Fimleikur
Eins og vanligt er á Fimleikafagnaðinum, so fingu tey fýra feløgini, sum vóru umboðað, til uppgávu at lýsa eitt ávíst evni.
Evnið hesa ferð var Bý- og bygdalív, og við rørslum, ljóðið og øðrum sansaligum effektum skuldi feløgini so sýna, hvussu teirra uppfatan og tulking av evninum var.
Lat tað vera sagt beinanvegin, at tað var sera ymiskt, hvussu ymsu feløgini høvdu valt at tulka hetta. Hóast ymisk, so mundu teir mongu áskoðararnir vera samdir um, at allar framførslurnar á sín hátt vóru merkisverdar. At kalla hetta fyri eina ítrótt, tykist í slíkum førum als ikki vera nøktandi. Sjálvsagt er talan eisini um eina ítrótt, men harumframt var talan í fleiri førum um list. Eina fragd fyri eygað, sum í mangar mátar bergtók áskoðararnar.
Originaliteturin
Sum nevnt, so varð tað, tá saman um kom, Havnar Fimleikafelag, sum varð kosið til vinnara av kappingini.
Tað kann so avgjørt ikki hava verið nøkur løtt uppgáva hjá dómarapanelinum at gera av, hvør skuldi vinna kappingina, men serliga var tað tó á einum øki, at teirra framførsla skilti seg burturúr.
Í list verður ofta tikið til, um talan er um originalitet, og tað var eisini hetta, sum sermerkti framførsluna hjá Havnar Fimleikafelag. Ella skuldi man kanska sagt, at væntandi originalitetur gjørdi teirra framførslu til nakað serstakt. Í øllum førum var tað soleiðis, at meðan hini feløgini í stóran mun løgdu dent á tað abstrakta í sínari framførslu, so sást altíð beinanvegin, hvat tað var, sum fimleikararnir hjá Havnar Fimleikafelag royndu at ímynda.
Fyri at verða verandi í ítróttatermilogiini, so varð farið beint eftir bóltinum, uttan at onnur órógvandi element vórðu drigin uppí, men við hesum skal einki takast frá framførslu felagsins. Heldur ikki frá hinum feløgunum, tí allar vóru tær á sín hátt serstakar.
Fult hús
Í mun til undanfarnu ferðirnar, tá Fimleikafagnaðurin hevur verið, var talan hesa ferð um triggjar sýningar, har talið áður hevur verið tvær.
Hetta varð sambært fyrireikarunum gjørt, tí áhugin fyri at síggja fagnaðin altíð hevur verið sera stórur. Talið av fimleikarum var oman fyri tey 500, og tí eru sjálvandi nógv foreldur og næstringar, sum vilja síggja børnini, umframt at tað sjálvandi eisini eru onnur, sum royna at halda seg framat.
At tað var ein røtt avgerð at økja um talið av sýningum, er helst einki at ivast í, nú sýningarnar eru farnar aftur um bak. Norðurlandahúsið var nevnliga stúgvandi fult allar dagarnar, og má hetta metast sum eitt stórt herðaklapp. Bæði fyri fyrireikarar og íðkarar.
Samanumtikið var talan um eitt tiltak, sum føroyskur fimleikur av sonnum kann vera errin av. Bert spell, at tað skulu ganga tvey ár ímillum at slík tiltøk verða hildin, men hinvegin viðførir hetta eisini, at tráðanin til tiltakið verður størri, og har við upplivingin.
Heilt slept upp á fjall verða fimleikaáhugað tó ikki. Hóast eingin Fimleikafagnaður verður komandi ár, so verður tá talan um Fimleikadagar, og man spenningurin til hesar ikki vera minni.