vísir á, at tørvur hevur verið á betri hølisviðurskiftum í tvey ár bæði fyri kanningardeildina og eftirlitsdeildina. Arbeitt hevur tí verið við at fáa nýggj høli til vega, men tað hevur ikki eydnast fyrr [...] Orsøkin til, at starvsstovan nú fær brúk fyri meira plássi, er, at stovnurin hevur fingið fleiri uppgávur latnar í hendi av landsstýrinum seinastu árini. Eisini er tørvurin av kanningum vaksin hesa tíðina [...] øll arbeiða á somu innanhýsis skipanum. Tað skal vera soleiðis, at tað ikki ger nakað, um stovnurin hevur fleiri adressir, men at tað kanska fer at vísa seg at vera ein fyrimunur. Ætlanin er, at stovnurin
sum hevur greitt gøtuna. -Eftir tríggjar samráðingarfundir er niðurstøðan, at danska stjórnin vil ikki av við Føroyar. Og at danska stjórin ikki so frægt sum vildi viðurkenna okkum sum tjóð, hevur bara [...] blíva vit verandi í eini heimastýrisskipan, har tað er annar parturin, sum hevur fullan yvirvaldsrætt yvir hinum. -Hetta hevur danska stjórin nú sligið fast við sjeytummaseymi og tað veit veljarin nú, sigur [...] munandi fram og hann fegnast um, at veljarin tekur undir við teirri nýggju kósini, sum samgongan hevur sett í fullveldismálinum. -Kanningin er sera positiv. Tú skalt í sterkar brillur fyri at finna nakað
miseydnað aðalmál hjá eini stjórn, verður gjørt til ein kabinetspurning. ? Samgongan hevur havt fullveldi sum aðalmál, og nú hevur hon eftir hálvttriðja ár rent seg fasta. Hetta fær avleiðingar í øllum øðrum [...] á løgmann, men hetta hevði merkt, at atkvøðast skuldi beinan vegin. Tí kann hugsast, at andstøðan hevur valt møguleikan við uppskotinum um nýval, fyri at fáa í lag eitt orðaskifti á tingi, ið møguliga kann [...] samgongan er samd um sín politikk í fullveldismálinum, sigur Jóannes Eidesgaard. Men eftir tí, Sosialurin hevur frætt frá samgongufundinum í gjár, har samráðingarnar vórðu viðgjørdar, er samgongan ikki samd. S
samstundis sera góð at arbeiða saman við. Hennara lívsleið hevur ikki altíð verið løtt. Fyri 12 árum síðani gjørdist hon einkja, og hon hevur hesi árini havt ógvuliga tungt at vinna á sorgini. Hennara [...] Síðst vit sóu hana, var hon livandi og aktiv sum altíð, áhugað í skúlanum, og nú er hon burtur. Hon hevur verið meira enn 30 ár á skúlanum, og gjørt eitt stórt arbeiði, bæði í undirvísingini, og eisini í [...] vælkomin, og tók væl ímóti okkum. Nú hon doyði, var hon limur í samstarvsnevndini á skúlanum, og har hevur hon verið fastur limur í fleiri ár. Í lærararáðnum var hon í fleiri umførum formaður, og altíð ein
høvdu vit biðið fiskimálaráðharran um eina viðmerking til ósemjuna, sum nú hevur ført við sær, at nýggja Vaktarskipið hevur ligið við bryggju í Noregi í meiri enn tvær vikur, uttan at sleppa í sigling [...] nakað skuldi borist á. -Við hesum orðunum gevur hann fakfeløgunum skyldina fyri, at tað ikki enn hevur borið til at fáa semju um lønirnar hjá manningini á Brimli. - Og samstundis er hetta at geva fakfeløgunum [...] ymsu partarnar í landsstýrinum, at landsstýrismenninir ikki tosa saman. Og tá ið Jørgen Niclasen hevur ábyrgdina av Brimli, áttti hann eisini at tikið ítøkilig stig til at loysa ósemjuna, heldur enn at
