hetta prinsipp bert fyri at fáa fíggjarlógina at javnviga og ikki sum so at loysa trupulleikarnar við pensiónini. Fyri at loysa pensiónstrupulleikan í framtíðini er einasta loysnin at fáa gongd á inngjaldið [...] er brúk fyri flokkinum og tí hann stendur fyri í framtíðini? Hetta vil eg royna at gera út frá einum útjaðara sjónarmiði. Grundsjónarmið floksins Flokkurin hevur altíð bygt á tann veruleika, at Føroyar [...] javnaðarflokkurin verður 70 ár, er høvi at hyggja aftur í tíðina og kanna eftir, hvørji úrslit hava vit nátt? Samstundis er ikki nokk bert at líta aftur um bak og siga at vit hava klárað tað fínt. Ein flokkur
, vil bert siga um Edmund Joensen, at hann fyrst og fremt er løgmaður fyri tingið, og at hann hevur høvuðsábyrgdina. - Edmund Joensen eigur at leggja sær í geyma, at primera uppgáva hansara er ikki Fólkatingið [...] tingfomannin, og so er tað hansara uppgáva at taka málið upp. - Eg havi onga ábyrgd fyri løgmanni, men eg haldi at hann átti at gjørt sína støðu upp - nevniliga, at hann er løgmaður í tinginum og ikki í F [...] síðan 1970. Hann sigur at eyðkenni fyri løgmenn higartil, hevur verið, at teir allir hava vísti tinginum virðing. -Eg varð skakkur tá eg hoyrdi Edmund Joensen, løgmann, siga ósatt um at fíggjarlógar-orðaskiftið
varð kravt at vit bygdu lóggávuna á marknaðarbúskaparligar treytir. Tað merkti, at vit skuldu hava eina kvotaskipan, og at talan skuldi verða um frítt umsetiligar handilskvotur. Aftan á at uppskotið um [...] undan og ístaðin at skuldarbinda føroyska landskassan og harvið føroyska skattgjaldaran fyri milliardatapini, ið stóðust av danska bankavirkseminum í Føroyum í áttati árunum. Onkur heldur at danir skylda okkum [...] g, soleiðis at núlivandi og komandi ættarlið av føroyingum fáa at vita, hvat veruliga fór fram í ríkisfelagsskapinum í tíðarskeiðnum frá 1992 og frameftir. Teir skylda okkum eisini tað, at ein heiðurlig
hugnaligt prát um hesi viðurskifti, um ikki annað so fyri at boða fólki frá, at teir framvegis eru til. Heini O. Heinesen hevur rættiliga genialt sagt, at fyrst taka vit loysing, so finna vit aftaná útav, [...] bar út sigur, at henda skuld er ein fyrimunur fyri teir, sum vilja hava loysing her og nú. Finnbogi Ísakson fær tað næstan at ljóða, sum um landskassaskuldin er ein kærkomin gestur fyri teir, ein funnin [...] hjartatátturin í loysingini. Nei, álvaratos, tá man tað vera meira mansligt at siga, at fyrsta treytin fyri frælsi er, at vit hava búskaparligt frælsi. Vit kunnu ikki, sum tjóðveldismenn ætla, renna undan
hvítar sam-borgara. Tað er vert at merkja at sinnisliga avlamin verða ákærd og deyðadømd, at ákærarnir kunnu velja teir nevningar frá, ið ikki greitt eru fyri deyðarevsing og at í heila tikið gongdin er merkt [...] Løg-frøðisnevndin finst harð-liga at. Tað er ikki av tilvild, sigur nevndin, at so gott sum øll ið verða deyðadømd eru frá botninum í samfelagnum. Tað er heldur ikki av tilvild at ákærarnir krevja nógv oftari [...] stoytir ið koyrdu hann út úr søguni. Hendingin var skúgva til viks fyri debet og kredit, ið herjaði um alt USA. Tað er langt síðani at hendingin fór fram - í 1944 í South Carolina - og nógv nevna tað kanska
