Vit eru øll skelkaði, at vit so knappliga hava mist ein av starvsfeløgum okkara og lærara hjá næmingunum. Síðst vit sóu hana, var hon livandi og aktiv sum altíð, áhugað í skúlanum, og nú er hon burtur. Hon hevur verið meira enn 30 ár á skúlanum, og gjørt eitt stórt arbeiði, bæði í undirvísingini, og eisini í lærarahøpi og í næmingahøpi. Øll vit, ið nú arbeiða á skúlanum, og sum vóru yngri enn hon, hava upplivað tá vit byrjaðu at arbeiða her, at hon bjóðaði okkum vælkomin, og tók væl ímóti okkum. Nú hon doyði, var hon limur í samstarvsnevndini á skúlanum, og har hevur hon verið fastur limur í fleiri ár. Í lærararáðnum var hon í fleiri umførum formaður, og altíð ein sera aktivur luttakari á fundunum, og tá ávísar uppgávur skuldu loysast, beyð hon seg ofta fram.
Undirvísingin hjá Katrin fór fram bæði innanfyri og uttan fyri skúlagátt. Nógvir næmingar hava gjøgnum árini reikað við henni runt um land okkara at hyggja eftir jarðfrøðiligum viðurskiftum, ið høvdu hennara stóra áhuga. Tá næmingar fóru á námsferð útlendis, var hon altíð til reiðar at fara við. Í ár var hon við ikki minni enn tvær ferðir. Síðsta ferðin við næmingum var nú í august til Hetlands at kanna oljuvinnuna har. Hesin túrurin var sera aktuellur og læruríkur fyri næmingarnar.
Hóast hon var millum teir lærarar á skúlanum, ið hava verið longst, so var hon ikki bangin fyri at taka nýggjar avbjóðingar upp. Sjálvonnur legði hon lunnar undir nýggju lærugreinina Oljufrøði, har hon eisini var sjálvskrivaður lærari. Hon gjørdist góður vinur við telduna, og sat ofta og hugdi eftir veðurkortum á alnótini. Fyri frítíðarfiskararnar á skúlanum verður tað ein saknur at hava mist hennara umsorgan, sum var at prenta veðurkortini, ið lógu klár fríggjadag seinnapart.
Katrin Thomassen var sera ættkøn, og altíð royndi hon at fáa meira at vita, serliga um fólk í gomlu Havnini. Har hevur mangur fingið eitt gott prát við hana, og ofta visti hon meira enn tú sjálvur um tína egnu ætt.
Hon var heil, har hon var. Hon hevði sínar avgjørdu meiningar, men var samstundis sera góð at arbeiða saman við.
Hennara lívsleið hevur ikki altíð verið løtt. Fyri 12 árum síðani gjørdist hon einkja, og hon hevur hesi árini havt ógvuliga tungt at vinna á sorgini.
Hennara fasti stólur í roykistovuni hjá lærarunum er tómur, men vit hava so nógv góð minnir at rógva afturá, sum kunnu troysta okkum í sakninum. Vit lýsa frið yvir minnið um Katrin Thomassen, og hava samkenslu við børnum hennara, ið nú hava mist bæði foreldrini í bestu árum.
Mads A. Winther
rektari