Meðan stórur partur av donsku superliguni hevur stórar fíggjarligar trupulleikar í hesum døgum, er øðrvísi statt hjá FCK. Felagið har Todi Jónsson dagliga hevur sína gongd. Síðani teir fyri fáum árum síðani [...] síðani keyptu tjóðarvøllin, Parken, hevur felagið havt risayvirskot á hvørjum ári, og enn tykist eingin steðgur at vera í hesum. 200 mió.kr. Sostatt sigur Flemming Østergaard við danska dagblaðið, BT, at [...] Sjónvarpspengar og aðrar fótbóltsinntøkur eru so nógvar ferðir størri í bretskum fótbólti, men hinvegin hevur FCK so eisini aðrar inntøkumøguleikar. Sambært útrokningunum hjá BT er tað soleiðis, at fótbóltsvirksemi
sigur hann. Eisini hevur Vestsmolt fingið biofilturannlegg til at kalla alla framleiðsluna. Tó er tað so, sigur Jákup Mourits Heinesen, at yngulið, sum teir startfóðra, ikki hevur biofiltur annlegg. Tað [...] ásett av støðini. At støðin hevur biofilturannlegg ger, at ikki er neyðugt at vera so bundin av, um turkur skuldi verið. Tað er ikki tí, sigur Jákup Mourits Heinesen. Tað hevur ongantíð bilað við vatni hjá [...] Á Dalabakka: Stóra útbyggingin á Vestsmolt hevur sum so tvey endamál. At kunna seta smolt javnari út alt árið og at tvífalda smoltframleiðsluna. Smoltstøðin Vestsmolt á Dalabakka Inni í Dølum á Viðareiði
3232 hønur við farmaskipinum Tango. Nýggja adressa teirra er Velbastaður, har Annfinn Brekkstein hevur latið byggja 456 fermetra stóra høll, ið er ætlað til hønurnar og framleiðslu av eggum. Annfinn bankar [...] ímillum, tí so hevði verið ein verri standur, sigur Annfinn brosandi. Annfinn Brekkstein sigur, at hann hevur hønurnar í einar 14 til 15 mánaðar, so skulu allar skiftast út við nýggjar hønur. Annfinn er ikki [...] Framleiðslan verður eini 2300 - 2500 egg dagliga, ella eini 750.000 til 850.000 egg árliga. Sostatt hevur hann bert lítlan part av marknaðinum, ið er uppá eini 6 - 7 milliónir egg árliga. Ætlanin er í fyrsta
munur millum liðini í bestu flogbóltsdeildini hjá kvinnum. Mjølnir hevur ligið í einum bólki fyri seg, meðan miðjan í deildini hevur tvey lið. Niðast hava Fleyr og ÍF ligið, og hóast tað er stutt upp til [...] at hetta meistaraheitið, eins og tað í fjør, er fult uppiborið. Leikliga hevur tað ongantíð verið nakar ivi um, at Mjølnir hevur verið tað sterkasta liðið, og tað er ilt at síggja hvussu hetta skal broytast [...] sammett við Mjølnir, men klaksvíksdamurnar hava kortini víst vilja til at vinna, hóast tað onkuntíð hevur tykist í lættara lagi. Sosialurin ynskir Mjølnir tillukku við meistaraheitinum.
samstarvsavtalu mánadagin. Hon hevur við sær, at í fyrstu atløgu fara klaksvíkingar at senda fimm timar við útvarpi á Rás 2 hvørja viku. ? Síðani Pegasus fór at virka, hevur tað alla tíðina ligið í kortunum [...] hugaðir í samstarvi, sigur Steintór Rasmussen. Útbyggja studio Studio Pegasus, sum skjótt hevur tvey ár á baki, hevur higartil bara virkað sum upptøkustudio. Nógvar av best umtóktu føroysku fløgunum í fjør [...] sjálvt íløgur í tekniska útgerð, sum fer at gera tað gjørligt at senda beinleiðis úr studionum. Hetta hevur við sær, at Pegasus ikki bindir seg meira til Rás 2 enn við teimum fimm tímunum um vikuna, og tí er