ódnarveður. Pápin, sum var til fiskiskap undur Íslandi, var ikki afturkomin, hóast flestu sluppirnar vóru komnar. Tíðin leið meir og meiri út, fólk vóru farin at óttast, at teir vóru burturgingnir. Mamman [...] verða broytt, og soleiðis var eisini hjá henni, tá ið maðurin doyði. Tann uppspardi peningurin er ódrúgvur at brúka tá ið einki kemur afturat, og hetta fataði Súsanna væl. Tí tók hon fatt við berum [...] sjálv og hevur gingið á hvørjum sumri higartil. Tann ið kennir til landslagið í Vík, fatar, at tað er eitt strævið arbeiði, og fyri at unna børnunum so gott í beinini sum gjørligt, ynskti hon í løn kjøt
býnum fekk møguleika at fáa eina by pass skurðviðgerð. So amerikanska sjúkratryggingin er ikki betur enn so. Tryggingin er dýr, og øll hava ikki ráð at gjalda, tí eru umleið 40 milliónir amerikanarar uttan [...] fyri Demokratarnar í Carteret County. Fulcher er útbúgvin studentaskúlalærari, og hevur tí stóran áhuga fyri útbúgvingarmálum. Eitt av hansara aðalmálum er at fáa samskipað tey ymisku universitetini í [...] Petersen er komin í samband við nógv fólk á ST aðalfundinum í New York. Men kortini verður ikki tosað nógv um valið á sjálvum ST fundinum. Men tá tey hava verið til døgurða á ymiskum ambasadum, er tosið oftani
pensjónini viðvíkjandi. Tað er ikki gott at vita, hví politikarar skulu hava so nógv betur eftirlønartreytir, enn fólk annars hava. Men ein veruleiki er, at tað er løgtingið, sum fult og heilt [...] tann fyrsti løgmaðurin fara frá við fullari pensjón, hóast hann ikki er 67 ár. Tí um aldurin pluss tvær ferðir starvsaldurin er meira enn 95, so hevur tú sum løgtingsmaður, landsstýrismaður ella [...] ftum hjá politikarum. Eitt nú var løgtingslønin hækkað munandi, samstundis sum pensjónirnar hjá teimum, sum tá sótu á tingi, vórðu munandi bøttar. Fyri at vinna tær fulla eftirløn sum land
Danmark spældi Valde fótbólt, og hann var við at vinna steypakappingina í 1922. Hann er helst fyrsti føroyingur, sum er við at vinna eina danska fótbóltskapping. Um Valde kann leggjast afturat, at hann eisini [...] teir at danskir myndugleikarnir fóru at nokta teimum at fara. Tað gekk væl at fiska. Tá ið tunnurnar vóru fullar, fór »Boreas« inn móti landi at søkja sær vatn til heimferðina. Hetta var um Holste [...] Burmeister & Wain, men fór fyri kríggið til Odense at arbeiða á Odense Stålskibsvæft. Valde hjá Pedda er í Føroyum best kendur sum fótbóltsspælari. Hann spældi við HB og var við á úrvalsliðnum, sum var í
kommunalum bústovnum undir Almannaverkið, er ein liður í at leggja økið út til kommunurnar. Hetta er ein fullkomin andsøgn í sjálvum sær. At miðsavna er jú tað øvugta av at leggja út. Tí kunnu [...] Fyrst er at siga, at sjálvtsagda uppgávan hjá eini kommunu er at hugsa og virka lokalt, og framum alt annað royna at tæna sínum egnum borgarum. At ímynda sær annað er burturvið, hetta er ein av [...] kunngerðin um røktarheim og sambýli er ein liður í at leggja eldraøkið út til kommunurnar. Við øðrum orðum er hennara uppáhald, at kunngerðin, hvørs aðalmál er at miðsavna allan ræðisrættin og