longu nú staðfest, at netútgávan er komin fyri at vera - internetið er ein nátúrligur partur í menningini av einum blað, nú vit nærkast komandi øldini. Valdu støðuga menning Fyri ikki at taka munnin ov fullan [...] Nú ber fyri fyrstu ferð til hjá føroyskum virkjum og fyritøkum at lýsa á Internetinum, har til ber at koma í samband við nógv fólk. Netbløðini eru tey mest spennandi støðini, sum fólk tíma at hyggja eftir [...] liðið fer tað fyri ein rímiligan prís av verða gjørligt at tekna seg sum haldara. Hvør haldari fær so eitt loynital, sum gevur honum atgongd til Internetsosialin. Men tað fer eisini at bera til at keypa sokallað
tosað um, hvør fór at vinna, men heldur um, hvussu nógv Spania fór at vinna. Og tey vóru fleiri, sum roknaðu við, at metið, ið var 12-1 sigurin ímóti Malta fyri fjúrtan árum síðani, stóð fyri fallið. Men teir [...] royndirnar eiga at borga fyri, at støðið hækkar, um spælararnir framvegis taka venjingina í álvara. Nýggjar avbjóðingar Hesin veruleikin eigur at vera haldgott grundarlag hjá Allani Simonsen at miðja uppaftur [...] 1975) og tískil eiga at hava førleikan til at vera grundstuðlar undir liðnum í tveimum ella trimum undankappingum afturat. Og at tað hongur saman niður í yngru árgangirnar sæst aftur í, at hesa ferð var Sámal
vísti hann teimum forsíðuna og umsetti, at har stóð ?hvussu nógv fara vit at vinna?. ? Hetta vilja vit ikki finna okkum í, segði venjarin, og tað var týðuligt, at hetta setti eld í spælararnar. Væl skipað [...] vísti á, at í hesari undankappingini var tað bara ímóti Jugoslavia á Toftum, at liðið dumpaði. ? Spaniólar góvu seg hundrað prosent alla tíðina, men okkara megnaðu at standa ímóti alla tíðina. At teir gjørdu [...] broytti hann við at flyta Jens Kristian Hansen inn á miðleingjuna og við at flyta Julian Johnsson út í borðið. Orsøkin Allan Simonsen, sum leygarkvøldið hevði ábyrgdina av landsliðnum fyri 25. ferð og harvið
eisini á miðvøllinum, á landsliðnum fyri 36. ferð, og eftir lokið stríð duldi hann ikki fyri, at nervarnir høvdu verið uppá spæl frammanundan, og at hann hevði stúrt fyri einum orduligum skrædli: ? Eg var [...] var fullur í nervum, og eg tori ikki at siga, hvat fyri úrslitið, eg roknaði við, segði púra útlúgvaði maðurin, sum fyri at brúka hansara egnu orð hevði givið seg hundrað og tjúgu prosent: ? Tað eru vit [...] korter, sigur nakað um, at vit vóru við til at mynda spælið. Jan Dam heldur, at Jens Kristian Hansen so avgjørt gjørdi vakrasta málið í dystinum, og hann var ikki ovfarin av, at málið kom, hóast føroyingar
høgri vongverji, og hann helt sjálvur, at tað hevði gingið væl: ? Allan Simonsen spurdi meg, um eg kundi spæla í høgra borði, og eg svaraði, at um hann helt, at eg skuldi spæla har, so gjørdi eg tað. [...] meiri verjukendan leiklut, enn hann plagar at hava. Upptaktin til málið var eitt fríspark, sum Jan Allan Müller tiltuskaði sær mitt á sponsku hálvuni stutt fyri hálvleik. Øssur Hansen lyfti tvørturum, men [...] annars ikki brúkar serliga nógv at skjóta við. ? Tað var ein frágera góð kensla. Eg siktaði ikki nakað serligt, men eg royndi bara ímóti málinum, og so var tað fínt, at bólturin fór omanfyri Zubizarreta