mitt í 90-unum vunnu manslið hjá B68 2. deild eina ferð og 3. deild tvær ferðir. Síðani kom steðgur í, men í fjør fóru toftafólk aftur undir flogbólt, og í løtuni er besta kvinnuliðið heilt frammi í oddanum [...] oddanum í næstbestu deildini, har bara eitt sett skilir tað frá oddasessinum, ið Fleyr hevur í løtuni. Góða gongdin, ið fevnir um átta lið í FM-kappingunum, umframt fleiri lið, ið javnan spæla kappingar, [...] fimleikarhøllina í Tofta skúla sum heimavøll. Har eru góðar umstøður til flogbólt, tí so mikið rúmsátt er, at sjálvt við 100-150 áskoðarum er gott pláss fyri sjálvum flogbóltinum á gólvinum, bæði úti í síðunum
biðin um tað. Tiltakið varð hildið í einum av pakkhúsunum hjá Skipafelagnum í Havn, har allir næmingar í 1. flokkunum í Føroyum vóru bodnir við. Hetta pakkhúsið var í gjár karmur um hetta afturvendandi [...] børnum var hon eisini við til tiltakið hjá Ferðslutrygd fyrrapartin í gjár. Fær øgiliga ilt Ella gongur til dagligt í 1. flokki í Hoyvíkar skúla. Og tá hon frætti um tiltakið hjá Ferðslutrygd varð hon øgiliga [...] um at fara inni í tí stóra pakkhúsinum. Her eru ymiskar forðingar settar upp, soleiðis at hon kann fara millum hesar, samstundis sum hon skal ansa eftir ikki at fara út um frámerkini í gólvinum Hon er
leiðarin í Skopun fer ikki uttan víðari at finna seg í teimum skuldsetingum, sum eru førdar fram ímótu henni. Tað ger sakførari hennara, Sigmund Poulsen, greitt í einum brævi til foreldrini í Skopun týsdagin [...] týsdagin. Tað var í farnu viku, at tey flestu foreldrini at skúlabørnum í Skopun í farnu viku skrivaðu undir eina kæru til Mentamálastýrið, har tey kravdu, at skúlaleiðaran, Ingun Simonsen, verður koyrd [...] leggja seg út í stríðið í skúlanum. Fleiri av foreldrunum siga. at tey skilja ikki brævið øðrvísi enn at tey verða hótt við stevning, halda tey ikki uppat við stríðnum ímóti fyrstalæraranum. Í brævinum skrivar
Viðhvørt verður farið ov langt í lóggávu. Um ein vøra verður keypt onkustaðni frá, so tryggjar man sær í viðskiftatreytum, hvussu farast skal fram við gjaldi, levering o.ø. Tað sømir seg ikki at fara at [...] framyvir. Tað kann væl vera, at elektronisk fakturering er vegurin fram, men tað er ikki rætt í Føroyum at gera sum í Danmark, og lóggeva um tað. Fíggjarmálaráðið má læra seg kunstin at hava ein dialog við stovnar [...] Tað má ikki henda, at eitt ráð uttan nakað sleppur at buka fólk í høvdið við lóg, ístaðin fyri at skula argumentera fyri tað snilda í sínum loysnum. Viðhvørt eiga politikarar at noyða embætisverkið at
prestagarðurin og kirkjan, sum er bygd í 1892. Undan hesar kirkjuni, hava í gamlari tíð eisini aðrar kirkjur staðið. Viðoyggin eigur eitt av hægstu forbergum í Evropa - Enniberg - sum steyrrætt stingur [...] og er norðasta punt í Føroyum. Villingardalsfjall, sum liggur skamt sunnan fyri Enniberg, er 844 metrar høgt. Villingardalsfjall er hægsta fjall í Norðoyggjum og triðhægsta fjall í Føroyum. Um summarið [...] Ennibergi. Borgarstjóri í Viðareiðis kommunu er Marita Sumberg, og hon fegnast um, at bygdin dregur fólk til sín, serliga í summarhálvuni. - Vit hava fingið eitt nýtt spælipáss í skúlagarðinum, sum er opið
