Eyðun tók eina avgerð um, hvat hann ætlaði sær við sínum lívi, og var hetta eitt val ið ikki var tað lættasta - hvørki tá hugsað var um framtíðar starvsmøguleikar ella at skula greiða øðrum frá hesi [...] Hetta var eitt gevandi samstarv ið var læruríkt á so mangan hátt. Tá Eyðun var biðin um at koma heim til Føroya at arbeiða hjá Leikpalli Føroya og Grímu við tí endamálið at vísa, at tað bar til [...] eitt tokutám fyri og fjaldi tær – oyggjarnar. So eg sá tær ikki søkka í havið. Tað, eg upplivdi, var, at tær – inni í mjørkanum – fóru, eins og mjørkin – spakuliga rekandi við táminum, og festu búgv
upprunaliga mett. Tað er eingin loyna, at nógv trýst hevur verið á skipanini, tí 30. juni í 2022, tá árið var hálvrunnið, komu boð frá Heilsutrygd um, at játtanin fyri 2022 var uppi. Steðgur kom [...] hjá sálarfrøðingum eisini gjørdust longri, tá skipanin fór í gongd. Tað er umráðandi, at tilboðið heldur fram, og at tey, ið hava tørv á viðgerð, fáa viðgerð. Tað er enn dýrari fyri samfelagið, og [...] at tørvur er á eini tílíkari skipan. Tað hava verið umleið 1.770 ávísingar til skipanina og samanlagt eru umleið 12.200 viðtalur framdar. Eisini hevur tað víst seg, at skipanin hevur verið munandi
hvøllari spreinging. – Tað var okkara gamla tinghús, ið hevði verið fyri atsókn. Ein spreingiknøttur ella annað spreingievni var lagt uttan fyri útnyrðinghornið, og ivaleyst var ætlanin at oyðileggja tinghúsið [...] Hon var løgd í útnyrðinghornið á húsinum um eitt tíðina á nátt. Eingin var í tinghúsinum, og tí stóðst eingin mannaskaði, men Javnaðarflokkurin júst hevði havt fund í stovu floksins í tinghúsinum stutt [...] avlagað. Inni í tingsalinum sorðaðust t.d. nakrar kongamyndir. Men hetta er so langt frá allur skaðin, ið hendi. Í kommunuskúlanum brotnaðu teir flestu rútarnir á eystaru og norðaru síðu – skaðin var so umfatandi
teir skulu gera. Haraftrat eru tað næmingar, sum eru nógv fyri seg sjálvar og uttan fyri felagsskapin. Eg havi dansað í nógv ár, so tað var nokk so upplagt at royna hetta. Tað einasta, sum krevst, er ein [...] Skúlanum við Løkin í Runavík. Nakrar ferðir um vikuna verður dansað eitt heilt fríkorter – inni ella úti. Tað er Sharon Sivertsen, lærari, sum hevur tikið stig til hetta. Hon er lærari á triðja ári í Runavíkar [...] fóru at taka undir við at dansa, var byrjað við at dansa eitt fríkorter um dagin í eina viku. Fyrst hildu nógvir næmingar seg eitt sindur aftur og hugdu bara at, og tað er skiljandi, heldur Sharon Sivertsen
Argjum, har alt tað gekk galið, sum kundi ganga galið. Verjuspælið var óvanliga vánaligt. Hóast fleiri góðar spælarar og stórar málmøguleikar eydnaðist tað ikki at skora mál, og so var tað steinur oman á [...] strikuna og so var 2-0. -Vit hava verið raktir av sjúku í vikuni. Í gjár segði málverjin, at hann var klárur at spæla, men undir upphitingini vísti tað seg, at hann ikki var tøkur, og so var neyðugt at skifta [...] mál, uttan at tað var neyðugt at sveitta hjá teimum, men vit vístu karakter og reistu okkum og spældu okkum til møguleikar. Men tað eydnaðist ikki at vinna úrtøku úr møguleikunum, og tað kostaði dýrt.
