HM-skelkur: Svøríki víðari – Týskland úti!

Heimsmeistarnir eru úti av HM-endaspælinum, eftir 2-0 tapi fyri Suðurkorea

Størsti skelkurin í hesum HM-endaspælinum er óiva, at heimsmeistarnir úr Týsklandi eru úti av HM. Tað hendir eftir, at Týskland hevur tapt 2-0 fyri Suðurkorea, meðan Svøríki vinnur 3-0 á Meksiko.

 

Týskland hevði bóltin ein stóran part av dystinum, men tað endaði við at Suðurkorea í seinastu løtu skoraði í hinum endanum. Málið fór til VAR, men stóð við. Málið útloysti stóra gleði millum viðhaldsfólkini hjá Meksiko, sum nú er víðari, hóast liðið tapti heili 3-0 fyri Svøríki. Langt inni í yvirtíðini skoraði Heung-Min Son eisini til 2-0.

 

Seinast Týskland ikki kom víðari úr bólkaspælinum var í 1938. Men heimsmeistarar sum Frakland (1998), Italia (2006) og Spania (2010) hava øll roynt tað saman sum týskarnir gera nú. Tey eru nevniliga ikki komin úr bólkaspælinum, eftir at hava vunnið HM.

 

Svøríki - Meksiko

Svøríki legði seg á dystin frá byrjan og kom til málmøguleikar. Teir vóru fleiri ferðir tætt við og kundu havt fingið eitt brotsspark. Ti var tað helst eisini í trá við gongdina, at Svøríki legði seg á odda fimm minuttir inn í seinna hálvleik.

 

Ludwig Augustinsson kom at standa væl fyri, eftir at ein áleypari heilkiksaði ein bólt, sum kom innfyri. Svøríki helt fram at trýsta og fekk eitt rætt dømt brotsspark stutt seinni. Verjukempan, sum eisini skoraði brotsspark í fyrsta umfari, Andreas Granqvist, umsetti trygd úr eelivu metrum.

 

Eitt korter fyri tíð gjørdi Edson Alvarez sjálvmál og spenningurin um útfallið reyk. Tó stríddist Meksiko fyri at minka um munin, tí tað gjørdi mun, um Týskland skoraði móti Suðurkorea. 

 

Bólkur F:

Meksiko – Svøríki 0-3 (0-0)

0-1 Ludwig Augustinsson, 50 

0-2 Andreas Granqvist, 62 br 

0-3 Edson Alvarez, 74 sjálv

 

Suðurkorea – Týskland 2-0 (0-0)

1-0 Young-Gwon Kim, 90

2-0 Heung-Min Son, 90+6

 

Bólkur F – Støðan:

1.    Svøríki 6

2.    Meksiko 6

3.    Suðurkorea 3

4.    Týskland 3