einum heilt øðrum landið. Fólkið frá »the south« eru rættiliga heit og dedikerað, mótvegis teimum sum búgva her uppi. Men sum heild er fólkið her sera opið. Her eru jú nógvir tjóðskapir savnaðir í [...] tíðini plagdu nógvir føroyingar at landa her, men nú er tað mest fiskur úr Grønlandi og Íslandi, sum vit fáa her. Fiskurin er nokkso dýrur her, men tað er hóast alt nakað, sum man etur nógv av her [...] av ungum, lesandi fólki, og so teimum í hinum endanum sum undirvísa. Tað er nokkso løgið. Men býurin er sera »New England'sligur«. Tað var her, ið pílagrímarnir av fyrstan tíð búsettu seg
stórtap móti Brønshøj i fjórða umfari viðførdi tó, at liðið fall heilt aftur á sætta pláss. Føroyska felagið hevur sum nú er manning til at standa seg millum bestu donsku feløgini, men hópurin er smalur, [...] og veru nógvar góðar telvarar í felagnum, men eisini teir hava verið hart raktir av avboðum. Svenski altjóða meistarin Emil Hermansen plagar at telva við K41, men væntandi telvar hann ikki við teimum hesaferð
fleiri arbeiðsplássum Hvat ger tú i frítíðini? Eg havi onga frítíð sum so, men eg royni at spæla fótbólt Hvussu heldur tú teg í form? Tað er partvís við at spæla fótbólt, men so eri eg eisini bóndi, og gangi [...] gangi tí rættiliga nógv í haganum Er tú til føroyska náttúru ella suðurlendskar strendur? Bæði, men serliga til føroyska náttúru. Mær dámar ótrúliga væl at ganga úti í førysku náttúruni Hvat er tað besta [...] eisini gevandi. Stórt trýst er á viðhvørt, so man skal verða av serligum stoypingi, fyri at klára tað. Men stendur tað til mín, verið eg framvegis uppi í landspolitikki um 10 ár
sum byrja nýggjan lestur á Eysturbrúgv í Keypmannahavn. Nú byrjar nýtt skeið. Hin døkkara hálvan. Men mong eru ráðin at minnast summarið og fjálgari leiðir, tá ein er á Eysturbrúgv. Hóast hitin er fallin [...] verða bodnan í strandarveitslu og fært hug at kasta teg á bláman. Soleiðis er umhvørvið um summarið. Men nú er hann heystligur í luftini og ísurin er knapt so svalligur. Tað veit Dr. Franke. Tí selir hann [...] Jú, í bláanum á Eysturbrúgv møtast Miðjarðarhavsmetropolarnir. Rom, Ankara og Athen. Og prikkin yvir i?ið setir bókahandilin Oktober í Livjægergade. Har standa tempulsúlurnar hjá Jóannesi í sýnisglugganum
fólkafloksmenn hinumegin. Ein vitleys politisk støða. Men soleiðis bardust føroyingar, í eini danskari peninga-kuvøsu, í hálvthundr-að ár. Gera tað enn. Men vit stóðu á einum vegamóti í 1998, tá ið hin stóra [...] aftur skipað á sumri i fjør. Samgongan varðveitti meirilutan saman við hinum kristiliga Miðflokkinum, sum framman undan hevði sitið í andstøðu. Tjóðskaparpolitiska siktið er lakari, men dagsskráin er framvegis [...] ag var hin djarvi tjóðveldismaðurin Erlendur Patursson. Men teir, sum trúligast fylgdu honum, vóru innan av tí kongatrúgva Skálafjørðinum. Menn, ið ofta verða sagdir vera politiska afturhaldið í Føroyum
gjár, at fíggjarmálaráðið kann brúka 900.000 krónur til eina nýggja úthurð, so minni gjóstur verður i glashúsinum á Argjum. Tað skrivar Sosialurin. Meðan allar kreftir verða lagdar í at spara allastaðni [...] i. Tí vilja tey nú hava eina karruselhurð í fíggjarmálaráðnum, so tað ongantíð er opið heilt inn. Men altso - ein úthurð fyri 900.000 krónur, samstundis sum leitað verður við lykt eftir, hvar sparast kann
kann brúkast til MRCC støð. Og so liggur hon eisini i Suðuroy? Ikki tí, tað man ikki verða so nógv arbeiðspláss sum koma burtur úr eini slíkari støð. Men alt fløvar. Kanska vit kundu spart nakrar, av okkara [...] verða so stórt og hábærsligt. Fyri nøkrum árum síðani bleiv bygt í Akrabyrgi, stórt, flott og dýrt. Men nyttan við hesum byggjaríi, man verða minimal, sum støðan er í dag. Hevði hendan støðin ikki verið [...] mió. til umbygging). Ein loysnin kundi verið, at 10 mió. vórðu brúktar til (umbygging), av støðini i Akrabyrgi, og hinar 20 mió. fóru til at gera eina útgerðarhavn Í Vági. Soleiðis hevði man kunna skapt
av hesum úr 893 i 1.271 mió kr. Innan øll onnur fiskasløg var talan um minking. Serliga í útflutningstølunum fyri botnfisk og uppisjóvarfisk. Fyri botnfisk var talan tó um økta nøgd, men krónuvirðið var [...] føroysku útflutninginum fyrstu 11 mánaðirnar í 2009. Samanlagt var talan um negativt frávik á 42 mió kr., men av hesum togaði útflutningurin av skipum talið niðureftir við 372 mió kr. Tað er fyrst og fremst a
oljuvinnuna. Enn er hurðin bert komin á glopp, men vónir eru um, at hon kemur á víðan vegg og at funnar verða keldur, ið kunnu stuðla og menna føroyska búskapinum. Men tað tekur tíð at koma longur fram á leiðini [...] í teimum ymisku skeiðunum, ið oljuvinna verður liðað sundur í frá tí hon byrjar til hon riggar av. Men í tvey-binds álitinum frá útbúgvingarpolitikknevndini »Føroyskur førleiki«, sum kom í 1999, eru ongi [...] kanska til at seta politisk krøv um, at føroyskar tænastur og arbeiðsmegi fáa »atgongd« í oljuvinnuni, men hetta er bert rímuligt um so er, um tænastur og fólk við røttum fakligum fortreytum kunnu bjóða seg
á stovn útbúgving til “pædagogisk assistent”. Útbúgvingarnar eru ikki heilt eins í grannalondunum, men eru áleið 2 ára langar og hava sum krav, at umsøkjarin hevur 10. floks prógv, ella 9. flokk og arb [...] at hava allar partar við, tí er tað sjálvsagt, at Pedagogfelgið, Fróðskaparsetrið og Skúladepilin i Suðuroynni samstarva við Mentamálaráðið um útbúgvingina, og at aðrir relevantir partar vera við eftir