Týsklandi eru úti av HM. Tað hendir eftir, at Týskland hevur tapt 2-0 fyri Suðurkorea, meðan Svøríki vinnur 3-0 á Meksiko. Týskland hevði bóltin ein stóran part av dystinum, men tað endaði við at Suðurkorea [...] hinum endanum. Málið fór til VAR, men stóð við. Málið útloysti stóra gleði millum viðhaldsfólkini hjá Meksiko, sum nú er víðari, hóast liðið tapti heili 3-0 fyri Svøríki. Langt inni í yvirtíðini skoraði Heung-Min [...] Seinast Týskland ikki kom víðari úr bólkaspælinum var í 1938. Men heimsmeistarar sum Frakland (1998), Italia (2006) og Spania (2010) hava øll roynt tað saman sum týskarnir gera nú. Tey eru nevniliga ikki
sum Anna stríddist í X-faktor. Anna Nygaard sang sum ein dreymur fríggjakvøldið í X-faktor, og var tað púra óvæntað, at hon gleið út og ikki fekk møguleikan, at vera partur av finaluni í Parkini 27. mars [...] plasering, tí talan var um eina sera javna kapping. At senda X-faktor tveir tímar eftir, at alt er liðugt, er burturspiltur peningur. Vit hyggjarar, ið gjalda fyri at síggja og hoyra tað, ið rørur seg á frontunum [...] frontunum, fáa ikki ágóðan av hesum. Eg haldi, at tað burdi verið eitt krav, at ein almennur miðil var meira kunnaður um, hvat rørir seg í almenna rúminum, og hvat flestu hyggjarar eru áhugaðir í at síggja
»Skálaberg« hevur tikið um 2 mánaðir nú hann var liðugur í gjár, meðan tað tók nakað styttri tíð umborð á »Sundaberg«, sum ikki fekk tað triðja spælið ísett. Tað er kanska ikki so lætt at siga, hvussu nógv [...] »Sundaberg«, sum fór nýggjan túr fyri 3 vikum síðani, var umbygdur á Skála, og »Skálaberg« hevur verið til umvælingar í Havn. Nýggj roynd »Skálaberg« var liðugur frá skipasmiðjuni í Havn í gjár, og roknast [...] spølum og dupulttroli eftir toski. Royndir hava áður verið gjørdar við dupulttroli og tveimum spølum. Tað er ikki ókent umborð á rækjutrolarum, sum hava havt góðar royndir við trimum spølum og dupulttroli
Justinussen breyt beinið, og í 2. hálvleiki var tað ongantíð ivi um, at teir høvdu størri breidd, enn heimaliðið hevði, og tað hevði bæði málmøguleikar og mál við sær. Tað vóru bara tríggir minuttir farnir av [...] aftur við øllum. Í 1. hálvleiki hevði heimaliðið vindin undan, og tað fingu teir nakrar málmøguleikar burturúr. Súni Fríði Johannesen var vandamikil onkra ferðina, tá hann brúkti síni góðu evni at venda [...] hol kom á. Fróði Benjaminsen, sum í útgangsstøðu skuldi vera miðverji, men flutti fram á miðjuna, tá tað vísti seg, at Gí bara spældi við einum heilt frammi, legði innfyri úr høgru, og álopsmaðurin gjørdist
á, at orsøkin til hendingina, var ikki óansni, tí siglt varð eftir umstøðunum, sum eru á hesi leiðini, tá ið kjaftsvart er í toku, sum tað eisini var hesa náttina. - Tað hendir, at ísfjøll eru á leiðini [...] fór fram. Skipið hevur eini 500 tons inni, sum skuldu leggjast upp í Bay Roberts í Ný Foundlandi. - Tað er ofta nógv toka í Ný Foundlandi um summarið, og soleiðis var eisini síðstu nátt. Reiðarin sigur, [...] vónar, at Sólborg sleppur útaftur, tá ið teir eru lidnir av landa. - Hol er ikki komið á skipið, og nú tað er summar, vóna vit, at Sólborg sleppur útaftur beinanvegin. Men neyðugt er so, at skipið fyrst verður
