hann tó eitt sindur í iva um, hvørjum hann skuldi halda við. Spurdur um hetta svaraði hann, at hann ikki kundi siga við vissu, hvar hjartað lág. - Eg vóni tó, at talan verður um rætta vinnaran, og at í øllum [...] Sveis skal til Føroyar at spæla. Hjálpti til At Jan er fegin um hendan møguleikan, sum hann nú hevur fingið, tykist heldur ikki at vera nakar ivi um. Sum nevnt, so hevur hann áður havt samband við 12. mann [...] eini ferð upp á eitt stórt fjall nærhendis býnum. Takksemið frá 12. manni var eisini stórt, og Regin Egholm, formaður, vísti á, at tá men fekk slíka hjálp, lætti tað øgiliga væl um, tá ferðirnar skuldu fyriskipast
Tað vil siga, at røktarheim og tílikar byggingar verða landsuppgávur. Hesi mugu ikki sleppast uppá fjall, tí neyðin innan hetta øki er líka so stór, ella størri, sum innan barnaansingina. Kommunan má sum [...] haldast fram við hesi vegagerð út á Argir, og ikki helmast í fyrrenn úti á Hamaranum. Hetta er neyðugt um ferðslan, sum í løtuni er ein ruðuleiki har úti, skal ganga so ótarnað sum møguligt. Vinnulívið má
Tað ræður um at koma aftur um bógvin úttan at paða. Ofta er tað her, onkur biti fer upp í skinnið. Men tað gongur bara væl, og so er sloppið. Næsta takið er at koma runt reyvina. Tá ræður mest um at røkka [...] umstøður til. Rist verður omanfyri. Frambeinini fáa ein skurð um knæliðið aftantil, og kvívurin verður settur undir skinnið og skorið verður fram um hálsin. Haðani niður eftir, til sprett er heilt oman. Síðan [...] er bara at spretta fram um hálsin. Eitt lítið sindur av skinninum verður loyst frá hálsinum, soleiðis at til slepst við nevanum at tumma. Maðurin er vandin og leggur ein klút um hálsin á fyri soleiðis at
Legði tí leiðina norður í góðari tíð bæði til tess at nýta hetta høvið til eisini at støkka inn á gólvið hjá góðum kenningum og at kunna meg um, hvar hesin listaskáli var. Jú, hann var niðri í Turkihúsinum [...] bygdasavn við málningum hjá kenda lorvíkinginum Jóannesi Kristiansen«. Men sum tú situr og skimast um teg, gerst tú greiður yvir, at eisini onnur listafólk eru umboðað í hesum savni. Ein teirra, sum eg [...] hesum tiltaki, har hann sjálvur veitir bæði høli og privat málningasavn, fyrimyndarliga fjálgar eisini um mentanarlívið á staðnum. Men tað var konsert, vit vóru komin til. Skráin var fjølbroytt og væl sett
Funningsfirði. Fólk í Funningsfirði siga, at tað er steindeytt. Føroya Tele veit um trupulleikan og arbeiðir við at loysa hann. Um einki samband er tað sama sum fullveldi, so hava tey fullveldi í Funningsfirði [...] ikki, at tað fer at verða nakar sum helst trupulleiki at fáa loyvi til at seta eina stong upp, um søkt verður um tað. Slíkar umsóknir hava verið fyrr, og tær hava altíð verið játtaðar, sigur hann. Nevndin [...] skeivur og krókutur, og nógv fjøll eru fyri, so tað ber øgiliga nógvastaðni uppfyri. Um ein støð verður sett á eitt fjall onkustaðni, kemur bara eitt annað fyri, áðrenn bylgjan er komin upp á pláss, sigur
kunnu fara longur norður í landi at vitja fólk, sigur Ann-Britt. Vóna friður kemur í lag Familjan hjá Ann-Britt verður í Ísrael til síðst í november mánaði, og tey hava onga ætlan um at leita heimaftur [...] ófriðinum, at vit í løtuni halda okkum í Tel Aviv, her tað er friðarligt, sigur Ann-Britt. - Men sjálvt um tað er friðarligt her, sum vit eru, so er ófriður á fólki, og tey stúra fyri, at veruligt kríggj skal [...] bussar eisini túrar, so fólk merkja, at tað er ófriður í landinum, greiðir Ann-Britt frá. Avlýstu ferð norður í landi Ann-Britt og maðurin ætlaðu sær at vitja familju ymsastaðni í Ísrael, men í løtuni letur
skulu undirvísa ístaðinfyri at sita á skúlabeinki. Um lærarnir gerast arbeiðsleysir, tá teir leggja leiðina heimaftur úr Íslandi sigur søgan tó einki um. Kanska skuldu tey yngru sjálv gjørt av, hvørt tey [...] Hugagóð eru tey. Teir eldru næmingar, meðan teir ganga millum borðini og leggja teimum smáu lag á. Um tað er 3+3 ella ása sá á, hava tey eldru altíð svar uppá spurningin, sum teir yngru næmingarnir seta [...] ganga fyri einki. Tí eru teir ístaðin settir sum vikarar fyri lærararnar, sum eru í Íslandi. Talan er um fjúrtan lærarar, sum eru á skeiði í verkætlanararbeiði í Íslandi. Hetta er nýggj kravd uppgáva í ár
ov høgu leigunum í Havn. Nógv fólk í øllum aldri kundu hugsað sær slíka íbúð ? eingin ivi kann vera um tað! Stakir tilflytarar, brekað, pør, sum ikki krevja tað stóra plássið. Helst er brúk fyri fleiri [...] at selja og at leiga út. Tær fara sum heitt breyð. Tað er bert at hyggja í bløðini undir lýsingunum um kømur og smáar íbúðir ? og tær vísa bert toppin á fjallinum. Íbúðirnar hava stórar fyrimunir fyri [...] verða samanbygdar. Í rakstrinum spara heitir veggir hita. Bert eitt tak er at røkja til fleiri íbúðir. Um lendið hóskar, kunnu íbúðir eisini setast omaná. Treytin er slætt tún frá hur til koyriveg. Fyri ein
eina farna tíð. Nú mugu vit seta krøv, skal nakað henda. Hvat heldur tú um hetta sjónarmið? Hvør skal set møgulig krøv um dygd tá um mentunararbeiði og -avrik ræður í Føroyum í dag? Tja, Birgir, nú gongur [...] Minst. Hvat heldur mentamálaráðharrin um hesa visión? Eg havi skift orð við Gunnar um hetta. Eitt fínt hugskot. Men kanska hevur Eyðun Eltør eina aðra hugsan um hendan spurningin. Fyrst og fremst skula [...] skal hækka við 10% um árið tey næstu 10 árini, og tá roknar man við at liggja ájavnt við hini norðurlondini. Sum er sleppa partar av fólki okkara undan at rinda fullan skatt, eg hugsi um sjómenn og tey tiltiknu
áskoðararnir vera samdir um, at allar framførslurnar á sín hátt vóru merkisverdar. At kalla hetta fyri eina ítrótt, tykist í slíkum førum als ikki vera nøktandi. Sjálvsagt er talan eisini um eina ítrótt, men [...] harumframt var talan í fleiri førum um list. Eina fragd fyri eygað, sum í mangar mátar bergtók áskoðararnar. Originaliteturin Sum nevnt, so varð tað, tá saman um kom, Havnar Fimleikafelag, sum varð kosið [...] var tað tó á einum øki, at teirra framførsla skilti seg burturúr. Í list verður ofta tikið til, um talan er um originalitet, og tað var eisini hetta, sum sermerkti framførsluna hjá Havnar Fimleikafelag. Ella