sótu vit fjórðaftast vinstrumegin. Hetta komst av, at mamma einaferð var svímað, tá ið hon sat har inni saman við foreldrunum. Tað var ofta so kvalið. - Og henda sessin havi eg enn, slær hon fast. Gjalda [...] seg inn til konfirmatiónina hjá Axel Tórgarð, presti. Og hetta var ikki bara sum at siga tað, tí Effie var ógvuliga fjálturstungin. - Ja, tað kom alt av hesum løgna navninum hjá mær, tí eingin visti, at [...] tá hon skuldi konfirmerast, og ikki minst, hvussu tað var at hava sítt serstaka navn, sum eingin onnur kvinna hevur í Føroyum. Frá barnaárum sínum var hond leidd í kirkju, saman við mammu síni – og altíð
Argjum, endaði tað við málleysum javnleiki. Hetta var fyrsta stigið, sum AB vann í ár. Tá ið AB í 14. umfari var í Trongisvági, endaði tað við 3-2 heimasigri. Hjá AB eru Jákup Pauli Breckmann, Tróndur J [...] Tað er møguleiki fyri, at tey bæði feløgini, sum seinnapartin hittast inni í Vika á Argjum, fara at spæla í næstbestu deildini í 2024. Tað er eisini møguleiki fyri, at annað av feløgunum fer at spæla í [...] Um tað eydnast TB seinnapartin at fara av Argjum við fullari úrtøku, so skal heilt nógv venda øðrvísi síðsta vikuskiftið í oktober, um TB ikki eisini í 2024 verður partur av bestu deildini. Um tað eydnast
á spæl. Hesaferð var tað Hans Oddson Hentze, sum átti uppleggið. Fýra minuttir eftir steðgin var fyrsta hattrikkið hjá Bah í B71 búnanum veruleiki. Hesaferð var tað amerikanski landsmaður hansara James [...] Tað gekk ikki soleiðis undan summarsteðginum, sum teir í B71 høvdu ætlað. Tí var neyðugt við útskiftingum á liðnum. Ein av nýggju spælarunum var Sulahmana Mamadu Bah, sum tað varð sagt um, tá ið hann var [...] var komin til Føroya og B71, at hetta var ein spælari, sum tað heilt víst fór at verða meiri at hoyra um, tí hann var sera málsøkin framherji. Inntil í dag hevur ikki verið so nógv at hoyra um Bah. Í fimm
so eru umberingarnar ofta sjáldan ítøkiligar. Teir vilja helst ikki tosa um tað og vilja helst, at eingin leggur merki til tað. Og spyrja vit ítøkiliga, hví eitt tingfólk skal sleppa heim við fullari pensjón [...] løgtingsformaður ella løgmaður. Eitt svar er, at tað er so ringt at fáa semju millum øll tingfólk um at gera broytingarnar. Eitt annað svar er, at tað so trupult at broyta lógina, sum fullveldislandsstýrið [...] broyta lógina um fólkapensjón – sum er galdandi fyri allar føroyingar uttan politikararnar – tá var tað einki problem, at tey ikki vóru samd. 17 tingfólk atkvøddu fyri, 10 atkvøddu ímóti, og 6 vóru ikki
afturfyri. Tað gekk ikki serliga væl við tí á tí fyrsta túrinum, sum var ein grønlandstúrur, ið vardi 19 dagar. - Tað var meira ella minni stormur, men eg fór í holt við at gera pannukøkur, og tað bleiv eitt [...] so hon eisini kundi fáa tíð at savna dátur. - Tað var ræðuliga hart. Eg spýði, so skjótt eg kom av vakt, og tað var av møði og ikki av sjóverki. - Men tað gav mær nógvar royndir og vitan um arbeiðsumstøðurnar [...] nógv tosað um, at tað skuldi vera ósunt at arbeiða langar dagar og í skiftivaktum. Tað helt eg mátti vera nakað fjas, tí eg var von við slíkt arbeiði bæði við Norrønu og á flakavirki, og tað dámdi mær væl