úti í Pállstovu sunnukvøldið kl. 21.00. Regin Guttesen vitjar við einum boðskapi. Verið hjartaliga vælkomin. Katólska kirkjan Hvønn gerandisdag kl. 17.30 messa í Kerit. Leygardag kl. 11.30 messa í Kerit [...] i. Heimasíðan: www.ebenezer.fo Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin í Hoyvíkar skúla: kl. 17.30 bøn og kl. 18.00 møti, har John Petersen talar. Øll eru vælkomin. Meinigheitshúsið Sunnukvøldið kl. 18.00: Møti [...] verður í kvøld kl. 21 á Høgabóli. Øll eru hjartaliga vælkomin. Keldan í Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21.00: Opið hús v/ Helga Abrahamsen. Sunnukvøldið kl. 19.00: Møti v/ Rannvu Royðutoft. Vælkomin í Kelduna
Tónlistarligu røturnar hjá honum finna vit í samkomuni Betania í Skopun, haðani Pól er ættaður. Í løtuni er hansara borgarliga starv lærari í Hoyvíkar skúla, men tónleikurin hevur altíð hingið við, og [...] havnarmaður. Tónleikaliga uppvøksturin eigur hann í Tórshavnar musikskúla. Har spældi hann serliga saksofon, men er seinni vorðin meira kendur sum popptónleikari. Í bólkinum Páll Finnur Páll er Finnur oddamaður [...] tríggjar føroyskar sangir leygarkvøldið. Blandaðar persónligheitr Hin oddamaðurin í Páll Finnur Páll er ein av tveimum Pállum í bólkinum. Við eftirnavninum Rubeksen hevur Páll Oddur skrivað helmingin av sangunum
á Hotel Føroyum. Hósdagur tann 12. juni í Suðuroy (Vági, Fámjin og Tvøroyri) Vágur Kl. 09.45 Kongsskipið Dannebrog leggur at í Vági. Kl. 10.00 Kongshjúnini fara í land. Vágs kommuna hevur almenna móttøku [...] navnkennir býráðið. Kl. 10.15 Farið verður við bili til Fab Lab , sum er í skúlanum Kl. 10.20 Vitjað verður á Fab Lab í Vágs skúla Kl. 11.00 Farið verður við bili til Vágseiði, har kongshjúnini hitta lærarar [...] Mikudagur tann 11. juni í Havn Kl. 09.45 Kongsskipið Dannebrog leggur at á Bursatanga. Kl. 10.00 Kongshjúnini fara í land. Almenn móttøka, har løgmaður heldur røðu. Kl. 10.20 Spákað verður til Tinganes
eftir. Kvinnur hava ikki verið eggjaðar at halda seg framat nakrastaðni í samfelagnum, tí okkara mentan og hugsunnarháttur hevur í nógv ártíggju verið, at tað natúrliga er maðurin, ið stendur fram. Hetta [...] verður betur enn í dag. Tí koma vit framhaldandi at hava undir 10 % av kvinnuumboðanini á tingi, so ferð hetta at seinka menningini av javnstøðuni og fólkaræðinum og tað kunnu vit ikki liva við í 2007. [...] atkvøður til kvinnurnar, tá ið fleiri kvinnur eru á listanum, vísti seg eisini til fólkatingsvalið. Í áðurnevndu flokkum fingu kvinnurnar ávikavist 28,6, 36,4 og 19,6 prosent av samlaðu atkvøðunum hjá hesum
stjórnin skar ígjøgnum. Men fyri tað nýtist okkum í dag ikki at hevna okkum inn á lær?u?grein?ina »danskt«. Hesa lærugrein, sum bæði í fólkaskúlanum og í mið?náms?skúl?u?num hev?ur giv?ið okk?um mentan [...] undirlutakenslum – sum als ikki eru okkum ókendar í Føroyum. Ikki bara millum manna, men eisini millum fólk á hægstu rókum – og ikki minst í politikki. Kanska ein sigur hjá hesi antidonsku rørslu [...] una av, at tað gekst so illa at vinna før?oysk?um tann sjálvsagda rætt, sum før?oyskt eigur í føroyskum skúla. Tað er skeivt at siga, at danir nokt?aðu – størsti trupulleikin var, at Sam?bands?flokk?urin