Tórsvøll verið viðgjørdur í nevndini hjá FSF. Ivaleyst er tað gjørt fyri at finna út av, hvat skal gerast og sigast um hetta á aðalfundinum, men tað er ikki vorðið til meiri enn ein partur av ársfrágreiðingini [...] viðurskiftini ikki eru komin upp á pláss, so heldur hann ikki, at málið er búgvið at viðgera víðari í FSF, men hann er áhugaður í at hoyra, hvat limafeløgini í FSF halda um hetta. Ongar samráðingar Formaðurin [...] Tað vil sjálvsagt siga, at vit vita ikki enn, hvat tað er, sum vit skulu taka støðu til, og so leingi, sum vit ikki gera tað, so ber ikki til at siga, hvat vit fara at gera, sigur formaðurin í FSF.
Hann er formaður í ÍSF, og tað er við tí kaskettini uppi á, at hann møtir á aðalfundinum: ? Eg royni at møta á aðalfundi hjá øllum sersambondunum í ÍSF. Men eg skal ikki dylja, at sjálvt um tað er sum ÍSF [...] arbeitt við fleiri modellum. Vit hava hugt eftir, hvat teir hava gjørt aðra staðni, eitt nú í Parkini í Keypmannahavn og í Tromsø. Í báðum førunum er talan um partafeløg. Í Parkini eigur eitt partafelag [...] reka Tórsvøll er stovnað. Heðin Mortensen heldur, at tað fer at bera til at finna fram til eina loysn, sjálvt um tað skuldi víst seg, at FSF ikki fær byggifíggingina frá UFA: ? Ein møguleiki er, at teir, sum
Burtursæð frá viðurskiftunum, sum hava við pengarnar millum spælarar og feløgini at gera, so er mest víðgongda uppskotið, sum aðalfundurin hjá FSF skal taka støðu til fyrrapartin í dag, uppskotið frá nevndini [...] smávegis broytingar verða gjørdar í kappingarreglunum. Mest áhugaverda broytingin man ivaleyst vera, at nú er í uppskoti, at tað verður loyvt teimum at taka lut í vaksnamannadeildini, sum hava fylt 16 ár. Higartil [...] 16 ár 1. januar í kappingarárinum fyri at taka lut í vaksnamannadeildunum. Sagt við øðrum orðum so er ætlanin, at teir, sum hava fylt sekstan, tá ein dystur verður spældur, skulu hava møguleika at spæla
og á pappírinum bendir lítið á, at støðan fer at broytast nakað í dag. Men eitt er hvat stendur á pappírinum, eitt annað er veruleiki. Spyr bara neistakvinnur, sum fingu ein rættiligan hvøkk í Vági fyri [...] Vit skulu heilt aftur til 1956, tá SÍF varð meistari, fyri at finna eitt annað lið enn hesi bæði, sum er endað ovast. Annars hevur Neistin fýra og StÍF trý FM-heiti. Síðsta vikuskiftið vann VÍF sannførandi [...] fer at fáa sítt 18. meistaraheitið í hús, men tó eru tvey lið, sum eru av eini aðrari áskoðan. StÍF er framvegis bert eitt stig aftan fyri vestmenningar og hevur í ár eisini eitt lið, sum veruliga kann
sum tó ásannar, at tað er tann ungi, sum fær mest burturúr. Sjálvur er Rógvi 33 ár, men: ? Tey plaga at siga, at súkklarir hava langan aldur. Bjarne Riis er eisini 33 ár, og hygg hvat hann megnaði í fjør [...] At vera súkklari í Føroyum er ikki altíð so stuttligt. Veðrið er ikki altíð so gott, og tá tú sum Rógvi Johansen býr í Vági, eru venjingarumstøðurnar ikki av teimum bestu. Sum hinir føroysku súkklararnir [...] kappingina Vättern Runt. ? DM-kappingin er jú ein sterk kapping, men eg veit ikki enn, hvønn bólk eg komi í, sigur Rógvi, sum sostatt ikki rættiliga kann siga, hvat hann væntar sær av danmarksmeistarakappingini