borgarstjóri á Eiði, sum heldur, at tað er sólarklárt, at Annika Olsen er við at knúsa eitt vælvirkandi samstarv á eldraøkinum. Hann heldur, at samstarvið millum kommunurnar í øki 2, hevur riggað framúr væl [...] Eiðis kommuna er fjórðstørst av kommununum og tískil er líkt til, at tað verður hon, sum ikki fær umboð í upptøkunevndina fyri sítt egna heim. Tað skal valdast útmanipulering. Men hetta er ikki tað, sum [...] borgarunum í Eiðis kommunu eitt nøktandi tilboð. – Hetta er ein íløga, sum allir borgarar í Eiðis kommunu hava goldið, og tí standa undrandi, nú Annika er við at stjala ræðið á hesi íløgu. Somueiðis undrar
lands, hóast vit ongan radara høvdu. Rættingar Í 2. Parti er ein mynd, sum verður søgd at vera manninginin á Marité í 1952. Hetta er skeivt. Hetta er manningin á bátunum hjá Jens Kristian, pápa Anton Í seinastu [...] sum breyt seg úr Føroya Fiskimannafelag í 1934. Í 1957 komu feløgini saman aftur. Karl er uppi í 90-unum og er framvegis hanpuliga væl fyri. Sama skúr leigaði eg í 1958, tá ið eg fyri fyrstu ferð var [...] sjálvandi gjørt aftur, tá ið vit komu norður. Hesin góði skúrur, sum her er umtalaður, bleiv ikki langlívaður. Longu um veturin 1954-55 er hann farin. Vit fingu at vita, at hann var farin av einum stormi um
ikki siglandi. Vit vóru inni á siglingini, tað vil siga innan fyri skerini. Men har er langt strekki, har tað nærmast er opið hav. So har var eingin lívd at fáa. Mitt í tí heila brendi tangin tómur. Báturin [...] navnið Nordafar er júst sett saman við forbókstøvunum í hesum londum. Seinni fóru fyrst danir og síðan norðmenn burturúr felagnum, so føroyingar komu at standa einsamallir eftir, men tað er ein onnur og longri [...] 2. partur Ferð til Grønlands við forðingum Í 1951 er pápi mín sjúkur, og eg fari við Marité, sum liggur og manglar fólk. Eg havi bátin Boga við. Hetta summarið var ikki farið í Ravnsoynna at rógva út frá
orðum er Berlingske Business Talent 100 ein listi við ávísari tyngd. Men Remi Thomsen er ikki farin upp at flákra av, at hann nú er at finna á hesum lista. – Eg eri bara nevndur í einari avís. Tað er sjálvandi [...] Talent 100, sum Remi Thomsen nú er partur av. Samtaksstjórin í TDC Henrik Poulsen, forstjórin í Tryg Morten Hübbe og arkitekturin Bjarke Ingels, sum stovnaði BiG Group, ið er fremsta danska arkitektafelagið [...] starvi, kanst tú lesa um aðrastaðni á hesum síðum. Greitt er tó, at tey eru mong, ið kunnu vísa á eitt munandi fjølbroyttari CV enn hann. Remi er útbúgvin á CBS og hevur arbeitt í Danske Bank – hvørki
fingu vit at vita, og soleiðis var tað) Tað er annað at gera hjá ungum, enn at rudda! Vit kunnu nevna t. d. varðarnar eftir teimum gomlu bygdagøtunum, krá-i-r-nar, rossagøtur higar og hag-ar, fríðking av [...] nakrar varðar ella krá-ir upp ella goldið í dýrar dóm-ar fyri tað? Og hvør ger rossagøturnar, sum nú er?? Hví ikki gjalda ungum fyri at gera nýggjar og spennandi gøtur og fríðka um tær verðandi? Her verður [...] "lediggangsherverkini"? Latið nú ikki kjakið enda í: "Vit kunnu ikki taka okkum av kráum og varð-um, tí tað er líka nógv landið, sum hevur ábyrgdina..." ella "bøndurnir kunnu sgu sjálvir syrgja fyri at reinsa bø-in