fólkapensjónini. Tað hevur fleiri ferðir verið talan um at pensjónistar eiga at stovna sín egna flokk til at røkja teirra áhugamál, tí teir eru so nógvir í tali, at ein pensjónistaflokkur kann av álvara [...] einasti máti at ræða politiska valdið upp á, helt Trygvi Bech. Á fundinum varð enntá uppskot sett fram um, hvussu tann nýggi flokkurin skuldi eita. - Hann skal eita Flokkur Teirra Fátæku Og Minni Mentu, [...] navni sum hesum, verða tað ikki bara pensjónistar, sum fara at fylkjast um tann flokkin, tí tað fara øll fátøk og minni ment. - Um stutta tíð verða vit 7000 pensjónistar í landinum, og tá kunnu vit seta
rin í vinnumálum, Johan Dahl, biðið stovnin um. Men hann tekur ikki undir við, at talan verður um glastrevjaskip, men eitt stálskip, tí viðurskiftini eru so vánalig, at mælt verður frá glastrevjabátum [...] av tí, at ongin peningur er avsettur, kann hann einki siga um, nær nýggj skúvoyarferja kemur. Annars vóru tað fleiri tingfólk, sum førdu fram, at tað er ótolandi at hava eitt skip, sum kanska siglur seks [...] at keypa hana til skúvoyarsiglingina. Og hann ivaðist ikki í, at málið verður loyst í ár. Talan er um skip, sum eru 16-18 metrar. Annars kostar eitt nú skip 8-10 milliónir. Hin møguleikin er at byggja
inum, so gekk eina løtu javnt á, áðrenn Klaksvíkingur stakk seg framum og legði seg ein mannin fyri og annan eftir fram um Vestmenning, og tá ið hesir báðir kappingarneytarnir komu skúmandi fram ímóti [...] tvørtur um fjørðin, framvið býlinginum við Sjógv og inn ímóti Hulki. Klaksvíkingur var aftur hesa ferð fremstur, og aftur hesa ferð var hann eina bátslongd frammanfyri Vestmenning, tá ið teir fóru um málið [...] er tað ikki spurningurin, hvør fer at vinna FM gull og silvur. Spenningurin næstu dagarnar verður, um Vestmenningur á Ólavsøku fer at megna at gera nakað við kappingarneytan, sum teir alt summar hava givið
sminkað bond um eyguni, og hárið stramt uppsett í knút. Tey virkaðu sum ein kul ramma um Eivør og tónleikarirnar. Tað svarta gekk ígjøgnum alt frá klæðum hjá Eivør, hjá tónleikarunum og so tað kompakta [...] áðrenn Eivør saman við kórinum Mpiri kom klappandi á pallin um 21.30 tíðina. Konsertin var ein sokallað standikonsert, og Sjónleikarahúsið var um hálvfult av fólkið. Kórið Mpiri, ið sang við Eivør í nøkrum [...] uppá sín Ipad til lagið "Monster". Trumman hjá Eivør kom eisini fram móti endandum av konsertini og ljóðini, ið Eivør eydnast at fáa fram, kunnu ikki sigast at vera annað enn trøllbindandi.
