuglfirðingar fóru norður aftur við øllum trimum stigunum. 3-1 var støðan, tá dómarin bríkslaði av, men í hálveikinum stóð [...] Jón Tórur Holm gjørdist púra fríur og lobbaði uppum málverjan til 1-1. Fuglfirðingar vóru í øðini um, at linjuverjin ikki hevði flaggið uppi, tí teir mettu, at Jón Tórur var klárt rangstaddur. Dómarin [...] Taktikkurin, sum Petur Mohr legði undan dystinum, eydnaðist avbera væl, og ÍF er nú við aftur í stríðnum um uppflyting. Tó hava teir eina sera torføra skrá í teimum fýra dystunum, sum eftir eru. NSÍ og EB/Streym