Tórsvøllur fer ikki at bíða eftir Fótbóltssambandinum

Fótbóltur: Hóast nógv enn er eftir at fáa upp á pláss, so sigur Heðin Mortensen seg framvegis rokna við, at farið verður undir Tórsvøll í ár

Heðin Mortensen ætlar sær á aðalfund hjá Fótbóltssambandinum fyrrapartin leygardagin. Hann er formaður í ÍSF, og tað er við tí kaskettini uppi á, at hann møtir á aðalfundinum:

? Eg royni at møta á aðalfundi hjá øllum sersambondunum í ÍSF. Men eg skal ikki dylja, at sjálvt um tað er sum ÍSF formaður, at eg møti á fundi leygardagin, so eri eg áhugaður at hoyra, hvat fundurin hevur at siga um Tórsvøll. Eg hevði roknað við, at FSF fór at viðgera hetta sum serstakt mál, men tað síggi eg, at teir fara ikki at gera. Kortini ímyndi eg mær, at spurningurin fer at koma fram, sigur Heðin Mortensen.


Halda kósina

Stigtakarin til Tórsvøll vil ikki hoyra talan um, at tað er eitt skot fyri bógvin hjá Tórsvølli, at Fótbóltssambandið tykist vera tøvandi.

? Tað hevði komið væl við, um FSF hevði viljað verið við av fullum huga, men at teir tykjast hava valt ta kósina, at teir heldur vilja vera brúkarar av vøllinum og harvið vera við til at tryggja raksturin, er teirra val, sigur Heðin Mortensen, sum ásannar, at higartil hava tað ikki verið ítøkiligar samráðingar við FSF um, undir hvørjum treytum FSF skal brúka vøllin.

Men ber tað til at fara víðari við ætlanini, tá greiða ikki er fingin á leiklutinum hjá FSF?

? Tað gera vit í tí sannføring, at FSF altíð fer at avgreiða sínar dystir, har sum tað eru flestir áskoðarar, og vit halda, at feløgini fara at gera tað sama, tá tey skulu taka avgerð um, hvar Europa Cup dystirnir skulu spælast. Og í mínari verð er eingin ivi um, at tað fara altíð at vera nógv flest áskoðarar í høvuðsstaðnum.

Men ert tú vónsvikin av, at FSF ikki spælir meiri aktivt við í Tórsvølli?

? FSF hevur gjørt av at seta 2,5 milliónir í, so vit kunnu ikki siga, at teir hava verið heilt passivir. Sum sagt so ivist eg ikki í, at teir fara at koma inn á onkran hátt, og sjálvt um teir gera av ikki at seta meiri í, so hevði tað komið væl við, um teir høvdu fingið tað byggifíggingina til vega, sum teir hava møguleika at skaffa okkum frá UFA, sum teir hava sjónvarpsavtalu við.


Nógv at fáa

upp á pláss

Heðin Mortensen sigur, at hann roknar við, at eitt útspæl fer at koma frá fyrireikingarnevndini áðrenn ein mánaði er farin, og tað útspælið skal m.a. lýsa tey viðurskiftini, sum higartil hava verið ógreið:

? Tað snýr seg millum annað um ognarviðurskift-ini til Tórsvøll, kostnaðarætlanina, fíggingina og raksturin. Tá hetta er komið upp á pláss, so fara vit í holt við at gera jørðarbeiðið, samstundis sum vøllurin verður detailprojekteraður. Gongur tað, sum vit hava roknað við, so fer tað at bera til at spæla á Tórsvølli eina ferð næsta ár, heldur stigtakarin, sum man vera meiri optimistiskur, enn tey flestu høvdu verið, tá so nógv er eftir at fáa upp á pláss.

Men hvussu ætla tit at skipa ognarviðurskiftini?

? Vit mugu bíða, til serfrøðingarnir eru lidnir við sítt arbeiði, men tað verður arbeitt við fleiri modellum. Vit hava hugt eftir, hvat teir hava gjørt aðra staðni, eitt nú í Parkini í Keypmannahavn og í Tromsø. Í báðum førunum er talan um partafeløg. Í Parkini eigur eitt partafelag vøllin, og eitt annað partafelag við somu eigarum rekur hann. Teir hava selt áskoðarapláss og losjur fyri at fáa pening til vega, meðan norska partafelagið í smáum bitum hevur selt sjálvan vøllin til áhugað, soleiðis at hesi eiga ein part av sjálvum vøllinum. Vit hava einki avgjørt enn, men hesir møguleikarnir eru frammi, umframt at møguleikin fyri einum sjálvsognarstovni eisini hevur verið nevndur.

Heðin Mortensen sigur, at teir hava følt seg fyri hjá peningastovnunum, um møguleikan at læna restupphæddina, sum manglar í, eftir at upphæddirnar frá Tórshavnar kommunu, landinum, FSF og øðrum eru taldar saman, og lánistovnarnir hava verið positivir:

? Men vit kunnu sjálvsagt ikki gera nakrar avtalur, áðrenn felagið, sum skal eiga og reka Tórsvøll er stovnað.

Heðin Mortensen heldur, at tað fer at bera til at finna fram til eina loysn, sjálvt um tað skuldi víst seg, at FSF ikki fær byggifíggingina frá UFA:

? Ein møguleiki er, at teir, sum skulu projektera og gera arbeiðini, átaka sær byggifíggingina í fyrstu atløgu.


Rennibreytin

og tíðin

Tá vit spyrja Heðin Mortensen, um tað hevur verið upp á tal, at rennibreytin skal skerast burtur av upprunaligu ætlanini við Tórs-vølli, sigur hann, at eingin onnur ætlan fyriliggur enn tann, sum upprunaliga varð løgd fram.

Og stigtakarin til Tórsvøll heldur, at tað hastar at fara í gongd:

? Landið hevur játtað 2,65 milliónir í ár, og teir ætla at játta tað sama á fíggjarlógunum tey bæði komandi árini. Skulu vit fáa nyttu av pengunum, so er neyðugt, at vit byggja fyri teir í ár, og tí fara vit undir arbeiðið so skjótt, sum tað á nakran hátt ber til, sigur Heðin Mortensen, sum eftir øllum at døma fer at hava nóg mikið at takast við næstu mánaðarnar og tey næstu árini.