Tað man verða ein løgin kensla at fara frá einum bili og halda alt standa væl til, men tá ein kemur aftur, so stendur - ella liggur - hann á sjónum. Tað var júst hesum ein bilførari var úti fyri í Havn [...] Onkur var, sum helt, at bilin stóð betri á sjónum heldur enn á landið og tí var hann skumpaður í havið. Eldur í bili í Kongagøtu Tað var eisini eldur í einum bili um vikuskiftið. Ein bilur, sum stóð parkeraður [...] at brenna. Hvussu eldurin er íkomin veit løgreglan enn ikki at siga frá, men eins og vanligt er varð bilurin - ella tað sum var eftir av honum - koyrdur niðan á Bileftirlitið, har menn fara at kanna orsøkina
semju um hetta mál. Tað má ikki henda, sum í 1946, at ein spinkul meiriluti fær møguleikan at gera av framtíðarstøðu okkara. Javnaðarflokkurin hevur eisini víst ein positivan vilja at viðgera hetta málið [...] sína ávirkan galdandi. Sosialurin sum blað ætlar at viðgera hetta málið í tí álvara, sum tað eigur at verða viðgjørt. Tað merkir, at vit vilja taka alt fram, bæði tað, sum talar fyri og ímóti. Okkara sannføring [...] einum landsstýrismanni) spurningar. At vit valdu sjálvstýrismálið sum tað fyrsta evnið var ikki av tilvild, tí hetta málið var tað, sum løgtingsvalið hesaferð snúði seg um, og hóast »stemningurin« má sigast
vánaligur sum Karl gevur lesarinum fatan av, hví koyrdi nevndin hann ikki frá??. Tað var jú nevndin (Driftsráðið) í AT, ið hevði sett hann sum stjóra og sum tískil eisini kundi koyra hann frá sum stjóra. [...] saman við ommu. Hann var ein maður sum gjørdi tað sum hann helt vera rætt og stóð við sínar gerðir. Hann kundi aldrin funnið uppá at stilla seg upp á einum minnisdegi og spilt út ein deyðan mann. Eg kenni [...] so sermerkta fyritøku sum AT?. Eg eri føddur nógv ár eftir at AT fór í søguna, men havi næstan bara hoyrt gott um abba mín, Hjalgrím á Heygum. Fyri meg var hann ein góður abbi, sum tú altíð kundi líta á
har vit kunnu siga, at meginparturin av studninginum sum er komin uttanífrá, er farin útaftur sum studningur til vinnulívið. Ein vinnulívspolitikkur sum miðar eftir, at vit eru búskaparliga sjálvbjargin, [...] hetta er ein avtala millum tann einstaka føroyingin, sum sigldi undir krígnum og við statin. Hetta eigur eftir mínum tykki at halda fram óbroytt. Hvussu kunnu vit fáa fiskivinnuna at verða ein minni part [...] fyri vinnumenningina í samfelagnum - hetta má verða ein partur av politisku prosessini, sum er í gongd. Spurningurin er so, hvussu skjótt kann ein alternativ vinna byggjast út. Hetta verður eisini avgerandi
har vit kunnu siga, at meginparturin av studninginum sum er komin uttanífrá, er farin útaftur sum studningur til vinnulívið. Ein vinnulívspolitikkur sum miðar eftir, at vit eru búskaparliga sjálvbjargin, [...] hetta er ein avtala millum tann einstaka føroyingin, sum sigldi undir krígnum og við statin. Hetta eigur eftir mínum tykki at halda fram óbroytt. Hvussu kunnu vit fáa fiskivinnuna at verða ein minni part [...] fyri vinnumenningina í samfelagnum - hetta má verða ein partur av politisku prosessini, sum er í gongd. Spurningurin er so, hvussu skjótt kann ein alternativ vinna byggjast út. Hetta verður eisini avgerandi