Gottfried Leibniz (1646-1716). Grundsetningurin hjá Hobbes er: øll broyting er rørsla, sum er beint tað øvuta av setninginum hjá Aristoteles: øll rørsla er broyting. Hjá Aristoteles skal rørsla skiljast sum broyting [...] vera, at tú droymir, at tú bara ímyndar tær umheimin. Tað er bara eitt sum er vist, og tað er, at hann sum setir spurningarnar og ivast, hann er til. Við hesum vildi Descartes vera við, at hann hevði funnið [...] priori vita, tvs. áðrenn royndina, hvat fer at henda. Royndirnar vísa, hvat ið hendir nú, men tær kunnu ikki vísa, hvat ið fer at henda. Fyri tí at sólin higartil er komin til sjóndar hvønn morgun, ber
Bókin er í tveimum. Tann fyrri parturin er um ódnini og drápið og arbeiðið at fáa ánna upp aftur, samstundis sum løgreglan leitar eftir drápsmanninum. Seinni partur, ið er stuttur afturímóti, er sum ein [...] teir persónar, sum hava verið næstir hendingunum. Er rithøvundurin svartskygdur? Meira enn so. Tað er ikki kollveltingin, sum umsíðir er komin, tað er ikki politisk medvit og ein skipað ætlan, sum býr [...] Brennivínstango. Soleiðis eita nøkur av kapitlunum í bókini. Her er lítil vón, men afturfyri er nógv lív, og tað sum eyðkennir bókina, er tann málsliga og myndaskapandi orkan, ið næstan sum Havnará sjálv
sum avgera, hvat skal henda. Men talan er jú eisini um eitt uttanríkismál, tí talan er um at áseta mark, og kunnu danir hjálpa okkum, so er tað gott. Skal málið uppá hægsta plan politiskt, so er tað fors [...] málið uppá politiskt plan. -Tað er tað vit gera nú, men tað er ikki so, at vit harvið siga embætismannanevndini upp. Tað er framvegis hon, sum arbeiðir við sakini. -Men er tað ikki eitt sindur løgið í hesum [...] vísir annars á, at ætlanir eru um at bjóða út í hesum árinum. Spurningurin er, um vit kunnu bjóða út og hvat. Hetta er tað, sum er til viðgerðar millum serfrøðingarnar. Ein útbjóðing má undir ongum umstøðum
Hóast væl er fráliðið, síðani bankakanningin varð almannakunngjørd, so hevur einki verið at hoyrt um, hvat føroyingar ætla sær at gera við málið. Fyribils er ein arbeiðsbólkur settur, sum skal koma við [...] tá hugsað verður um, at frágreiðingin er 2.600 síður. Vit skulu eisini taka støðu til at rættarmál skal reisast - tað er eitt. Annað er um vit skulu taka upp samráðingar við danska statin o.s.fr.. Politikararnir [...] løgmansstjórin, at hetta er eitt stórt mál. Hóast tað, so fer arbeiðsbólkurin at gera skjótt av, men løgmansstjórin vil ikki seta vikutal ella dagatal á, nær úrslit spyrst burturúr. - Málið er eisini stórt, tá
arunum úr HB sunnudagin 3. mai, og beint eftir ólavsøku ? sunnudagin 2. august ? verður gjørt av, hvat felag í 1998 kann erpa sær av at vera hitt besta í høvuðsstaðnum. Í 10. umfari eigur HB heimavøll [...] á Sevmýri, NSÍ og GÍ í Runavík og ÍF og KÍ í Fuglafirði. Bara besta deildin Leygardagin 3. oktober er ætlanin at 18. og síðsta umfarið í landskappingini í 1. deild hjá monnum skal avgreiðast. Eins og í [...] Kappingin um FM í fjør varð so at siga avgjørd, tá B36 í triðji síðsta umfarinum vann 2-1 í Vági. Og tað er møguleiki fyri, at annar av innanhýsis dystunum millum hesi bæði feløgini eisini í ár fer at verða