halda seg liggja inni við einum hitti, kunnu senda sítt avrik til kappingina. Kappingin er skipað á tann hátt, at átta innleiðandi umfør eru. Fyrsta umfarið var fyrst í mai mánaði, og tað seinasta verður [...] internetinum. Sangurin, sum fær flestar atkvøður frá internetbrúkarum, kemur í finaluna. Í síðstu viku var tað sangurin hjá Róin Siggertsson, sum fekk stóra heiðurin at vinna innleiðandi umfar, og tí verður føroyski [...] komnir til kappingina, so at tað samanlagt verða 10 finalistar. Í dómsnevndini sita umboð fyri Jubii, Tuborg, Roskilde Festivalin, BMG og Danmarks Radio. Studio í Herlev Tað eru stór og vird feløg, sum
vikuna, men nú var so galið, at tað ikki ber til at undirvísa. Tá ið teir vera lidnir við tekjuna, verður støðan betri, sigur Ólavur Thomsen. Enn veit hann ikki, hvussu leingi tað tekur, til tað er tætt aftur [...] Thomsen, skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla. Tað hevur dryppa eitt sindur síðstu dagarnar, men tá ið starvsfólk og næmingar komu í skúla í morgun, var munandi verri enn tað hevur verið, og skúlastjórin tók støðuna [...] inntil tað lidna takið liggur á.” – Vit mugu tíverri staðfesta, at veðrið ikki hevur spælt við, nú teir byrjaðu at binda tekjurnar saman mánadagin. Tað hevur regnað illa. Vit hava merkt nakað til tað alla
ið skal gera tað møguligt at byggja leiguíbúðir uttan at rinda meirvirðisgjald, er áveg í løgtingið. Uppskotið var á landsstýrisfundi mánadagin, og er nú sent samgonguflokkunum, áðrenn tað í næstum verður [...] at búgva til leigu, og tað fyri ein rímuligan penga. Fjaldur stuðul Formaðurin í Javnaðarflokkinum tekur sum útgangsstøði væl ímóti ætlanini. -Jú, tað er eitt gott átak, um tað kemur leigarunum til góðar [...] formaðurin í Javnaðarflokkinum sær tó fleiri veikleikar í lógaruppskotinum, soleiðis sum tað sær út ídag. -Tað tykist ikki at vera nakað í lógaruppskotinum, ið bindir tey, ið sleppa at byggja leiguíbúðir
Higartil hevur tað gingið sum ætlað. Tað sigur Eirikur Norðberg, verkætlanarleiðari hjá Sev. Fyrst í desember varð fyrsta sólorkuverk í Føroyum tikið í brúk. Tað varð sett upp á gamla fótbóltsvøllinum [...] bjartast fyri at vita, hvussu nógva orku, tað fer at geva. Upprunaliga sólorkuverkið, var 240 kW stórt og nú eru 19 kW sett upp afturat fyri at vita, hvussu tað roynist. Á Sev mettu tey, at sólorkuverkið [...] ið fór at geva umleið 160 MWt, og tað svarar til nýtsluna hjá umleið 32 húskjum. Og Eirikur Norðberg sigur, at higartil hevur tað at kalla roynst sum ætlað hóast tað hevur verið neyðugt at gera nakrar
tunlar til smábygdir. Tinglimir í andstøðuni eru ímóti og tað er Vinnuhúsið eisini. – Tá ið byrjað verður at bora, er tað tískil avgerandi, at tað er væl fyrireikað, og at tann útgerð, sum skal til, er til [...] byrja við Fámjinstunlinum. Annars siga fleiri limir í samgonguni, at tað er avtala, at tunnilin til Dals skal vera tann fyrsti. Men tað undrar Henrik Old, at dalbingar eru komnir til ta niðurtøðu, at ætlanin [...] heldur hann, at tað er lagaligast at byrja í Fámjin, tí har er bæði smiðja og arbeiðsfólk longu til taks. Men í Dali koma tey ongan veg fyri sjey milliónir, sigur hann. Hann ásannar, at tað er ein ávís mótstøða