við Danmark á tí grundalagnum, onkur hevur nevnt tað ein ríkjafelagsskap. Tað verður ein felagsskapur, men ikki tann, sum vit kenna í dag, men ein felagsskapur millum tvey sjálvstøðug lond. ? Líkist hatta [...] vit at hava eina sjálvstøðuga grundlóg, sum setur karmarnar um tað. ? Hvat merkir ein føroysk grundlóg? ? Tá hevur tú staðfest, at alt valdið yvir Føroyum liggur í Føroyum. Landsstýrið er tá hægsti ums [...] stýra uttanríkispolitikkinum við egnum uttanríkisráðharra. Men tað sum miðað verður eftir er, at hava eitt praktiskt samstarv við Danmark, sum vit eisini hava í dag, har vit kunnu keypa okkum tænastur av u
gjalda størri gjald til Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin, sum so verður ein generell pensjónsskipan til øll - at har liggur trygdin hjá øllum. Har haldi eg, at vit skulu gera tað á tann hátt, [...] kipanina. Eisini er hetta ein spurningur um býtið millum land og kommunu. Fáa vit broytt kommunuskipanina, so haldi eg, at tann parturin eisini eigur at verða ein partur, sum kommunurnar fáa ábyrgd av [...] umstøðum má ein langtíðarætlan gerast fyri sjúkrahúsverkið, sum eisini tekur støði í, at vit hava eitt sjálvstøðugt samfelag. ? Tosað verður um útbygging av Landssjúkrahúsinum, samstundis sum deildir standa
Gunnar Mohr og vísir á, at burturúr góða unglingaliðnum, sum vann FM í 1992, 1993 og 1994 er bara ein spælari á 1. liðið hjá HB. Tað er John Heri Dam, sum í fjør var í B36. Stóra samsýning Tað hevur ljóðað, [...] at vit sleppa undan næstfremsta plássinum, sum sinniliga hevur tyngt okkum í øll hesi árini. Og í øðrum lagi gevur hetta okkum fíggjarligar møguleikar, sum vit ikki hava havt. Eitt er inntøkan frá Europa [...] HB er á aldukambinum í løtuni ? bæði so og so. Sunnudagin var ein rúgva av havnarfólki í Gøtu, og tey fóru suður aftur sannførd um, at tað fer at eydnast at vinna FM. Og í felagnum hava teir stórar ætlanir
stødd sum Fuglafjørður, heldur fleiri íbúgvar o.u. 1600. Har á staðnum er uttandurðahylur og flestu okkara svumu í morgun. Umframt sjálvan hylin, sum er 29 stig heitur, eru tveir gosbrunnar, sum eru væl [...] - umframt okkum 20, sum spældu, vóru 12 onnur við á ferðini. Viðførisrúgvurnar stórar og saman við ljóðførunum okkara tóktist tað fyri onkrum vónleys uppgáva at fylla í bussin, sum koma skuldi vestan úr [...] Umframt okkum føroyingar og íslendingar vóru rættiliga nógv týsk ferðafólk Veðrið sum áður nevnt gott og havið slætt - sum á gólvinum. Móttøkan góð Seyðisfjørður er rættiliga drúgvur. Fyri okkum vísti seg
Hóast oljuvinnan enn liggur nakað væl úti í framtíðini, so er tað longu nú, at ein eigur at finna samstarvspartarnar. Og hóast eingin olja verður funnin í Føroyum, so finst eisini ein marknaður uttan fyri [...] sjálvur norski kongurin lagt leiðina framvið básinum. Kjartan Kristiansen, menningarstjóri er maðurin, sum stendur fyri arbeiðinum at fyriskipa eina slíla føroyska luttøku. Tað hevur hann gjørt nú í fleiri [...] er um fiskivinnu og oljuframsýningar. Umleið 20 fyritøkur eru við og teirra millum eru fyritøkur, sum longu nú eru við í oljuvirksemi meira og minni. Kjartan Kristiansen sigur, at tað mest umráðandi á