at upplýsingin um lesi- og skrivitrupulleikar verður økt, at tað verður tosað meiri um hetta, og at fólk, sum hava lesi- og skrivitrupulleikar ella eru orðblind, tora betur at koma fram við sínum trupulleikum [...] vanligari lesi- og skrivitrupulleikar. - Hetta er nú broytt, tá ið talan er um orðblindni, tí nú hava vit 18 orðblindalærarar, so tað verður lættari hjá hvørjum einstøkum at fáa hjálp. Og ung, sum hava gingið [...] orðblindalærarar, fer at gera, at fólk, sum eru orðblind ella lesitrupulleikar, tora betur at koma fram við sínum trupulleikum, sigur Anne-Karin Kjeld. Felagið fyri lesi- og skriviveik fegnast, nú 18 lærarar
Dalsgarð, Kinna Poulsen og Sámal Matras Kristiansen skipaðu fyri, var ein rúgva av essay´um, harav tey flestu vóru so væl skrivaði, at tey vórðu send inn til essay-kappingina hjá Klimanorden í sambandi við [...] er úrskurðurin hjá Klimanord komin, og hann er sanniliga gleðiligur fyri skúlan. Tí vinnararnir fram um allar aðrar norðurlendskar luttakarar gjørdust tær báðar Anna Katrina Thomsen og Maria Joensen úr [...] Studentaskúla og HF-skeiði, fegnast um úrslitið og ynskir Annu Katrinu og Mariu hjartaliga tillukku við heiðrinum á heimasíðu skúlans. Rektarin er eisini sera fegin um tað arbeiðið, ið teir fýra lærararnir
framløguhaldararnir so svaraðu og kjakaðust um í beinleiðis stroyming, skrivar fiskaaling.fo. Nú er øll ráðstevnan løgd út á YouTube, soleiðis at altíð ber til at síggja tað, sum kom fram: Sea Lice Online [...] ber til longu nú at tekna seg og at senda inn abstracts. Lesið meira um hetta á heimasíðuni hjá lúsaráðstevnuni. Øll ráðstevnan fer fram á enskum. ##med2## [...] Altjóða netráðstevnan um laksalús, sum Fiskaaling skipaði fyri í døgunum 7-9 septembur 2021, varð vitjað av tilsamans 1.200 serstøkum innritanum. Framløgurnar á ráðstevnuni góvu hyggjarunum hópin av u
veg fram, har fótbólturin kann flyta nakað. Sum eitt nú í Suðurafrika og í USA í 90 unum, sigur Eric Cantona. Hann heldur lítið um umstøðurnar, sum leikvøllirnir eru bygdir á. Tað eru nógv dømir um arbeiðsfólk [...] HM. - Fyri at vera erligur, so leggi eg einki í komandi HM-endaspælið. Tað er ikki eitt ordiligt HM fyri meg. Seinnu árini hava vit havt OL og HM í londum, sum eru á veg fram. Eitt nú Kina og Russland, [...] nú hitanum í Katar. - Tað snýr seg bara um pengar og mátin arbeiðsfólkini eru viðfarin er andskræmiligur. Túsundtals fólk eru deyð, men alíkavæl gleðast vit um, at HM verður, sigur Eric Cantona. Hann sigur
hon endiliga funnið tað og bjóðaði seg fram at hjálpa øðrum at finna sítt innara eg. Sítt innara eg. Mítt innara eg. Kom at hugsa um, hvat hevði komið undan kavi, um eg fór at leita eftir mínum innara egi: [...] r við ravklumpi um hálsin – ella eina hysteriska madonnu? Undrist bara á, hvat fólk vænta at finna, tá tey grópa eftir sínum innara egi – annað enn endurtøkur av sær sjálvum. Meini so við – í mínari verð [...] heldur onki har, hevði eg bjóðað meg fram sum hjálpari hjá AIDS-sjúkum børnum í Suðurafrika ella sum lærari hjá deyvum kvinnum í afghanskum fongslum. Tá hevði eg, um ikki annað, givið meining fyri onkran
og mín sann um vinnandi seðilin ikki lá har! Ludvík Petersen, sjórin í Bilfríðkuni greiðir frá, at Majken Olsen segði honum, at hon hevði gingið fram við bilinum, tá hann varð sýndur fram í SMS, men hon [...] hevur ikki verið neyðugt at lýst við nummarinum mánadag eisini. Mánamorgunin tosaðu tey í útvarpinum so um, hvørt tey skuldu lýsa nummarið enn einaferð - ella ikki. Hetta var kortini gjørt, og tá helt Jónleivur [...] Hepnu vinnararnir av V4-bilinum fríggjakvøldið vóru Majken og Jónleivur Olsen. Men tað var um reppið, at tey ikki fingu bilin kortini. Tá útvarpið fríggjakvøldið lýsti nummarið á vinnandi seðlinum, kendust